Skip to main content

Posts

Fremsti varði yvir klippfiskatíðina

Kokkur á Fiskastykkinum og Úti á Gjógv í Sandavági er Sonni Zachariassen, sum eg fyrr havi møtt í Húsagarði á Hotel Brandan í Havn. Sonni hevur verið her síðan august í fjør. Jana Jonhardsdóttir myndprýddi veggin við inngongdina til køkin, har Sonni stendur. Omanfyri sæst inngongdin til restaureraða bygningin Úti á Gjógv, uttanfyri Fiskatykkið, í Sandavági, har William Heinesen gjørdi bumerkið. Avbjóðingin hevur verið at halda eina javnvág millum at skapa nakað nýtt og at varðveita tað gamla, sigur arkitekturin. Nú er hetta eitt mentanarhús við servering. Hóast fiskastykki eru at síggja í til dømis Suðuroy, Fuglafirði og úti við Strond í Havn, er hetta fremsti savnandi varði yvir klippfiskatíðina í Føroyum, eg havi sæð. Hvar eg so ferðist í syðra Evropa, leiti eg á havnalagnum eftir farsporum og ímyndum, sum horva aftur til uppskipingarpláss, sølubúðir og matstovur, ið hava handlað hesa bestu vøru, sum nakrantíð fór og enn fer úr Føroyum. Mest sum óbroytt av tíðarinnar tonn, er hon enn

Lykkenborg

Hetta er stripped down pallurin, ið møtir tær, tá tú kemur inn í Høllina í Norðurlandahúsinum. Klavertónleikur, hamrandi og tó spinkult hangandi, forstemt stillaður, millum heims og heljar, sum vart tú í dekadenta Berlin fyri kríggið, saman við Kurt Weil og Bertolt Brecht, har alt kann henda, alt eftir hvat tey møttu í ófrættatíðum droyma um, ella eru bangin fyri. Men tað er Dánjal á Neystabø, sum situr í sterka ljósinum, ið kastar markantar skuggar upp á stóra føroyska løriftið, og við Gebrauchmusik teleporterar okkum inn í eina mytu, sum hóast føroysk, í mínum huga hevur Berlin sum umhvarv. Við lokalrealistisku søguni um Lykken, tað er Poul Jóhannus Poulsen (1925-1971), sum í eitt tjúgu ára skeið, fram til hann doyði, bygdi Lykkenborg í Miðvági, sum botni, hevur Det Ferösche Compagnie gjørt eina kraftfylta mytu við altjóða broddi um føroyska serlingin.  Eg sá leikin í Høllini í Norðurlandahúsinum í morgun klokkan tíggju saman við starvsfeløgum og næmingum úr Vágum.  Ein sterk løta,

Bankatoskur á høgum stigi

Jógvan Steingrím Rasmussen, høvuðskokkur, er fremstur í liðnum í køkinum í Áarstovu, nú borðreitt verður við bankatoski. Hinir á køksliðnum eru frá vinstru Hjalmar, Jónas og Magni. - Uttan teir, matstovuleiðaran John, tænararnar og hesar fantastisku karmar, sum søguligu húsini eru, bar hetta ikki til, tí hetta er eitt felags avrik, sigur Jógvan, sum í fjør flutti heim úr Danmark, har hann hevði egna matstovu. Eg kenni hann sum Stóra Jógvan, tí hann er uppvaksin í Tórsbyrgi, har ein annar Jógvan er, okkara Lítli Jógvan, kallaður. Um aldarskiftið skrivaði mamman, Valborg, saman við Sigrid Dalsgarð, bókina Maturin , sum Skúlabókagrunnurin gav út, beint eftir at tey eisini høvdu givið út Grønu og Reyðu Døgurðabókina hjá Mariu Vilhelm úr Vestmanna. Nú er aftur toskur á Bankanum. Tað vóru tíðindini í vikuni, eftir at havrannsóknarskipið Jákup Sverri var komið aftur av Føroyabanka.  - Serligi toskastovnurin á Føroyabanka er komin fyri seg aftur. Tað er niðurstøðan hjá Havstovuni eftir nýggja