Skip to main content

Posts

Vetrartíð og jólafrokostar

So er summartíðin av og klokkan vísir vetrartíð. Fyri matstovurnar er tað ein nýggj avbjóðing. Summarið við nógvum ferðafólki er definitivt av, og nú daga jólafrokostarnir fram í kalendarum, tilboðum og borðbíleggingum.  Hetta er tíðin tá arbeiðsgevarar vilja takka starvsfólki fyri væl útint arbeiði, og tí skipa fyri jólaborðhaldi.  Samstundis er hetta tíðin, tá sølufólk ferðast at selja vín til borðhaldið. Ein teirra er Anders Regout, sum ferðast í Grønlandi og Føroyum fyri danska handilin Juul's. Í dag er hann í Húsagarði á Hotel Brandan. Næsta vikuskifti er tað vínserfrøðingurin Emil Gamrath, sum í Hallartúni á Hilton fer at bjóða portugisisk vín og portvín frá Nieeport Vinhos í Porto, sum Theis Vine umboðar. Vetrartíðin er hátið fyri smakkir, ið liggja tyngri á enn summarborðið vanliga bjóðar. Perspektivið flytir seg til eina størri dýpd og kompleksari smakkir, ofta accentuerað við søtum úrvalsvíni, auslese, sjerry og portvíni. Í kvøld er tað Riesling, sum er søtmetiskongurin.

Javnaðarkapitalisman knúsar Skansan

Ikki bara fornminni, men helvtina, hálvtrýss prosent, av Føroya fornminnum standa nú fyri falli, takkað verið Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu.  Tað eru sambært stjóranum á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, bara tvey fornminni av serstakligum týdningi í Føroyum.  Tey eru Skansin í Havn og Múrurin í Kirkjubø.  Tað var annað evnið í frálíku útvarpsendingini, Breddanum.  Javnaðarflokkurin, sum bæði eigur borgarstjóran í Havn og havnanevndaformannin í Havn, hevur aftur drigið fram klandursskrímslið um privatkapitalistisku konteynarahavnina í høvuðsstaðnum, og mín sann eydnast at fáa uppskotið stemmað ígjøgnum. Og tað hóast vit annanvegin hava havnir frammanundan - ein er beint við higartil nýggjasta tunnilsmunnan inn í Eysturoynna - og hinvegin at socialdemokratiski móðirflokkurin, kosta hvat tað kosta vil, skal kvetta við russaraflotan um tað so, sambært kvalifiseraðar gitingar norðan av landi, fer at kosta nýval. So tørvurin til havnapláss er longu avmarkaður.  Javnaðarflokkurin í Ha

Eiga ensktlærarar at ræðast vitlíki?

Jú og nei, sigur starvsfelagin Rói Joensen, sum staðfestir, at vitlíki hevur givið mállærarum nýggjar avbjóðingar. - Vitlíkið er eitt nýtt, hent og lætt atkomuligt amboð til uppgávur, sum kunnu verða merktar av handahógvsarbeiði, so sum strikta týðing og at skriva stíl. Men nýggja og vælkomna avbjóðingin er, at nú mugu vit í skúlanum í nógv størri mun tosa fremmandamálið, sum er á talvuni. Verður rætt atborðið kann úrslitið neyvan blíva nakað annað enn nógv betri, heldur Rói. My colleague Rói Joensen has initiated the AI translation of my original Faroese blog on Saturday October 21, 2023 to the English language, using Bing Chat with GPT-4. The AI translation is published here: Today is derby day at Anfield in Liverpool, where the local football clubs Everton and Liverpool meet. The 4-3-3 club arranges a trip to the match and I am on board. For the first time in my life, I am going to put together, or at least to observe, a match and review it here at The Albert, the only original hou