Skip to main content

Vetrartíð og jólafrokostar

So er summartíðin av og klokkan vísir vetrartíð. Fyri matstovurnar er tað ein nýggj avbjóðing. Summarið við nógvum ferðafólki er definitivt av, og nú daga jólafrokostarnir fram í kalendarum, tilboðum og borðbíleggingum. 

Hetta er tíðin tá arbeiðsgevarar vilja takka starvsfólki fyri væl útint arbeiði, og tí skipa fyri jólaborðhaldi. 

Samstundis er hetta tíðin, tá sølufólk ferðast at selja vín til borðhaldið. Ein teirra er Anders Regout, sum ferðast í Grønlandi og Føroyum fyri danska handilin Juul's. Í dag er hann í Húsagarði á Hotel Brandan. Næsta vikuskifti er tað vínserfrøðingurin Emil Gamrath, sum í Hallartúni á Hilton fer at bjóða portugisisk vín og portvín frá Nieeport Vinhos í Porto, sum Theis Vine umboðar. Vetrartíðin er hátið fyri smakkir, ið liggja tyngri á enn summarborðið vanliga bjóðar. Perspektivið flytir seg til eina størri dýpd og kompleksari smakkir, ofta accentuerað við søtum úrvalsvíni, auslese, sjerry og portvíni. Í kvøld er tað Riesling, sum er søtmetiskongurin.

Í kvøld er tað VP, sum bjóðar til jólafrokost á Hotel Brandan, har matstovan hevur navn eftir gamla Húsagarði, sum var her innan hotellið bleiv bygt við R.C. Effersøes gøtu, hinumegin ítróttaøkið í Gundadali. Eitt matstovuøkið, sum er nýtt menningarøkið í býnum. Ikki tí, VP hevur øll árini dugað, at skift millum allar matstovur í høvuðsstaðnum, eisini í Vágum og Vestmanna, so metingargurndarlagið verður betri og betri.

Innast í matstovuni er intimt dekkað upp so vínkennarin, Anders Regout, og hansara menn, kunnu skeinkja og greiða frá, so hvørt teir lata eina nýggja fløsku upp til at skapa nýtt smakkperspektiv. Afturvið er væl paraður matur, sum kokkurin, Jaspur Svabo Jørgensen, hevur sett saman og gjørt til júst hetta høvið.

Tað nýggja er, at bæði øl og kokkteylar kunnu fáast púra alkoholfríir, uttan at smakkurin á nakran hátt kann sigast at draga frá. Smakkurin er í høvuðssæti, ikki virkningurin. Niðri á Paname hava tey til dømis týsku alkoholfríu ølina Dinkelacker frá Stuttgart. 

Fyrst er ein munnbiti við laksi, lagdur í eina langa blanka skeið í eini felags skál mitt á borðinum. So kemur italsk spumante, boblur, sum Vínkúllarnir kalla tað, og sum øll hava tikið upp eftir teimum, boblur, sum savningsheiti fyri froyðandi vín, hvørt tað er fronsk sjampanja, sponsk cava ella sum í kvøld italsk spumante. Boblur, siga Kúllarnir, sum vera hinumegin vegin, í Dansifrøði, leygardagin hin 9. desembur. Perlandi ljúvligu boblurnar eru frá Piemonte har norðuri í Italia. Ein forsmakkur av, at vit skulu norðureftir. Týskland er málið, og slagið er reytt og hvítt.

Tá paringin er perfekt, er ringt at siga, hvat stuðlar upp undir hvat, tí tá viga báðir partar javnt, tað, sum er á tallerkinum, og tað, sum er í glasinum. Á tallerkinum er nú eitt vatnbakilsi, gougères, at taka upp í hondina og bíta í. Og tað er ikki uppskúmað fløtakrem ella vaniljubudingur, sum er í. Nei, her er ræstur fiskur í og mín sann garnatálg. Ja, garnatálg. Akkurát tilpass herkin og ikki ov feit, so hon leggur seg ikki upp undir góman og skal hava okkurt sterkt at skola niður við. Nei, hetta er perfekt matchað í balansu, íbitna garnatálgin, og italsku boblurnar. Framúr.

Nú kemur tatarur, rátt malið neytakjøt frá Himmerlandi, borðreitt sum bleytur hondbiti, ið er sum taco at halda um, men við jólasalati og rivnum osti av Trøllanesi stroyddum omaná. Afturvið er annanvegin týskt Riesling úr Saarøkinum, og hinvegin reytt vín frá Piemonte. Paringin er nú flutt í mínar egnu hendur og tað riggar framúr væl. Kjak um borðið og við tænararnar, um hvat smakkar best og í roynd og veru, hvat góður smakkur er og hvussu vit finna hann. Tá kemur starvsfelagin Henny yvir til borðið og vil taka eina mynd av bloggaranum, sum filosoferar yvir smakk og match til høvið. Tað skal ikki standa á. Tað fær kreativa Henny, sum altíð er við tí góða orðinum, loyvi til.

Nú kemur høvuðsrætturin frá Jaspuri úr køkinum. Tað er hin hvítasti toskur, varisliga bakaður, so tú næstan kanst blaða í honum, sum var hann ein bók, ið lýsti føroyska fiskivinnusøgu. Afturvið er ikki bara Stodden vín, men eisini Gabel vín. Ja, Gabel var navnið. Toskurin er borðreiddur í smøri, beurre blanc, og lagdur undir rósukál, sum altíð hevur ein stuttligan grafiskan tekstur, ið minnir meg á netju. Árstíðin er akkurát til tað. Afturvið koma føst smá kókaði epli, og tvey týsk vín koma afturvið. Framúr í báðum førum. 

Omaná er sjokulátaganache við toffee sjerriísi. Afturvið er, kanska, tað allar besta í hesi perlurekkju av mati og drekka, tað søtasta úrvalsvínið, ausleese, 2006 Heyl zu Herrnsheim Pettenthal Auslese Goldkapsel Rheinhessen Týskland er langa og hátíðarliga heitið, sum nú eisini matchar vit etikettina við biskopala gylllykilinum. Betri verður tað ikki.

Men upp í móti er vesturindiska rommið afturvið kaffinum, sum Anders skeinkir. Ikki tí hann kann eisini skeinkja eitt glas av átjan ára gomlum Springbank whisky fyri fimmhundrað krónur fyri ein skonk, sum er tveir sentilitrar. Nei, tað verður til Clement rommið.  

Manga takk. Næstu ferð er tað Hallartún og Portugal.