Ikki bara fornminni, men helvtina, hálvtrýss prosent, av Føroya fornminnum standa nú fyri falli, takkað verið Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu.
Tað eru sambært stjóranum á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, bara tvey fornminni av serstakligum týdningi í Føroyum.
Tey eru Skansin í Havn og Múrurin í Kirkjubø.
Tað var annað evnið í frálíku útvarpsendingini, Breddanum.
Javnaðarflokkurin, sum bæði eigur borgarstjóran í Havn og havnanevndaformannin í Havn, hevur aftur drigið fram klandursskrímslið um privatkapitalistisku konteynarahavnina í høvuðsstaðnum, og mín sann eydnast at fáa uppskotið stemmað ígjøgnum.
Og tað hóast vit annanvegin hava havnir frammanundan - ein er beint við higartil nýggjasta tunnilsmunnan inn í Eysturoynna - og hinvegin at socialdemokratiski móðirflokkurin, kosta hvat tað kosta vil, skal kvetta við russaraflotan um tað so, sambært kvalifiseraðar gitingar norðan av landi, fer at kosta nýval. So tørvurin til havnapláss er longu avmarkaður.
Javnaðarflokkurin í Havn man kortini hava leitið leingi at finna argument fyri at byggja enn eina konteynarahavn fyri andre folks penge her í landinum.
Eitt er, um grannar, friðingarmyndugleikar, felagsskapir, savns- og varveitingarstovnar eru hoyrdir um konteynaraøðina hjá socialdemokratum í Havn. Annað er, hvat landsnevndin í Javnaðarflokkinum sigur til umsitingina av í fyrsta lagi borgararættindum og í øðrum lagi ørindarenningina fyri kapitalin í høvuðsstaðnum? Hvat sigur Javnaðarflokkurin á tingi til hetta? Hvat sigur Javnaðarflokkurin á fólkatingi til hetta?
Ella er hetta bara eitt uppskot um ársins reyðastu neyðrakett, nú høvuðsstaðurin liggur í tí grønasta stjóraloysi?