Skip to main content

Posts

Hvat verður Skálatrøð brúkt til?

Mynd: Hvannrók, Vagnur Michelsen Sum sæst á hesi mynd, verður Skálatrøð brúkt til parkeringspláss. Frá klokkan átta-níggju um morgunin til klokkan fýra-fimm út á seinrapartin standa tveyhundrað og fjøruti bilar parkeraðir her allar arbeiðsdagar. Frídagar eru teir burtur. Bilarnir hava eisini eigarar. Teir eru til arbeiðs á skrivstovum sum ikki eru ov langt burturi. Har sita bileigararnir, sum frammanundan upptaka eitt parkeringspláss hvør á besta parkettplássi í norðuratlantiska bláperluhøvuðsstaðnum, á síni fløtu reyv og upptaka tvífalt so nógv pláss, um teir ikki koyrdu til arbeiðis, men brúktu kollektivu skattafíggjaðu bussbýðarferðsluna. Slett einki pláss høvdu somu persónar brúkt, um teir sótu á kontórum og gingu millum húsini, sum eru í útryðjuni á býnum. Og heilt nógv, sum parkera, arbeiða eisini á miðbýarskrivstovum, har sama skrivstovuveldi eisini eigur skrivstovur í ýtryðjuni av býnum, men heldur spekulera í at leiga út. Hetta gera pengasterkastu fyritøkur í landinum

Alt sum dregur frá Danmark er gott

Nú vit fingu staðfest, at danskarin Hammershaimb ikki legði lunnar undir føroyskt skriftmál, men at tað vóru aðrir ikkiføroyingar, ið gjørdu tað, er tað ein sæla at hoyra svenskt í almannavarpinum frá morgunstundini, hvussu ótýdligt tað enn kann kennast í løtuni. Við javnt og samt at vísa til danskar keldur í útlendskum almannatíðindum, og annars bara at hoyra um tað, sum danskt er, og uttan himpr og filtur at fáa danskt mál - onkur sigur, at mentan og makt eisini fylgja við máli - fram á hvønn mentapall og morgunsendingar í landinum, ja tá verður tað eitt vælsignilsi at hoyra bæði norska almannastjóran og svenskt í almannavarpinum í morgun. Meira av tí og minni av donskum. Ikki minst tí, at í næsta mánað fáa vit ein svenskan film við føroyskum støði inn á okkum. Vit eiga at gira okkum til annað enn danskt. Tað eigur fólkaskúlin eisini at gera. At sleppa sær av við danskt. Soleiðis er tað!

Føroyakortið komið heim

Landkortøkið varð yvirtikið í gjár. Til lukku við tí, Sirið Stenberg og allir avvarandi stovnar og myndugleikar! Í 2014 góvu Nám og Føroya Dátusavn út nýtt Føroyakort, sum Rói Højgaard teknaði. Kortið fevndi eisini um havið, sum fekk litir eftir dýpi, og ikki var grátt eins og fyrr, og landið fekk litir eftir somu meginreglum, sum mest seldu skúlakort úti í heimi, heldur enn litleysar hæddarkurvar. Føroyakortið er síðan dagført, eitt nú við komandi undirsjóvartunlum inn í Eysturoynna og suður í Sandoynna. Vónandi fer eingin turistur at koyra til Sands í bræði. Men í hesum gleðiliga heildarhøpi vísir undirvísingarportalurin Snar á, at nýggjasta útgávan av Føroyakortinum kann takast niður á teirra heimasíðu. Tað var 10. desembur 2018 at løgtingið samtykti at yvirtaka kort- og landmátingarøkið, og í gjár, 1. apríl 2019, varð so landkortøkið yvirtikið. Hin 1. januar í 2020 verður sjókortøkið yvirtikið. Sama Føroyakort liggur eisini í háupploysn á Snar. Eitt dynamiskt Før

Eitt er fiskur, annað er toskur

Amerikanski sjónvarpsverturin, Jon Stewart, sum í sekstan ár stjórnaði The Daily Show , plagdi at enda við at siga "Here it is, folks, your moment of Zen". Uttan hansara sniðfundigu sarkasmu og politisku undirtónar vil eg flyta hesa margtýddu kontemplativu miðlavending og gera hana til mítt egna uppáhald eitt leygarkvøld heima í Havn, har mítt egna ýti og úrtøka varð staðfest við hesum Zenbuddistisku orðum við høgra fremstafingri hjá einum lámi í notublokkin á fonini: "Fellir inn í teg sjálvan og alt er gott. Tíðarleyst og vektleyst. Tað bara er. Fyrstu ferð eg havi kent eina Zen løtu yvir mati. Eg yvirgevi meg." Men innan varð tað so mangt. Her er hann avmyndaður úr køksvindeyganum í vikuni, einogfjøruti ára gamli Langstensmíðaði Magnus Heinason , sum í allari eyðmýkd er almenna føroyska havrannsóknarskipið og íspinnarin av endurfødda bankatoskinum. Eftir túr nummar nítjan hundrað og átta fyri Havstovuna skrivar kanningarleiðarin, Petur Steingrund, í

Tapas og søga hjá Katrinu

Meðan heglingur slær á heimarútin og deiggjhønur leggja fríggjadagsavrik út á Facebook, fari eg sjálvur annar oman á Katrinu. Tað er gamli handilin hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, sum stongdi í 2005 og lat upp sum matstova við sama navni fyri tveimum árum síðan hin 1. apríl í 2017. 22 ára gamla Magdalena Mørk, omanfyri, er matstovuleiðari og í kvøld er Mortan Borgarlíð kokkur við nýggjari tapas matskrá. Magdalena, sum hevur arbeitt her síðan matstovan byrjaði, var skiftisnæmingur í Minnesota, tá hon var 16, og dámar eins og javnaldrandi høvuðstænarin, Beinta á Bøgarði, væl at møta ferðafólki. - Fólk koma allastaðni frá, og tað er skeg at síggja, siga tær báðar og leggja afturat, hvussu væl tað gongur í ferðavinnuni. - Tí er natúrligt, at vit ætla okkum eina framtíð innan júst hesa vinnu, siga Beinta og Magdalena. Tær vísa okkum uppá og sýna heiðursborgaraprógvið hjá Williami Heinesen frá Tórshavnar kommuni í 1980, sum hongur á miðhæddini. Síðan fara tær longur upp