Skip to main content

Tapas og søga hjá Katrinu


Meðan heglingur slær á heimarútin og deiggjhønur leggja fríggjadagsavrik út á Facebook, fari eg sjálvur annar oman á Katrinu. Tað er gamli handilin hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, sum stongdi í 2005 og lat upp sum matstova við sama navni fyri tveimum árum síðan hin 1. apríl í 2017. 22 ára gamla Magdalena Mørk, omanfyri, er matstovuleiðari og í kvøld er Mortan Borgarlíð kokkur við nýggjari tapas matskrá. Magdalena, sum hevur arbeitt her síðan matstovan byrjaði, var skiftisnæmingur í Minnesota, tá hon var 16, og dámar eins og javnaldrandi høvuðstænarin, Beinta á Bøgarði, væl at møta ferðafólki.


- Fólk koma allastaðni frá, og tað er skeg at síggja, siga tær báðar og leggja afturat, hvussu væl tað gongur í ferðavinnuni. - Tí er natúrligt, at vit ætla okkum eina framtíð innan júst hesa vinnu, siga Beinta og Magdalena.


Tær vísa okkum uppá og sýna heiðursborgaraprógvið hjá Williami Heinesen frá Tórshavnar kommuni í 1980, sum hongur á miðhæddini. Síðan fara tær longur upp í Tornið, her hava øll rúm eitt navn, og vísa útsiktina til Nólsoyar, sum Føroya kendasti høvundur eisini hevur notið. Her andar alt av søgu og autentisiteti.


Guðrun Marna førir okkum til borðið í hugnaligu hølunum í gøtuhæddini, sum nú kóka av útlendskum ferðafólki. Ungu og kviku servitrisurnar, og ein maður, svara á tí máli, sum útlendski gesturin brúkar. Í natúrliga sjóðinum úr køki, har matgjørt verður, stórar kaffimaskinur blása og bryggja, og pískarar hoyrast, ganga Sigrun Smith og Kristina Sundstein henni til handa. Sjarma og søga, fyrstafloks matur, óformelt og nærverandi sigur heimasíðan.


Eftir eitt leskiligt vælkomuglas er fyrsti tapas rættur at deila royktur laksur við dild. Annar rættur er jomfrúhummari og jákupskel, panna cotta, við ríkiliga nógvum dressingi. Tá verður trupult at smakka kjarnan í lítla rættinum. Umframt eysturríkst hvítvín við liggjandi ferskusmakki, er alternativ djússkrá við tranaberi, súrepli og cider afturvið.


Triði tapas rættur er krokettir við osti, sum eru framúr. Fjórði tapas rættur at deila er rongkilsi rogn við reyðleyki og sitron. Aftur her er ríkiligt av dressingi.


Ein William øl, sum er eyðkennið fyri matstovuna, kemur á borðið og ger undurverk í akkurát hesi løtu. Samstundis sum ein fronsk tempranillo kemur á borðið til næsta rætt, hevur Guðrun Marna nú mixað eitt perfekt djúsglas við tranaberi og súrepli. Fimti rættur er flank steik av neyti, sum er løgd í chimchurri sós. Samstundis koma sætti rættur, ið er summarsalat við nógvari rukola, og sjeyndi rættur, sum er squash við rækjum. Omaná er kaffi og rabarbuísur við sjampanjuskúmi. Postalínið er alt úr Portugal.


Matskráin og upplýsingar á enskum og føroyskum um søguliga húsið eru settir inn í eina permu, sum er vælkenda Lademanns leksikon, sum fyrr var í teim mongu húsum, sum vóru limir í bókaklubbanum Union.


Í kjallaranum er ein snikkarabonkur, sum William Heinesen hevur brúkt, og Beinta vísur fram. Her ber eisini til at borðreiða fyri eini sekstan fólkum, siga tær báðar, Beinta og Magdalena. Á vegginum í matstovuni uppiá, har sum handilin og petroleumssølan var fyrr, er eitt uppslag um limaskap í Havnar Detailhandlarafelag.


Heimasíðan hjá matstovuni upplýsir, at har Katrina Christiansen stendur í dag, hevur verið virksemi síðani fyrst í 1700-talinum. Húsini hava havt minst fýra ymisk nøvn: Bartskerstova, Skálahús, hjá Restorff, hjá Heinesen og hjá Katrinu Christiansen. Umframt vinnuligt virksemi frá bartskerum til handil, verður eisini nevnt, at William Heinesen er føddur her og búði síni fyrstu barnaár "hjá Heinesen", sum húsini tá vórðu rópt. Hóast neyðugar ábøtur eru gjørdar, so er alt, sum kundi varðveitast í húsunum, varðveitt. Harafturat er nógv forkunnugt, sum var farið úr húsunum, afturfunnið og sett uppaftur.


Í 1927 fór Katrina Christiansen, dóttir Biritu og Kjalnes Petur, sum arbeiddi hjá Zachariasi Heinesen, at reka handilin. Tey bæði, Katrina og Zacharias, síggjast á myndini omanfyri. Katrina doyði í 1950 og sonurin, Halldor Christiansen, tók yvir og keypti handilin frá arvingunum hjá Zachariasi. Hann avmyndaði eg í 2009.


Halldor, sum stóð fyri handlinum í nærum 60 ár, andaðist 89 ára gamal í 2015. Í eina loftsrúminum eru skjøl hjá Halldóri, studentarhúgva, karakterbók, protokollir og leikutoy frá krígnum. So er at fara á vesið, har brandskaðar síggjast á brettunum.


Inni á vesinum hjá Katrinu eru tímilig ur og klokkur, øðrumegin við vísarum og á hinum vesinum uttan vísarar. Har hevur Kris Kristofferson signerað skeltið yvir kummuni.


Og útkomin av vesinum, kemur tú framvið einum tiltakandi wall of fame við sangarum og politikarum. Kosmopolitiskt er tað hjá Katrinu mitt í gomlu Havnini. Ein tíðarleys lukka, at privatfólk eru, ið fara so væl um okkara bý, og eru so hegnislig, at tey umvæla gamlar stovur og blæsa lív í tær, heldur enn at alt verður javnað við jørðina og hvørvir fyri okkara eygum. Gleðiligt, at so nógvar stovur eru varðveittar og verða brúktar sum veitingarstøð og megna at fevna ferðavinnuni júst á hesum leiðum. Manga takk fyri tað!