Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Steinprent

Millum gløggar jólavágir

Gamli býurin millum vágirnar, soleiðis verður býlingurin úti á Reyni og har um leiðir nevndur í tí mest forvitnisliga partinum av Tórshavnar býaratlasi , sum kom í 2007. Omanfyri síggjast húsini hjá Visit Faroe Islands, men sum eldri havnarfólk kalla hjá Wellejus, og uppaftur eldri kalla Gamla Kristnastova. Gulu húsini eru Landshandilin í upprunalitinum, so sum eg minnist hann, og húsini í brekkuni aftanfyri, sum ikki síggjast, men verða rópt Kristnastova, eru bygd í 1902, so hesi hvítu hús eiga at vera eldri. Men gjøgnum tíðina eru tey bygd um, sigur Birgar, serliga eftir at danski verkfrøðingurin Frithjof Wellejus kom til Føroya í 1919. Hann búi fyrst á Hotel Djurhuus, tað er núverandi Áarstova, fór at leggja el inn hjá føroyingum, og í 1935 keypti hann hesi húsini, og bygdi uppá, so sum vit hava kent tey í eitt mannaminni, við Hellesen battaríreklamu á sermerkta hvíta trappuskjøldrinum. Har gjørdu tey útvarpstól, og eg haldi, at Finnbogi, sum eg arbeiddi saman við í Útvarpinum á

Geytajól

So er klárt til Geytajól. Her situr ein vælnøgd dómsnevnd í Barbara Fish House eftir lokið dagsverk í Norðurlandahúsinum. Nú er alt klárt. Kristina og Jórun Sufía serveraðu og tóku myndina av okkum seks. Frá vinstru síggjast Marjun Niclasen, Jan Berg Jørgensen, Sif Gunnarsdóttir, Petri Kemppinen, Inger Smærup Sørensen og eg sjálvur. Petri, sum er innbodni gesturin í ár, er stjóri í Nordisk TV & Film Fond, ið er stovnur undir Norðurlandaráðnum í Oslo. Hvørt ár stuðlar hann spæli- og sjónvarpsfilmi í Norðurlondum við 90 mió donskum krónum. Inger samskipar alt Geytatiltakið fyri Norðurlandahúsið. Eins og undanfarin ár er útselt til filmskvøldið í annaðkvøld, fríggjakvøldið 11. desember. Henda dag hevur føroyskt filmskvøld verið fýra ár á rað, har ein Geytavirðisløn og ein Áskoðaravirðisløn hevur verið latin. Í ár er tað Tryggingarfelagið Føroyar, sum letur Geytan, meðan Tórshavnar Kommuna aftur letur Áskoðaravirðislønina. 22 filmar komu inn og fríggjakvøldið kappast 10 filmar um

Gávugløgg

Hetta eru gávuprent til limir í Steinbrá. Eitt av fýra ymsum talmerktum og signeraðum prentum, sum Zacharias Heinesen akkurát hevur gjørt í Steinprenti. Týsdagin 15. desember millum klokkan 16 og 18 er gávugløgg í Steinprenti. Tá kanst tú heinta títt gávuprent. Tá kanst tú eisini gjalda limagaldið fyri 2016 og fáa gávuprentið í gløggu jólahondina. Í Steinprenti fer Marius Olsen at gera plakatina til Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum í 2016, og í summar verður Zacharias Heinesen 80 ár. Tá skipar Listasavn Føroya fyri framsýning. Vit síggjast!

Donsk grafisk sambond

Undir heitinum Grafisk sambond sýna tólv donsk listafólk fram prent í Norðurlandahúsinum, sum eru gjørd í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Omanfyri sæst Bjørn Nørgaard, við rygginum fyri, saman við Magnus Andersson, Fríðu Matras Brekku og Jan Andersson, sum reka Steinprent. Prentini, sum eru í ymsum støddum, síggjast í forhøllini, Skálanum og Dansistovuni í Norðurlandahúsinum til 19. november. Kendastur av teim tólv er Bjørn Nørgaard, sum hevur fingið tólv føroyskar kvinnur at posera naknar.  Færøsk topografi er heitið á prentinum, har fotomyndirnar eru settar inn í náttúruna. Bjørn Nørgaard hevur fyrr arbeitt við nakna kvinnukroppinum. Tað var í 1969 tá konan, Lena Adler Petersen, gekk við einum hvítum krossi gjøgnum Børsin sum Hin nakni Kristus. Svend-Allan Sørensen er hugtikin av krákum og at veiða fugl. Kanska er tað ravnurin, sum er ein orsøk til at honum dámar so væl Havnardal, ravn og havn. Navnið hevur hann sett inn í sangin hjá Townes van Zandt, Black Cro

Taks skalt tú hava!

Mong eru vit, ið eru farin um miðjan aldur og reiðiliga tað, sum minnast lívið á Havnargøtum í 70’unum. Gamaní vóru vit smærri og Havnin okkum størri, men tó minnist eg serliga sunnukvøldini við útimøtum á rað og uttan slit frá Ebenzertrappuni og allan vegin oman á Vaglið. Ikki var tað langt, men tað var innihaldsríkt og savnaði í hvørjum króki hópin av fólki. Serliga ungfólk, sum komu av bygd og lærdu í Havn ella gingu í skúla. Øll høvdu tey lisið seg av bygdini og beint higar til høvuðsstaðin. Somu fólk fóru upp at gartera hóskvøld, tí tá var brennivínsaftan, sum kanska endaði í Kvøldloti. Dagin eftir fóru tey heim. Við rutu eftir Oyggj ella í bili hjá einum bilmekanikaralærlingi úr heimbygdini. Henda fólkamongd skapti eitt ótrúligt lív í evarska lítla miðbýnum í Havn. Skiftandi savningarstøðini, ella steðgistøðini, kundu vera í Gundadali, Ítróttahøllini, Sjónleikarhúsinum, Losjuni, á Ebenezertrappuni, Kondittarínum, Káta Horninum og Vaglinum, í Havnar Bio, Diskotekklubbanum, Skan

Ian McKeever: Hours of Darkness. Hours of Light

So er fríggjamorgun. Eftir ótamdar óveðursdagar skínur sólin á tóma kampingplássið Yviri við Strond og skapar nýggja kontrast millum ljós og myrkur, har náttin slepti degnum einustaðni millum sjógv og land. Miðlarnir, sum brúka svertu í upplýsing, ganga støðugt fremstir at gera okkum býttari, sum í hesum føri har Jútlandspestin sigur skúlaðum fólki, at enn ein massakra hevur verði í Skotlandi, har høvd longu eru farin at rulla. Bretski gerandisspegilin síðani 1903, Daily Mirror, meldar svart og speglar okkum eina tíðuliga ónøgd, sum vóru vit á einum dreingjavesi í barnaskúlanum í hálvtrýssunum. Ella á Facebook beint nú. I couldn't care less. Retorikkkurin í miðlunum er so djúpt fordummandi, Dimma og Sosialurin íroknað, at nú fari eg í Listaskálan í svørtum bili at vita um eg finni ljósið. Í Listaskálanum er Ian McKeever (f.1946), sum er millum fremstu og týdningarmestu listafólkini í Bretlandi. Tað sigur Nils Orth, stjóri í Listasavni Føroya, tá hann setir framsýningina

KLOMBUR : ZVEN BALSLEV

Í morgin, fríggjadag 24. apríl kl 16:00, letur Zven Balslev (f.1977) upp fyrstu serframsýning í Steinprenti við 35 tekningum og grafiskum myndum. Framsýningin Klombur hongur uppi í tvær vikur. Í tíðindaskrivi sigur Steinprent soleiðis um stuttliga heitið á framsýningini: - Eitt klombur er tann, sum ikki ger tað, sum gerast skal, á hegnigan, rættan ella vanligan hátt. Í skúlahøpi er klombrið kanska næmingurin, sum ongantíð fær meira enn helvtina við av undirvísingini. Zven Balslev er als ikki nakað klombur, men ein gávaður listamaður. Hesin listamaðurin er sjálvur útbúgvin á kunstakademinum, men hann hevur samhuga við og innlit í sjónarmiðið hjá klombrinum, outsidearanum, sum í staðin fyri at vera til staðar og lurta eftir læraranum, kanska heldur situr og dagdroymir í skúlastovuni. Sjórnarhornið hjá klombrinum gevur kanska ikki teir bestu karakterirnar, men tað er av sonnum listarliga gevandi - hetta kunnu áskoðararnir vissa seg um á teirri forkunnugu framsýningini í Steinpren

Silje úr Tróndheimi vitjar

Norska Silje Engeness er innbodni dómsnevndarlimurin í ár, sum saman við Sif Gunnarsdóttir, Jan Berg Jørgensen, Marjun Niclasen og mær sjálvum, skal taka dagar í millum, hvør av teim tíggju stuttfilmunum, ið kappast um Geytan, er hin besti. Silje, sum hevur lisið dramaturgi í Aarhus, varð í januar í ár sett í starv at leiða altjóða filmsstevnuna Kosmorama í triðstørsta norska býnum, Tróndheimi, ið er vinabýur við Klaksvík. Norska filmstevnan, sum er á hvørjum ári í mars, hevur í ár tíggju ár á baki. - Her búgva 170.000 fólk, og vit hava selt tilsamans 18.000 atgongumerki teir seks dagarnar, filmsstevnan var í ár, sigur Silje, sum fegin vil hava samstarv við føroyingar innan film og grafikk. - Setningurin hevur verið at gera ein spælifilm í hesum øki og tað hevur eydnast eftir tíggju árum. Mín egni setningur verður nú, at klára at gera ein nýggjan spælifilm, sum kann verða frumsýndur til filmstevnuna fimta hvørt ár! Umframt norskan film, leggur filmstevnan Kosmorama seg eftir