Mong eru vit, ið eru farin um miðjan aldur og reiðiliga tað, sum minnast lívið á Havnargøtum í 70’unum. Gamaní vóru vit smærri og Havnin okkum størri, men tó minnist eg serliga sunnukvøldini við útimøtum á rað og uttan slit frá Ebenzertrappuni og allan vegin oman á Vaglið. Ikki var tað langt, men tað var innihaldsríkt og savnaði í hvørjum króki hópin av fólki. Serliga ungfólk, sum komu av bygd og lærdu í Havn ella gingu í skúla. Øll høvdu tey lisið seg av bygdini og beint higar til høvuðsstaðin. Somu fólk fóru upp at gartera hóskvøld, tí tá var brennivínsaftan, sum kanska endaði í Kvøldloti. Dagin eftir fóru tey heim. Við rutu eftir Oyggj ella í bili hjá einum bilmekanikaralærlingi úr heimbygdini. Henda fólkamongd skapti eitt ótrúligt lív í evarska lítla miðbýnum í Havn. Skiftandi savningarstøðini, ella steðgistøðini, kundu vera í Gundadali, Ítróttahøllini, Sjónleikarhúsinum, Losjuni, á Ebenezertrappuni, Kondittarínum, Káta Horninum og Vaglinum, í Havnar Bio, Diskotekklubbanum, Skansastovu og Perluni, á Kongabrúnni og Molanum, og Skansanum, um væl vildi til. Hesin fjøltáttaði álur, oman og niðan í Havn, kemur her í longsta setningi á blogginum:
Í barakkhølunum í Gundadali kundi okkurt spennandi orkestur
spæla, at fíggja ivasom ítróttatiltøk, meðan verðinsnøvn sum Savage Rose spældu
í nýbygdu Ítróttahøllini uppi á Hálsi, og ein góður filmur við Alain Delon meir
enn so kundi ganga eitt gerandiskvøld hjá hábærsliga Ewaldi niðri í
Sjónleikarhúsinum, meðan hin nýklipti Sonne setti nýggjastu plátur við
Steppenwolf og Creedence fram í SHJ gluggan, og Hansemann pussaði brillurnar
og tendraði fyri íslendsku Mánar í Losjuni, og kvøldið fall á, og útistrok savnaðust
á Ebenezertrappuni við miskunnsamari fríggjakvøldssuppu, eitt hanagleiv frá
Mary og teimum, sum í Kondittarínum borðreiddu við sodavatnísi og othellolagkøku
um dagin, haðan tú frá besta plássinum sást yvir á Káta Hornið, har tú skuldi
vara teg fyri fýrverki og heimagjørdum bumbum á nýggjárinum, tí har komu Lonadreingir
og allir búllar í býnum, meðan pylsuvognarnir á Vaglinum, serliga hin hjá
Boggu, hvørt kvøld angaðu av pylsu, ein omanfyri og tveir niðanfyri, og tað
glitrandi løriftið við Marylin í bilettlúkuni í Havnar Bio vísti eitt annað
slag av filmi, tí hann kom úr Hollywood hjá Farodane, har Arbeiðsmannafelagið
nú byggir eitt verkamannamonument, og fór tú upp ta syndigu breiðtrappuna í
Diskoteklubbanum, so fekst tú autograf á eina appilsingula plakat frá ljóshærdu
og stuttskjúrtaðu Sally Carr, tí hon sang í Los Caracas, sum næstu løtu vórðu
Middle of the Road, og eina kvøldið høvdu tey í Skansastovu rullað allar
hátalalar niðan á Vaglið og sett for frá, so óð vóru tey um Diskotekklubban og
halgidagslógina, og bilar brendu og løggan sprændi táragass við sjefarahundum
millum hinar keturnar, sum Jóhan yrkti um, kring fløskufylta vøllin, ið enn er umgirdur
av leinkjum, og ein hvítur Suzukilastbilur steðgaði við Apotekið og setti ein
krossfestan yrkjara í lendaklæði við tilboðsgluggan í Bókahandilinum, har tey
innanfyri áttu Stillinger, sum vit lúrdu í, og lærarar úr Hoydølum lýstu við
Fassbinderfilmi á diskinum í Perluni og verðinsjazzi í krókinum við Vogel, og
seinni Dexter uppi í Kommunskúlanum, og so innum á Hotel Føroyar niðri á
Kongabrúnni at sammeta súreplakakuna við hana á Hafnia, tí ein okkara var farin
at læra til kokk, men tær stóðu báðar á jøvnum, afturvið
jarðarferðarstemninginum hjá serveringsdamunum í svørtum kjóla við hvítum
fyrriklæði, og so út á Molan at fylgja við skipasøguni, eisini tá verjuskipið
kom við teim yvirlivandi frá flogvanlukkuni í Mykinesi, og vildi væl við, so
fekst tú eitt fríggj á Skansanum ella í einum báti, sum afturvið einum práti um
Rannvá lá duvandi við Eystaruvág har eingin sá, meðan reyða knallertin stóð,
har tú setti hana.
Og so anda vit inn og eru hálva øld seinni í nútíðini við
punktum og øllum. Carpe Diem. Grípa dagin í sama býi, her og nú.
Tað hevur verið sagt, at miðbýurin er deyður. Kanska serliga
síðan kreppuna í 90’unum, ið hvussu er síðan aldar- og túsundáraskiftið. Men fyri
fáum árum síðan varð eisini sagt, at nú vóru nýggjar vónir fyri einum livandi
og kreativum miðbýi í Havn. Henda nýggja miðbýarvón og livandi ál vaks seg út úr
Vágsbotni, út undir Bakka og serliga út eftir Skálatrøð, inn í krókin hjá
Öström, og út til Skeivapakkhús og Müllers Pakkhús. Altjóða matstøð, barrir og
kaffistovur, grafisk verkstøð, gallerí og upptøkustudio, samansett sølubúð,
fotoateliér og rúmlig høli til alskyns endamál í maritimum umhvørvi á privatum
fyritaksomum hondum, í einum søguligum øki, sum Kommunan og Havnin siga seg
vilja friðhalga og foredla um tann ganska bý, ja heilt út á Skansan.
Best sum ferð er komin á hesa kreativu og mennandi gongd, ið
er beint eftir bókini hjá Richard Florida og hansara tonkum um kreativu stættina,
so flytir landsins skattainnkrevarji, Taks, inn í hetta vaksandi kreativa privata
fokusøki, sum Heini røkir av einslistum.
Nú hava vit Taks á Vestaruvág, Tryggingina á Eystaruvág og
Býráðið, við uppihaldstrappu, mitt ímillum. Til samans kundu tey latið upp fyri tveyhundrað familjum,
sum beint nú gjørdu miðbýin livandi. Umframt tey úti á Reyni, sum dagliga
hjúkla um heimsins minst brenda og best varðveitta høvuðsstað. Á einum
frímerki, uttan uppihaldsskyldu.
Taks skalt tú hava!
Loftmyndina tók Ólavur Frederiksen, Faroephoto