Skip to main content

Millum gløggar jólavágir


Gamli býurin millum vágirnar, soleiðis verður býlingurin úti á Reyni og har um leiðir nevndur í tí mest forvitnisliga partinum av Tórshavnar býaratlasi, sum kom í 2007. Omanfyri síggjast húsini hjá Visit Faroe Islands, men sum eldri havnarfólk kalla hjá Wellejus, og uppaftur eldri kalla Gamla Kristnastova. Gulu húsini eru Landshandilin í upprunalitinum, so sum eg minnist hann, og húsini í brekkuni aftanfyri, sum ikki síggjast, men verða rópt Kristnastova, eru bygd í 1902, so hesi hvítu hús eiga at vera eldri. Men gjøgnum tíðina eru tey bygd um, sigur Birgar, serliga eftir at danski verkfrøðingurin Frithjof Wellejus kom til Føroya í 1919. Hann búi fyrst á Hotel Djurhuus, tað er núverandi Áarstova, fór at leggja el inn hjá føroyingum, og í 1935 keypti hann hesi húsini, og bygdi uppá, so sum vit hava kent tey í eitt mannaminni, við Hellesen battaríreklamu á sermerkta hvíta trappuskjøldrinum. Har gjørdu tey útvarpstól, og eg haldi, at Finnbogi, sum eg arbeiddi saman við í Útvarpinum á Bryggjubakka, mundi vera seinasti radiomekanikaralæringur her, avlærdur mitt í 60'unum, tá brøðurnir Marstein tóku yvir og fóru at selja Philips, og umvæla uppi í Ydun, sum einaferð var Litfagra, og nú er íslendsk sendistova. Í dag eru Visit Faroe Islands í hesum sjáldsomu hvítu húsum, har Atlantic Petroleum nýliga helt til. Í Tórshavnar býaratlasi verða húsini tó ikki mett sum varðveitingarverd. Helst tí, at tey eru so nógv umbygd. Venda vit okkum hinvegin, so sæst risastóri veggurin hjá Tryggingini um alla Kongabrúnna.


Hesa permumynd gjørdi Philippe Carré til tíðarritið Brá í 1985 av sama staði, sum eg nú standi. Samstundis skrivar hann hesi stikkorð:

Hundrað ár frá viði til betong
Glas til at síggja ígjøgnum og spegil til at senda ljósið aftur.
Rúmd og dýpd aftan fyri framsíðuna í tveimum dimensiónum
kemur liturin fram


Og so fara vit yvir um vágna til Kongabrúnna, og síggja stuttligu kulissuveggirnar, har sum Sjóvinnubankin einaferð var, og húsini undir Kjallara, tey rópa.


Og so til hina vágna í Havn. Klokkan 16 til 18 í dag vil eg ráða til at leita hana upp, Vesturvág. Ganga út á Skálatrøð, og fara inn í Føroya elsta vinnubygning, sum Óla Jákup Rólantsson hevur avmyndað í so frálíkum litum og ljósi, tað er bollafabrikkin hjá svenska Öström. Og so er at velja hurðina, sum eitur Steinprent. Har bjóðar stuðulsfelagið Steinbrá gávuprent og gávugløgg. Tað fyrra hevur Zacharias Heinesen gjørt til limir, og tað seinna hava Jan og Fríða gjørt á verkstaðnum til tín. Væl møtt!