Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Steinprent

Portraits of the loved ones

Fríggjadagin 26. januar klokkan 15-17 letur Hansina Iversen upp málningaframsýning í Steinprenti. Á framsýningini verða myndir framsýndar við felagsheitinum Portraits of the loved ones . Myndina av Hansinu niðanfyri og hina niðastu tók eg í Listaskálanum tá Várframsýningin læt upp í fjør. Heitið ber brá av figurativum portrettmyndum, men er í veruleikanum ein tilsiping til egin verk og til skap i verkunum hjá listakvinnuni Hansinu Iversen, ið øll árini hevur verið trúføst móti sínum egna listarliga, nonfigurativa útgangsstøði, tó at hon støðugt førkar seg yvir í tað ókenda, sigur Steinprent í almennari innbjóðing. - Heitið á málningunum kom mitt í arbeiðsprosessini, tá listakvinnan helt seg kenna aftur onkur skap, sum hava verið í hennara málningum áður, verður sagt í tíðindaskrivinum. - Tað eru hesi skapini, ið tykjast vera komin afturíaftur, sum málarin skýrir at vera síni elskaðu ella Portraits of the loved ones . Hóast okkurt kent hómast í organisku formatiónunum og sjálv

Tróndur ger gávuprent

Í Grafiska Verkstaðnum Steinprenti hevur Tróndur Patursson gjørt ársins gávuprent til limirnar í Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá prentverkstaðnum. Gávuprentini fáast á framsýningin Myndaódnin,  sum lat upp í dag, og er opin fram til á jólum. Seks talmerkt og signeraði blá prent hjá Tróndi í stødd 25 x 20 cm eru tøk. Her liggja tey á borðinum, og á niðaru myndini síggjast tey innrammaði á vegginum í Steinprenti. Myndaódnin er ein framsýning við eini ørgrynnu av listaverkum, sum øll eru til keyps, sigur Steinbrá í limabrævi undan framsýningini. - Kennir tú onkran, sum hevur uppiborið eina serliga jólagávu, kann vera, at tú finnur hana í Myndaódnini . Samstundis er umrødda gávuprent at fáa fyri limagjald í Steinbrá, sum er 500 krónur um árið. Hetta er at meta sum ein listaíløga, sum loysir seg fyri øll, sigur nevndin í limabrævi. Millum prentini á myndaódnini er hetta spennandi prent í brúnum hjá Roj Friberg, sum andaðist í ár, 82 ára gamal.

Stórt virksemi í Havn

Veit ikki, um tað bara er Mentanarnáttin í morgin, sum er orsøkin, men í dag er stórt virksemi í Havn. Hús verða umvæld, sum her í Bringsnagøtu, har vindeygu og klædningur í Klokkarastovu verða skift út og hildin í sama góða, gamla stíli. Maskinur ganga, hamarar smíða og bilar hjá kommununi koyra til og frá. Undir Bryggjubakka, innast í Vágsbotni, verður fyrst borðað og síðan stoypt í aftur. Eg spyrji, hvat hetta er, og arbeiðsmenninir bara peika á runda forboðsskeltið niðanfyri. - Eingin respekterar hatta skeltið. Nú verða automatiskar sperrur, sum koma upp úr vegnum, settar her. Tá ber ikki til at koyra, uttan tú hevur eina fjarstýring, fái eg at vita frá sementblandandi arbeiðsmonnunum. Kanska er tað nakað um tað. Bilarnir hava ov stóran framíhjárætt í miðbýnum. Sjálvt framvið sølubrettunum og kaffistovunum í tronganum her og heilt út í Bakka, er ikki skomm skapt í sunnudagsbilførarum til gerandis í Havn. Men nú fær tað ein enda. Úti hjá Öström gera tólv kvinnur k

Sjá tú blánar Listaframsýning í Steinprenti

Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð. Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong, syngur tjóðin tær glaðasta song. Framsýningin Sjá tú blánar letur upp mentanarnáttina klokkan 17. Hon er fjølbroytt og eitt sindur øðrvísi enn aðrar listaframsýningar við tað, at hon er konseptuel, og byggir á eina yrking, sum Hans Andrias Djurhuus skrivaði í 1920. Flestir føroyingar kenna yrkingina, sum verður framførd við lagi eftir Gunnar Mikkelsen, tá flaggdagur er. Yrkingin vendir sær sum kunnugt til Merkið, hvørs reyði, blái og hvíti litur myndar koloristiska útgangsstøðið hjá framsýningini, sum eisini innihaldsliga nertur við tjóðskaparlig evni. Ultramarinbláar eru fýra framúrskarandi kompositiónir hjá Tróndi Patursson, sum við síni svimlandi dýpd geva okkum eina stórbæra visión av kosmiskum upplivingum, sum Tróndur Patursson hevur havt á sjóferðum sínum. Bæði evnisliga og stílsliga fevnir henda listaframsýningin nokk so breit

Toni Larsen í Steinprenti: Orðsins mynd og ljóðsins taktir

Teldutala Framsýningin, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 15. apríl klokkan 16 er øðrvísi, frísk og egin. Listakvinnan Toni Larsen verður ofta allýst sum málari og grafikari. Hon er eisini keramikari, og óansæð um hon málar, sker í linoleum, teknar á litografiskar steinar, fotograferar, evnar leir ella annað tilfar til standmyndir, er hon helst fyrst og fremst yrkjari - tað er bara tilfarið, sum varierar. Hennara keramisku standmyndir eru organiskar, abstraktar, men  tykjast onkursvegna náttúrutilsipandi og gróðrarmiklar. Listarliga tilgongdin hjá Toni Larsen er poetisk, um somu tíð spontan, skjót, filosofisk og sein við tilvitaðari nýtslu av automatskrift  ella automattekning, har hon roynir at skriva ella tekna uttan at hugsa seg um og í staðin letur kenslurnar ráða so frítt sum til ber í einum fríum tankafloymi. Onkuntíð er úrslitið ein yrkt mynd, aðrar tíðir kemur ein yrkt keramikkstandmynd ella ein yrking burturúr og nú verður høvið at síggja eitt úrval av hennara ve

Hanni Bjartalíð í Steinprenti

Teldutala Kurpali er heiti á framsýning hjá Hanna Bjartalíð við tjúgu nýggjum verkum. Snøgga og stuttliga orðið kurpali fevnir í týdningi um eitt lítið, óruddiligt kamar, men er eisini heitið, sum Ingálvur av Reyni valdi til nakrar smáar, men framúrskarandi nonfigurativar myndir, sum hann málaði í 1961, sigur Kinna Poulsen í innbjóðing til framsýningina, sum lat upp í dag. - Men í dag er talan um tysjandi, hugtakandi Kurpalið hjá Hanna Bjartalíð, sum vit hava høvi at uppliva, nú Hanni er komin til Havnar onkrastaðni á millumvegnum millum Glostrup, Nairobi og Klaksvík. Tey tjúgu nýggju verkini, sum øll eru til sølu, eru sett saman úr blandaðum tøkni. Fyri tað mesta er talan um standmyndir ella eitt slag av hegnisliga samansettum kassum við figurum í. Her er The Wild Rover.  Hanni Bjartalíð byrjaði sína listaleið meira traditionelt við tekningum og málningum, og hann fæst enn við tveydimensionella myndlist, men á hesi framsýningini verður mest av træstandmyndum, ella rel

Torbjørn fagnaður

Teldutala Í dag var fult hús í Steinprenti at heiðra Torbirni Olsen, sum fyllir 60. Hann hevði arbeitt í Steinprenti og nýggjasta prent varð, feskt úr pressuni, hongt á veggin og sett til sølu fyri 1800 krónur. 56 eintøk eru gjørd. Eg tryggjaði mær straks nummar fimm í glasi og rammu. Tað er Jan Andersson, sum er fryntligi litografurin, ið tekur ímóti, og eisini er myndaevnið í einum av stuttligu grafisku prentunum hjá Torbirni. Kinna Poulsen hevði tikið stig til grafisku framsýningina, og maðurin, Herluf Lutzen, spældi eina parafrasu yvir føroysk løg á jazzgittara, sum var tað sjálvur Wes Montgomery, ið stóð nýtendraður framman fyri okkum, meðan hon og Torbjørn bíðaðu eftir høvuðsrøðaranum. Bárður Jákupsson helt eina stuttliga røðu um Torbjørn sum ungan teknara, ja fyrst og fremst teknara, men so eisini anekdotiskar søgur, sum til dømis tá Torbjørn málaði biskuppin í Keypmannahavn, Ole Berthelsen. Tá málningurin varð liðugur og avhendaður, kom Torbjørn eftir, at

Torbjørn Olsen 60 ár fríggjadagin

Hoyr tekstin lisnan upp við teldutalu her: Fríggjadagin 22. januar verður Torbjørn Olsen 60 ár. Henda dag letur upp ein heiðursframsýning í Steinprenti við grafikki, sum Torbjørn hevur gjørt í samstarvi við litografin Jan Andersson frá 1993 til 2016. Omanfyri er Torbjørn avmyndaður í bussinum til Skálavíkar at fáa Mentanarvirðisløn Landsins 16. januar í fjør. Niðanfyri er Torbjørn avmyndaður saman við Zachariasi Heinesen í grafiska verkstaðnum Steinprenti í november í 2010. Aftanfyri sæst journalisturin Beate Samuelsen. Í marsmánaði í 2012 sýndi Torbjørn Olsen fram í Listaglugganum í Dr. Jakobsens gøtu í Havn. Í profil og front, fangaði eg hann framman fyri eini sjálvsmynd úr ateliérinum. 28. august í 2010 tá Heystframsýningini lat upp á Skipasmiðjuni, avmyndaði eg Torbjørn og myndhøggaran Andrias Andreassen framman fyri einum litføgrum málningi av Ester hjá Olivuri við Neyst. Á somu Heystframsýning sýndi Torbjørn Olsen fram ein stóran málning við bíbilskum mynda