Í Grafiska Verkstaðnum Steinprenti hevur Tróndur Patursson gjørt ársins gávuprent til limirnar í Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá prentverkstaðnum. Gávuprentini fáast á framsýningin Myndaódnin, sum lat upp í dag, og er opin fram til á jólum. Seks talmerkt og signeraði blá prent hjá Tróndi í stødd 25 x 20 cm eru tøk. Her liggja tey á borðinum, og á niðaru myndini síggjast tey innrammaði á vegginum í Steinprenti.
Myndaódnin er ein framsýning við eini ørgrynnu av listaverkum, sum øll eru til keyps, sigur Steinbrá í limabrævi undan framsýningini. - Kennir tú onkran, sum hevur uppiborið eina serliga jólagávu, kann vera, at tú finnur hana í Myndaódnini. Samstundis er umrødda gávuprent at fáa fyri limagjald í Steinbrá, sum er 500 krónur um árið. Hetta er at meta sum ein listaíløga, sum loysir seg fyri øll, sigur nevndin í limabrævi. Millum prentini á myndaódnini er hetta spennandi prent í brúnum hjá Roj Friberg, sum andaðist í ár, 82 ára gamal.