Skip to main content

Hanni Bjartalíð í Steinprenti


Teldutala

Kurpali er heiti á framsýning hjá Hanna Bjartalíð við tjúgu nýggjum verkum. Snøgga og stuttliga orðið kurpali fevnir í týdningi um eitt lítið, óruddiligt kamar, men er eisini heitið, sum Ingálvur av Reyni valdi til nakrar smáar, men framúrskarandi nonfigurativar myndir, sum hann málaði í 1961, sigur Kinna Poulsen í innbjóðing til framsýningina, sum lat upp í dag. - Men í dag er talan um tysjandi, hugtakandi Kurpalið hjá Hanna Bjartalíð, sum vit hava høvi at uppliva, nú Hanni er komin til Havnar onkrastaðni á millumvegnum millum Glostrup, Nairobi og Klaksvík.


Tey tjúgu nýggju verkini, sum øll eru til sølu, eru sett saman úr blandaðum tøkni. Fyri tað mesta er talan um standmyndir ella eitt slag av hegnisliga samansettum kassum við figurum í. Her er The Wild Rover. 


Hanni Bjartalíð byrjaði sína listaleið meira traditionelt við tekningum og málningum, og hann fæst enn við tveydimensionella myndlist, men á hesi framsýningini verður mest av træstandmyndum, ella relieffum, sum eru gjørdar úr vrakaðum træpettum og ymsum readymade lutum, spælikubbum og skeribrettum, sum Hanni fær fatur á ymsastaðni á loppumarknaðum og aðrastaðni. Her síggjast verkini Marta og Genderbenderbooze.


Endurnýtsla er umráðandi í listini hjá Hanna Bjartalíð, óansæð hvat hann tekst við, um tað er collage, máling ella húsastandmyndir, og alt tilfar verður brúkt, eisini pappírs- og trærestir. Hanni Bjartalíð hevur arbeitt við sínum sermerktu træobjektunum í eini tíggju ár.


Hann brúkar nógva tíð uppá at leita fram lutir, sum hann brúkar í sínum verkum. Verkini tykjast um somu tíð stuttlig, álvarslig og inniliga humanistisk. Tey eru eins og smáar kenslubornar pallsetingar, sum lýsa tilverunnar absurdu og stuttligu løtur. Hanni Bjartalíð arbeiðir ofta við verkunum í fleiri umførum, hansara málningar eru tungir av máling og standmyndir og figurar verður ofta lagdar til síðis og tiknar fram aftur seinni. Mannagongdin er spælandi og spontan, tað byrjar við onkrum ávísum hugskoti, men ofta er tað sum um verkið tekur yvir soleiðis, at tað endar við onkrum heilt øðrum enn byrjanarhugskotinum. Úrslitið er fjølbroytt og undirhaldandi list av sjáldsama góðum slag, sigur Kinna Poulsen í innbjóðingini til spennandi framsýningina í Steinprenti, har listamaðurin er til staðar í dag.