Skip to main content

Posts

Showing posts with the label altjóða samstarv

Playmo í Spania

Í dag er spanskur tjóðardagur, og helst er tað orsøkin til, at Dávur Poulsen í morgun varnaðist at hansara lag hevur verið spælt fyri hópin av fólki í Madrid í nátt. Dávur er av Strondum og býr í Fuglafirði. - Richie Hawtin, 52, er helst tann størsti tekno dj, sigur Dávur, sum hevur havt samband við hann síðan í juli, tá Hawtin fór at brúka løg hjá Dáva, sum í hesum høpi kallar seg Playmo.  Síðan Hawtin, sum er úr Kanada, kom fram í 1990’unum, hevur hann verið fremstur at skapa stílin minimal techno, serliga undir listanavninum Plastikman. Í tímalongum heimildarfilmi frá 2006 verður søgan søgd um Richie Hawtin. Dávur hevur fleiri ferðir verið í Grundini á G! - Eisini í 2019, tá tað gekk fínt, men sum vera man, rýmdu fólk til síðst at hoyra høvuðsnavnið á Sandinum, sum tað árið var Fat Boy Slim, sigur Dávur. Á G! skránni lýsa tey Dáva við hesum ensku stílistisku frøðiorðum: "Dávur’s style can be described as heavy and pumping, with inspiration from Detroit and Berlin."  Í apr

Allur heiður til Ukraina!

Meðan vit veita russarum allar tær tænastur, ið hugsast kunnu, sum um einki er hent í Ukraina hetta hálva árið, krevur Kaja Kallas, ið er forsætisráðharri í Estlandi, at nú skal Russland byrgjast inni.  Flogferðsla er steðgað, so einasti møguleiki hjá vanligum russum at ferðast til Evropa er gjøgnum Finnland, Estland og Lettland. ES má seta í verk eitt visabann móti russum at ferðast, sigur hon og siterar Roosvelt fyri skjótt hálvfems árum síðan: Her er einki at ræðast uttan ræðsluna sjálva. Kosta hvat tað kosta vil, skulu vit byrgja Russland inni, tí vanligi russarin skal vita og kenna á sær, at landið er í kríggj og dregur alt Evropa við sær. Tað gera vit ikki í Føroyum, sum er in the middle of nowhere, tí í Russlandi eru ov nógvir pengar at heinta. Tað er føroyska politiska ambitiónin: pengar fyrst og einki næst. Og meðan Føroyar halda fram at stuðla Russlandi, hevur einasti hugsunarflokkur í landinum eittans mál í dag: Skulu vit stilla upp til danska fólkatingsvalið og aftur avspor

Parlevliet á fjørðinum

  Um dagarnar kom eitt av smærru skipunum hjá Parlevliet & Van der Plas fram við køksvindeyganum og fór niðan gjøgnum fjørðin. Tað sæst á skorsteininum, har PP stendur skrivað.  Tað gevur mær høvi at leita aftur til greinina um niðurlendsku fyritøkuna, sum journalisturin Bart van der Pol úr Katwijk gav mær í enskari týðing at seta á bloggin í fjør heyst.  Møtti honum í Nashville í 1997, har vit vóru á Country Radio Broadcasters Seminar í Grand Ole Opry og skiftu um fløgur frá Tutl.  Síðan eg uppdagaði, hvar hann búði, havi eg ligið á kroppinum á honum um at skriva føroyingum eitt persónligt ferðabræv um at vera granni hjá Parlevliet og van der Plas familjuni.  Nú hepnaðist ein møguleiki, hóast hansara partur bara var týðingararbeiði úr niðurlendskum í enskt: Hvussu Katwijk legði høvini undir seg. Familjufyritøkan Parlevliet & Van der Plas gjørdist heimsmeistari gjøgnum lobbyarbeiði og sølu av fiskirættindum Birkblog 17. oktober 2021 Mynd av bryggjuni í Klaksvík har stropparnir

Kærleikin tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt - og tó

Eitt sindur um hvussu vit elska er heitið á nýggja filminum hjá Anton Petersen, sum hevur lisið film hjá Béla Tarr í Sarajevo.  Eftir eina inniliga nátt við eymleika og nærleika í einum brennivínsrúsi, sigur ein kvinna søguna um, hvat hendi, innan hon kom á ákærubonkin fyri at hava dripið persónin, hon helt seg elska yvir alt. - Hetta eru mest hugtakandi og longstu takes eg havi gjørt, sigur Kurt Ravn, og mátar við ørmum og fingrum, meðan vit saman við Sofíu Nolsøe tosa um, hvar á eini ál, sum byrjar í Hollywood og endar eystanfyri Moskva, vit eru, nú seinastu upptøkurnar eru lidnar. - Her eru í hvussu ongar blinkstrandi biljagstranir, so vit eru langt frá Hollywood, kanska í eystasta parti av Evropa og nærkast Asia, hvat filmiskari frásagnarrútmu viðvíkur, siga Kurt og Sofía. - Og stendur nakað og darrar í luftini millum okkum, so er tað har, sum ein partur av longu upptøkuni, sigur Sofía, og er av somu orsøk serstakliga spent at síggja filmin, tá hann er liðugt kliptur.  - Í mínum

Hvat ger Putin mánadagin?

Í Rituvík er ukrainski Oleksandr ørkymlaður. Um eina viku er 9. mai. Tað er gamli ársdagurin fyri russiska sigrinum á Nazitýsklandi í stóra fedralandskrígnum, sum vit vestanfyri kalla seinni veraldarbardagi. Eystanfyri er tað Russland, sum einsamalt vann, og tí skrivar søguna. Tað gera vinnarar altíð, bæði í skúlabókum og almannamiðlum. Púra einsamallir. Men tá er fortreytin, at vit liva í einum fulkomnum einaveldi, sum við sensuri og terror verður dikterað av einum einsamøllum diktatori. Tí forniska slagnum, sum Chaplin lýsti í samtíðarfilminum ”The Great Dictator” longu í 1940. Beint nú ein av heimsins týdningarmestu filmum. Oleksandr fryktar fyri, hvat Putin fer at gera viðvíkjandi Ukraina henda dag.   - Putin segði fyri einum mánaði síðan, at 9. mai fer Russland at hátíðarhalda yvirtøkuna av Ukraina, ella í minsta lagi lyklabýum sum Donetsk, Luhansk og Mariupol við Azovhav. So missur Ukraina havnasambandið har. Og Kherson eisini. Um hesir býir verða yvirtiknir, so vil øll ídnaðarli

Ukraina bankar á dyrnar

Ken Lindenskov Olsen og Mariia Shvets Olsen avmyndaði uttanfyri húsini í Varðagøtu 18 í Rituvík leygardagin, tá tey bjóðaðu til kaffi og ukrainskar hunangssøtar pinjukjarnur á heitum hornum frá mammuni Gunn. Tað er sjáldsamt í føroyskum miðlum at síggja tekst, sum er skrivaður á so fremmandum máli, sum ukrainskum. Tað hendi í farnu viku, tá boð vóru frá Námi til ukrainskar flóttar í Føroyum um, at nú vóru skúlabøkur á teirra móðurmáli tøkar á opna føroyska pallinum Snar.  Samstundis upplýsti Býarbókasavnið í Havn, at lánarar nú kunnu lesa ukrainskar barnabøkur, sum talgilt eru samsagdar á enskum og ukrainskum. Flóttar á Sandi fingu gávubræv frá Lions, og fríggjakvøldið vóru tíðindi í Degi og Viku um, hvussu væl ukrainsk børn kláraðu seg í skúlanum á Tvøroyri. Hetta er ein púra nýggj støða, har vit á fyrsta sinni fingu annað beinið beint í altjóða samfelagið. Okkara egnu politikarar hava nevnt, at vit kunnu væntað so mikið sum 200 ukrainsk flóttafólk. 150 teirra eru longu komin sum ferð

Bankatoskur sum í Chihuahua

Høvuðskokkur í Barbara Fish House, har tey fyri fullum húsum borðreiða við nýveiddum bankatoski, er hin ungi Daniel Gutiérrez Medina frá Chihuahua har norðuri í Meksiko dygst við Texasmarkið og ánna Rio Bravo. Daniel, sum sæst longst til vinstru, kom higar fyri trimum árum síðan úr Spania, tá hann á einum steakhouse hoyrdi um Føroyar og matstovuvinnuna her. Hinir, ið eru avmyndaðir saman við Daniel í køkinum á fiskamatstovuni eru Sigmundur, matstovuleiðarin John, Rói og Arni. Tær tríggjar, sum servera, eru frá vinstru Ophelie, Kristina og Rósa. Skipari á túrinum við havrannsóknarskipinum Jákupi Sverra, sum hevur lagt upp til matskránna, er Poul Johannes Falkvard, sum livandi kann siga frá um vælvaksnan bankatosk, sum henda túran vigaði heilt upp í 26 kilo. Besti toskur og hýsa nakrantíð, sigur skiparin. Allur bankatoskurin fer á fiskamarknaðin til marknaðararprís, har Barbara Fish House fær sítt fyri vanligan prís. Vaðhorn keypir rest og selja so til Spania sum bacalao. Eftir rembingar