Høvuðskokkur í Barbara Fish House, har tey fyri fullum húsum borðreiða við nýveiddum bankatoski, er hin ungi Daniel Gutiérrez Medina frá Chihuahua har norðuri í Meksiko dygst við Texasmarkið og ánna Rio Bravo. Daniel, sum sæst longst til vinstru, kom higar fyri trimum árum síðan úr Spania, tá hann á einum steakhouse hoyrdi um Føroyar og matstovuvinnuna her. Hinir, ið eru avmyndaðir saman við Daniel í køkinum á fiskamatstovuni eru Sigmundur, matstovuleiðarin John, Rói og Arni.
Tær tríggjar, sum servera, eru frá vinstru Ophelie, Kristina og Rósa.
Skipari á túrinum við havrannsóknarskipinum Jákupi Sverra, sum hevur lagt upp til matskránna, er Poul Johannes Falkvard, sum livandi kann siga frá um vælvaksnan bankatosk, sum henda túran vigaði heilt upp í 26 kilo. Besti toskur og hýsa nakrantíð, sigur skiparin. Allur bankatoskurin fer á fiskamarknaðin til marknaðararprís, har Barbara Fish House fær sítt fyri vanligan prís. Vaðhorn keypir rest og selja so til Spania sum bacalao.
Eftir rembingar og broytingar í matstovuútboðnum í Havn, har tað mest skakandi var, at Koks gjørdi korta prosess og flutti á eitt nes í Grønlandi - ið tó er sum einki at meta við Fogo Island Inn á Fogoynni í Nýfunnalandi í Kanada - er nú greitt, at nýggja navnið Roks hevur hertikið Fútastovu við vínlofti og grafikki hjá Tóroddi Poulsen. Hann hevur gjørt vart við seg sum matstovuyrkjari í nýggja savninum Verljóð.
Annars er alt við tær góðu gomlu dygdirnar við bestu rávørum av Føroyabanka, ið vit ikki hava smakkað síðan í mars í fjør, og servering í toppklassa í einastu fiskamatstovu í býnum - Barbara Fish House - mitt í søguliga konglomeratinum, har hølini eru søguligur karmur og pallseting fyri perfekta døgurðanum eitt fríggjakvøld úti - og tó heima - í Havn.
Ræst er í næsta grannahúsi uppat Nólsoyarstovu, sum verður endurreist, meðan Áarstova sæst úr gluggunum hinumegin steinsetta túnið í Gongini, og Mikkeller dandar upp móti vegginum.
Tað er fríggjakvøld mitt í Havn og fyrstu ferð at Barbara Fish House er opið eftir drúgva koronastongsilin.
Matstovuleiðarin John Mikkelsen, ið nýliga fekk Faroe Best virðislønina frá Bent Christensen sum ein føroysk ikon í matstovuyrkinum, tekur ímóti. Ensku orðini á heiðursskjalinum, sum tá varð handað í Húsagarði uppi á Hotel Brandan, vóru hesi:
"Many skills are needed in a Restaurant Manager. It is not just to oversee, being present, to serve, to converse meanwhile maintaining the art of discretion. Being able to read the guests wishes and expectations is one of the many talents that John Mikkelsen possesses."
Fyrst er eitt glas við rosé sjampanju, svalligt og perlandi smakkfult sum niðurundirkast innan gastronomiska túrin út á Bankan.
Jóhann er akkurát lendur við Danmarkarflogfarinum og hevur nýggjastu slóðir til Marsmyndirnar hjá granskaranum David Arge Klevand Pedersen frá DTU Space av rovaranum uppi á Mars. David avmyndaði eg við reyðum rúmdarmerki í reversinum úti í Kongshøll, tá hann fyri einum ári síðan greiddi frá myndatólinum, hann hevði ment, at leita eftir lívi uppi á Mars, meðan vit í aldargomlum stovum sita og dyrka havbotnin á Bankanum, og hvussu hann við uggum og nakka korresponderar við Chablis og franska lendið har, sum Dánjal í Nólsoyarstovu visti alt um, tann tíð tað var. Tað gevur líkasum eitt spenn í tilveruna, nú vit bíða eftir matskránni, sum hevur yvirskriftina “Føroyabanka toskur á Barbara”.
Ingvard og Ólavur, sum eru úr Leirvík, hava flakaskorið í køkinum. Ingvard fortelur um fyrsta túrin við línuskipi, tá hann var fjúrtan ára gamal, og tosið flytir seg yvir á nøvn í Norðuratlantshavi, serliga í Íslandi, har nógvir leirvíkingar fluttu til Vestmannaoyggjar, har teir róðu út, og bara kallaðu staðið í Oyggjunum, sum tá var alment kent landafrøðiligt frámerki - í Oyggjunum.
Fyrsti rættur er carpaccio, ráur og nýveiddur bankatoskur, skorin í tunnar álir, tilgjørdur við sólsterkari tomat og pinjukjarnum. Meksiko hevur longu gjørt innrás á Bankan, sum nú faldar seg út á borðið. Sindur heimligari er seinna helvt at forrættinum, rættirnir eru sjey, sum er lippur, ið hómast á borðinum á myndini aftanfyri carpaccio rættin.
Variantar av fiskasúpan, at stoyta úr kannu, er vørumerkið á Barbara Fish House. Í borðiskin kanst tú sjálv dosera spillfeska toskin við einum dismi av paprika, grønmeti og smáum rundum epli og einum farra av safran, sum í einum seinni rætti fer eftir korianderleiðini.
Nú kemur John við tí allarbesta Chablis, sum er tjúkt og kremut við nøtufyllu í smakkinum, tí nú er tað nýveidd hýsa av bankanum við sjáldsama góðum konsistensi og myrkari sós afturvið.
Fimti rættur av Bankanum er toskanakki, sum tey í grannalondunum siga um besta uggastykkið, við sterkum reyðum pipari omaná og grønum salati afturvið. Meksikanska íkastið fornoktar seg ikki. Sterkt og vælsmakkandi, fyrst koriander so kili við einum tiltakandi umhvarvi av jalapenjos, so tú fært hug at siga orð og nøvn sum Chihuahua at svala tær á millum bitarnar, nú vetrartíðin rennur út og hundar fara at goyggja eftir mánanum. Framúr vitjan av heíðunum í Meksiko. Eins og áður kanst tú blaða hvíta Bankatoskin upp í løgum, lag fyri lag.
So er seinasta servering av Bankanum innan jarðberjadessertina. Tað eru uggar av toski, sum eru tilgjørdir í kololju og borðreiddir við appilsinlittum søtepli, brokkolini og aspargus.
Afturvið jarðberjadessertini fáa vit passandi søtt suðurafrikanskt straw wine frá Stellenbosch, so nú røkkur jarðiska heimskortið víða. Men enn er ikki liðugt við nøvnum úr landalæruni.
Afturvið kaffi og heimagjørdari sjokulátu fáa vit romm úr Dominikalýðveldinum.
Móðurmálsdagur er, og vit skifta orð um grannahúsini, Nýggjastovu, og eitt av níggju børnunum hjá Hammershaimb, Gunnar, sum var føddur í Kvívík í 1862, livdi í Sveis sum víðagitin uppfinnari, skipasmiðjur og konstruktørur, og andaðist í býnum Winterthur har í landinum í 1947. Ein merkisverdur maður, ið eg aldri havi hoyrt um áður.
So niðan í BláBar, har Heðin Ziska Davidsen, Harald Fonsdal Johannesen, Karl Andrias Stórá og Kristian Blak spæla improvisatiónsjazz sum í Jazzklubbanum í sjeytiárunum og kvinkum og sniðgøtum í allar nýggjar ættir, eisini til Carlos Santana og Black Magic Woman eina løtu. Og tað er eingin sjálvfylgja at hava so høgt støði á einum opnum spælistaði, har almenningurin kann støkka innum, beint av gøtuni, meðan hýruvognar bíða í Steinatúni. Býurin er vaknaður og komin upp í ferð eftir drúgva niðurstongsilin. Tað er gott.
Leitar tú eftir toski í orðabókini hjá Sprotanum, so kemur tú eftir, at meðan nakað eitir toskur, so eitir nakað annað fiskur: fimm fiskar í part og nakrar upsar, sum sagt verður í einum dømi. Tá verður meint við, at góði fiskurin er eingin annar enn hann við toskaskræðu. Tað er undirskylt, tá vit siga, at vit fingu fisk og so hýsu og upsa.
Og leitar tú í kinesisku orðabókini hjá Sprotanum, so eru ikki færri enn nýggju orð, sum fara úr føroyskum og heilt til Kina, har hvørt einstakt orð hevur serliga merking, sum er knýtt at toski av okkara leiðum.
Bókin hjá Námi Fiskar undir Føroyum (2007) er løgd inn í leitorðaskipanina hjá Sprotanum, so til ber at sláa upp tað, sum skrivað er um fisk og tosk.
Í føroysk-týsku orðabókini finna vit Kabeljau, í sponsku bacalao og í italsku merluzzo bianco.
Taka vit saman um, so er øll hesi orðabókauppsløg greið tekin um ta søguligu makt og útbreiðslu, sum toskur í einum og øllum hevur havt á okkara leiðum - og sum Føroyabanki í dag í allari varisligheit minnir okkum á við frálíku borðreiðingini frá yvirlitstrolingini hjá havrannsóknarskipinum Jákupi Sverra.
Á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í 1997 førdi amerikanski journalisturin og fakbókahøvundurin, Mark Kurlansky, við nýkomnu metsølubókini Cod: A Biography of the Fish That Changed the World, prógv fyri, at fiskimenn úr Baskaralandinum høvdu verið undir Føroyum longu í 875 og veitt tosk, sum bleiv eitt søguligt maktamboð og gjaldoyra.
Toskur, tað er enn fiskur. Og av besta fiski er bankatoskur. Tað er Barbara Fish House prógv fyri. Prísurin fyri máltíðina við øllum er 1300 krónur.
Og vilt tú gira teg upp at eta tosk henda várdag, so er at byrja dagin við at fara úti í Sjósavnið á Argjum at hyggja eftir tí, sum livir í føroyskum sjógvi. Meðan børnini renna inn og út, fiska krabba og strika av, hvat tey hava sæð, kanst tú síggja og persónifisera - ja, fyrst og fremst allan fiskin, ið hevur toskaskræðu, og so hin eisini.
Og í vikuni var Upplivingarbreytin á NámX í Eysturskúlanum norðuri í Klaksvík og royndi sjólívið á Sjónámi, har Brandur, sum fyrr gekk á sama skúla í Havn, nú er leiðari. Soleiðis gongur alt í ring.
Henda unga svarthvíta mynsturtosk avmyndaði eg á Sjósavninum leygardagin.
Vælgagnist í nývaknaðum býi!