Meðan vit veita russarum allar tær tænastur, ið hugsast kunnu, sum um einki er hent í Ukraina hetta hálva árið, krevur Kaja Kallas, ið er forsætisráðharri í Estlandi, at nú skal Russland byrgjast inni.
Flogferðsla er steðgað, so einasti møguleiki hjá vanligum russum at ferðast til Evropa er gjøgnum Finnland, Estland og Lettland. ES má seta í verk eitt visabann móti russum at ferðast, sigur hon og siterar Roosvelt fyri skjótt hálvfems árum síðan: Her er einki at ræðast uttan ræðsluna sjálva.
Kosta hvat tað kosta vil, skulu vit byrgja Russland inni, tí vanligi russarin skal vita og kenna á sær, at landið er í kríggj og dregur alt Evropa við sær.
Tað gera vit ikki í Føroyum, sum er in the middle of nowhere, tí í Russlandi eru ov nógvir pengar at heinta. Tað er føroyska politiska ambitiónin: pengar fyrst og einki næst.
Og meðan Føroyar halda fram at stuðla Russlandi, hevur einasti hugsunarflokkur í landinum eittans mál í dag: Skulu vit stilla upp til danska fólkatingsvalið og aftur avsporað føroyska sjálvstøðu. Í allari verðini, ikki bara teirri donsku. Orsøkin er ein: milliónhøga lønin frá danska skattgjaldaranum. Vælgagnist tykkum.
31 ára tjóðardagur er í Ukraina í dag, og hálvt ár er liðið síðan russisku innrásina. Enn stuðla vit hesum aggressori, Russlandi, við hvønn havnakant í Føroyum. Tví vorði tykkum, sum leiða okkara land.
Slavi Ukraini. Allur heiður til Ukraina!