Í Rituvík er ukrainski Oleksandr ørkymlaður. Um eina viku er 9. mai. Tað er gamli ársdagurin fyri russiska sigrinum á Nazitýsklandi í stóra fedralandskrígnum, sum vit vestanfyri kalla seinni veraldarbardagi.
Eystanfyri er tað Russland, sum einsamalt vann, og tí skrivar søguna. Tað gera vinnarar altíð, bæði í skúlabókum og almannamiðlum. Púra einsamallir. Men tá er fortreytin, at vit liva í einum fulkomnum einaveldi, sum við sensuri og terror verður dikterað av einum einsamøllum diktatori. Tí forniska slagnum, sum Chaplin lýsti í samtíðarfilminum ”The Great Dictator” longu í 1940. Beint nú ein av heimsins týdningarmestu filmum.
Oleksandr fryktar fyri, hvat Putin fer at gera viðvíkjandi Ukraina henda dag.
- Putin segði fyri einum mánaði síðan, at 9. mai fer Russland at hátíðarhalda yvirtøkuna av Ukraina, ella í minsta lagi lyklabýum sum Donetsk, Luhansk og Mariupol við Azovhav. So missur Ukraina havnasambandið har. Og Kherson eisini. Um hesir býir verða yvirtiknir, so vil øll ídnaðarlig menning í Ukraina steðga.
- Um Putin hátíðarheldur 9. mai sum vanligt við skrúðgongu, so havi eg einki ímóti tí, sigur Oleksandr. Men fer hann at hava skrúðgongu við ukrainskum gíslum í Moskva, sum sagt verður í fjølmiðlunum, ella eina skrúðgongu í einum býi í Ukraina, so er tað als ikki í lagi. Tað er brot á mannarættindi.
Hetta fyllir nógv hjá Oleksandr, sum ikki dylir fyri, at hann heldur, at okkurt er galið við Putin. Onkur miðil spekulerar eisini í hesum, og hevur funnið søgur um at mamman varð neyðtikin, og Putin spurdist burturúr. Í kríggi er tað sannleikin, sum altíð er fyrsta ofrið.
- Putin ber í hvussu er eina øgiliga øði ímóti Ukraina, helst av tí at landið er byrjað at samstarva ov nógv við Vesturheimin, og samstundis mótarbeiða Russlandi, sigur Oleksandr.
- Eg havi eina vón um at ongin skrúðgonga við ukrainskum gíslum verður í Moskva. Men eg stúri fyri tí. Tí Putin vil vísa livandi dømi uppá hertøku. Eg vænti eisini, at tað verður eitt slag av massamobilisering, og at Putin fer at savna hernaðarstyrkir og fremja eitt heilt serligt álop á okkurt mið, sum skal raka Ukraina meint. Og at tað so verður sent, ella brúkt í miðlunum júst tá. Sum eitt feskt dømi á hátíðardegnum.
Oleksandr væntar, at Putin fer at halda eina persónliga røðu á degnum, so sum siður hevur verið tey seinastu árini.
- Helst fer Putin hesuferð ikki at hava røðu úr einum skotsikrum glasbúri, men úr einum bunkara. Tað gevur ongan meining at halda skrúðgonguna uttan Putin, sigur Oleksandr. Tað verður við marsjorkestri, hernaðarorkestri, sum passar til høvi, og við fýrverki um kvøldið. Eg vænti, at Putin fer at føra propaganda í stórum stíli, og at stilla Russland fram sum hetjuna, ið bjargar Ukraina frá nazismuni, og at hann fer at lúgva um, hvussu mong eru deyð, bæði hermenn og sivil. Og eingin veit, hvat annað hann fer at lúgva um, sigur ukrainski Oleksandr úr Rituvík.
Tað var, tá eg vitjaði dóttrina Mariiu og versonin Ken í Rituvík leygardagin 2. apríl í ár, at eg fyrstu ferð fekk innlit í støðuna í Ukraina, soleiðis sum fólk hagani sjálvi fata hana, eftir at hava livað eitt heilt lív har í landinum.
Tá spurdi eg hvørjar vónir tey høvdu um gongdina í krígnum.
- Vit meta, at kríggið fer at vara í minst ein mánaða afturat. Og at Ukraina fer at vinna kríggið. Ella rættari, at Ukraina í síðsta enda ikki fer at vera yvirtikið. Men reint hypotetiskt eru vit tilvitaði um, at Ukraina kann vera hertikið.
- Men tað megna vit ikki at hugsa um. So vónin má yvirvinna óttan. Vit taka ein dag í senn.
Henda sama dag var ein sera provokerandi útsøgn frá Putin komin fram á CNN. Putin kunngjørdi tá, at 9. mai verður Victory Day. Tá skal Russland hátíðarhalda endaliga sigurin yvir Ukraina.
- Hetta brennir seg inn á sálina, og gevur andstygd fyri øllum, sum Putin stendur fyri. Dagurin er ukrainski minnisdagurin fyri at nazistarnir taptu kríggið. Hóast dagurin er gomul minnishátið, eisini í Sovjettsamveldinum, var dagurin fyrstu ferð hildin á ukrainskum støði í 2015.
- Tað ber í sær eitt tekin um stórheitsvanvid og yvirleginheit. Og so verður ein massiv propaganda førd í Russlandi. Tað vekir øsing, og gevur eina kenslu av, at vit eru førd handan ljósið. Aftaná at síggja hvønn tann einasta dag, at sivilir bygningar og borgarar verða bumbað í Ukraina. Lík liggjandi á alfaravegi. Bløðandi barnakonur. Tá hópast upp heitar og frusterandi kenslur. Putinisma er tað nýgjasta orðið. Frammanundan hava vit hoyrt um Leninismu og Stalinismu. Putinisman ber í sær einans tað neiliga. Amoralitetur, propaganda, óndskapur og ómenniskjansligheit. Vónin er til staðar. Men tíverri er óttin eisini til staðar. So tað má kempast hvønn dag fyri at trúgva uppá, at Zelenskiyj fer at halda stand og ikki lata Ukraina verða yvirtikið. Slava Ukraini, sigur Oleksandr. Tað merkir Glory to Ukraine, allur heiður til Ukraina.