Skip to main content

Posts

Showing posts with the label bilar

Tjóðarbyggjandi jólagáva

Í dag varð Eysturoyartunnilin rætta jólagávan til allar føroyingar. Tað syrgdi Teitur Samuelsen fyri í beinleiðis Kringvarpssending, har landstýrismaðurin, Jørgin Niclasen, afturvið horntónleiki slapp at skera snórarnar til allar tríggjar tunlarnar. Myndina av Teiti og Tróndi, niðanfyri, tók eg 3. desember. Hinar eru frá í dag. Men dagsins orð varð “Frælsissúlan”. Tað orðið átti listamaðurin Tróndur Patursson, sum sipaði til súluna, sum helt øllum uppi í rundkoyringini mitt í undirsjóvartunlinum. Har hava hann og sonurin, Brandur, gjørt ein symbolskan ring við 84 fólkum, sum hond í hond síggjast í skiftandi ljósi afturvið eini ljóðmynd hjá Jens L.Thomsen. Eyðun Eliasen, arkitektur, lokaliseraði staðin sum “Underberg”. Veit ikki, hvussu sambands- og fráhaldsfólk á hesum leiðum fataðu tey bæði orðini, Frælsissúlan og Underberg, hesa uppbyggiligu hátíðarløtu við tilsipingum í Bíbilsøguna við søgunum um Móses og turrskøddu ferðina um Reyðahavið. Tí varð tað gott, at lokali borgarstjórin, A

Meðan vit bíða eftir tunlinum

Dagsins hetja, Teitur Samuelsen, fotograferaður við rundkoyringina í Eysturoyartunlinum í dag.  Í Námi hava vit arbeitt við undirvísingartilfari til Snar um nýggju farleiðina, sum fer at knýta Havnina saman við Eysturoynni, og gera eina søguliga nýggja meginlinju av flogvøllinum, um høvuðsstaðin, til Runavíkar og heilt til Klaksvíkar og aftur. Eitt søguligt knýti, ið ger flestu fólk og bilar í landinum so ómetaliga nógv meira flytbar enn nakrantíð fyrr. Ja, enska orðið mobility fer heilt vist at fáa nýggjan týdning og nýggja nýtslu í føroyska veruleikanum. Flytleiki og flytføri sum orðabókin sigur.  Í morgun skeyt starvsfelagin, Rói Joensen, upp, at vit burdu farið at fotografera í tí meir enn 11 kilometur langa Eysturoyartunnlinum, so undirvísingartilfarið eisini kundi verða í myndum og ikki bara í turrum teksti við tungum rokniuppgávum, og tað í góðari tíð innan tunnilin, sum er Føroya størsta verkætlan, letur upp leygardagin hin 19. desember. Tá eru allir skúlar farnir í jólafrí.

Atkvøðan fyri bilinum - er hon tín?

Nei, eg stilli ikki upp fyri bilaflokkin, hvørki hin eldrivna, bensin- ella dieseldrivna og øll teirra parkeringspláss, løðistøðir og oljupumpur.  Til kommunvalið í Havn er bilurin longu langt síðan komin í fokus. Soleiðis er serliga sjónligt í góðum tíðum. Materialistisku valevnini, ið ganga høgt uppí stakkalastás, hava longu tónað reint flagg: vit vilja bilin. Bilin til handils, bilin til útróðrarplássini, bilin til kontórini.  Í Havn ber einki til uttan bil.  Tað er handilsvinnan sloppin at siga síðan vit fingu egið gjaldoyra til almannagagnligu parkometrini í miðbýnum. Nei, eg meini, tað eru merkantilu høvuðsprestarnir, sum eru slopnir at siga tað í nokk so nógv ár. Uttan at nakað fellir í kassan til almannagagnlig endamál afturfyri. Soleiðis hevur borgaraumboðanin verið í høvusstaðnum alla mína tíð. Bilin fyrst. Onkuntíð hava frávik og undantøk verið, men eg hugsi at tey hava verið privat, serliga uppskotið hjá Hans Mortensen, sála, “ Havnin innan fyri Stóragarð - hugsjónir og dre

Bilisma fer at forkoma okkum

Tað er nú stuttligt við bilfasinatión. At verða hugtikin av bilum. Men vandi er í hvørjari vælferð, antin tú ferðast á bygd, ella skalt staðseta tjóðleikhús í Havn. Teslabilin omanfyri avmyndaði eg fyri nett fýra árum síðan á Amager, tá eg í einum suðurkoreanskum Hyundai, ið var eins gráur og føroyska summarið, koyrdi Sæland runt.  Aldri havi eg nomið við lekrari bil enn henda milliónabilin, Tesla, í modellinum S.  Tað er amerikanski Holzhausen, ið hevur savnað smekru linjuføringarnar eins og hann fyrr gjørdi fyri Mazda. Seinastu tíðina havi eg í ymsum, men altíð sannførandi høpi verið konfronteraður við ta sannkenning, at bilurin hevur ikki bara hugmyndarligar fastatøkur, men kropsligt kvørkratak á okkum heima og úti, summar og vetur.  Bilurin, ið eins og videomaskinan varð bygdur og marknaðarførdur sum hin fullkomna frælsismaskinan hjá Ford, bara tú hevði ráðini, er vorðin statussúmbolið í eini upphópaðari privatmentan á einum dunga við stakkalastási, sum James