Skip to main content

Bilisma fer at forkoma okkum



Tað er nú stuttligt við bilfasinatión. At verða hugtikin av bilum. Men vandi er í hvørjari vælferð, antin tú ferðast á bygd, ella skalt staðseta tjóðleikhús í Havn.

Teslabilin omanfyri avmyndaði eg fyri nett fýra árum síðan á Amager, tá eg í einum suðurkoreanskum Hyundai, ið var eins gráur og føroyska summarið, koyrdi Sæland runt. 

Aldri havi eg nomið við lekrari bil enn henda milliónabilin, Tesla, í modellinum S. 

Tað er amerikanski Holzhausen, ið hevur savnað smekru linjuføringarnar eins og hann fyrr gjørdi fyri Mazda.


Seinastu tíðina havi eg í ymsum, men altíð sannførandi høpi verið konfronteraður við ta sannkenning, at bilurin hevur ikki bara hugmyndarligar fastatøkur, men kropsligt kvørkratak á okkum heima og úti, summar og vetur. 

Bilurin, ið eins og videomaskinan varð bygdur og marknaðarførdur sum hin fullkomna frælsismaskinan hjá Ford, bara tú hevði ráðini, er vorðin statussúmbolið í eini upphópaðari privatmentan á einum dunga við stakkalastási, sum James Bond definerar saman við hægstbjóðandi kapitali annað hvørt ár.

Seinastu árini er sama frælsismaskina, bilurin, farin eitt stig longur á almennu framburðsleiðini. 

Akkurát sum dreingirnir, ið fyrr høvdu størsta kassabilin og róptu fram fyri seg at fáa øll, sum komu á teirra leið, at víkja, skuldu tey ikki verða ákoyrd. Tí nú er hann vorðin eitt amboð í almenna rúminum, ið leggur seg upp at rættargangslógini, sum skal tryggja at eg, sum pásettligur ánari úr hvíta heiminum, skal hava sama og óbroytta framtaksmøguleika, hvar eg so komi og fari, sum var eg livingstonskur missionerur í óframkomuliga Afrika, um somu tíð sum Trappubrøðurnir keyptu Fox og lærdu okkum at fiska og seinni at innflyta svarta olju í Effotunnum.

Bilurin hevur fingið sítt egna lív og er vorðin tað, sum dansktmælt Føroyajura nevnir rethaverisk, og Bob Dylan kundi havt kallað possessive with God on our side.

Nú er ein altjóða Teslaánari, sum ætlar sær higar, helst við elskipi, úr Hirtshals at koyra privatgrønt í Føroyum. 


Men ólukkutíð, milliónabilsánarin skal rinda fimmhundrað krónur at fylla sær millumbilstangan teir tríggjar ólavsøkudagarnar ella so, hann hevur sett sær inn í persónliga excelarkið at vælsigna okkum við. Á denn náði, á denn Tesla.


Enn eru mínir egnu bilar, teir eru tveir, drivnir við sama svarta substansi, sum ferjur, hitapumpur og elbilsánarar mugu duva uppá, koma teir til Føroya ella vilja búgva her eitt orkuskifti ella so. 

Gudviti nær framleiðslutøknin - og avgjaldsøðin - fer at skapa eitt veruligt skifti, so staðfesta útlátið minkar og vit verða kollektivt grønari. Ikki bara meðan vit standa kúrr á dekkinum á pumpandi Norrønu, men alla tíðina og í øllum londum, so sum Heimsmálini hjá ST-limalondunum skjóta upp.

Meðan tjóðveldisútvarpið, so siga summi, tosar um heimslist í Tróndarbygdini Gøtu - á donskum eins og í Listaskálanum - skrivi eg eitt lurtaraynski um at spæla Leið meg einaferð enn út á dekkið. Á bilføroyskum. Gott forrestin, at nýggi rektarin á Setrinum er skotskur. Tann kvotan er óbrúkt, meðan hin norska er knøpp, takkað verið Almannaverkinum. Men danska kvotan er langt síðan upprúkt og ovfiskað í øllum bólkum ikki bara í klettin, men heilt upp á turt og inn í hvørja skúlastovu, har altjóðgerðin skal spretta. Men nær fara vit at strika danskt at geva rúm fyri týskum, sum nú er nýggja kravið? Hvør politikari hevur dirvið til tað? 

Ná, nú fari eg biltúr í einum V6dálkandi dieseltýskum Mercedes. Helst er tað um reppið, at markleysa privatbilisman skjótt fer at forkoma okkum, sum Teslaánarin úr Hirtshals sannførdi meg um í morgun. Og so giti eg, at hann er føroyingur og bara vil purra okkum út. Tað eydnaðist honum til fulnar.

Og minnist til, at elbilarnir hoyrast ikki so væl sum dieselbilarnir har úti í føroyska mjørkanum. Chill out og gott bilsummar!