Skip to main content

Atkvøðan fyri bilinum - er hon tín?


Nei, eg stilli ikki upp fyri bilaflokkin, hvørki hin eldrivna, bensin- ella dieseldrivna og øll teirra parkeringspláss, løðistøðir og oljupumpur. 

Til kommunvalið í Havn er bilurin longu langt síðan komin í fokus. Soleiðis er serliga sjónligt í góðum tíðum. Materialistisku valevnini, ið ganga høgt uppí stakkalastás, hava longu tónað reint flagg: vit vilja bilin. Bilin til handils, bilin til útróðrarplássini, bilin til kontórini. 

Í Havn ber einki til uttan bil. 

Tað er handilsvinnan sloppin at siga síðan vit fingu egið gjaldoyra til almannagagnligu parkometrini í miðbýnum. Nei, eg meini, tað eru merkantilu høvuðsprestarnir, sum eru slopnir at siga tað í nokk so nógv ár. Uttan at nakað fellir í kassan til almannagagnlig endamál afturfyri.

Soleiðis hevur borgaraumboðanin verið í høvusstaðnum alla mína tíð. Bilin fyrst.

Onkuntíð hava frávik og undantøk verið, men eg hugsi at tey hava verið privat, serliga uppskotið hjá Hans Mortensen, sála, “Havnin innan fyri Stóragarð - hugsjónir og dreymar”, sum hann legði fram í Norðurlandahúsinum í 2012, tá miðbýurin í Havn var so steindeyður. 

Nú er betri, men bilvandin er har enn, tí materialistisku býráðsumboðini, sum eru mong, hava altíð bilin fyrst í huga. 

Bilin, sum skrivstovufólk seta frá sær klokkan átta, so hann stendur og tekur upp pláss til klokkan fimm, tá smáhandlarnir í grannalagnum fara at hugsa um at steingja fyri dagin, og bileigarin, sum umframt parkeringspláss, eisini hevur upptikið virðismikið skrivstovupláss í søguliga miðbýnum, fer at flyta seg heim í eitt annað parkeringspláss, sum kommunan eisini hevur fyrireikað í útryðjuni av býnum. 

Í framúr visjónini um Havnina innan fyri Stóragarð frá 2012 verður mælt til í størri mun at seta borgaran í fokus heldur enn akfarið. 

Á eini spennandi "Miðbýarverkstovu", sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri í Öström árið eftir uppskotið um miðbýin innanfyri Stóragarð, segði arkitekturin Høgni T. Hansen frá Falko arkitekum, at “Ein kann ikki tosa um ein bý, uttan at fólk býr í honum. Tí eru fólkini, ið búgva í býnum, sera viðkomandi fyri ætlanina fyri miðbýin í Tórshavnar Kommunu. Havnin er so lítil, og miðdepilin skiftir bæði í mun til klokkuna á degnum, men eisini í mun til virksemi. Miðbýurin kann vera ein dagbýur, kvøldbýur, mentanarbýur, ítróttarbýur og so framvegis. Ikki skal miðbýurin býtast ov nógv sundur, men skapa økir við sama virksemi. Miðbýurin snýr seg ikki um parkeringspláss og at gera tað betur fyri bilarnar. Tað, sum skapar lív í býnum, er eitt samspæl millum bygningar, fólk og virksemi. Býurin skal samstundis fáa loyvi til at vera kreativur og skiftandi.” 

Málið um bilar og hvar teir skulu standa í dagtímunum í søguliga miðbýnum er ikki tikið úr leysum loftið. Tað upptekur fólk og á teim 33 blaðsíðunum frá Miðbýarverkstovuni í 2013 verður orðið parkering funnið 72 ferðir. 

Á einum oyðublaði til luttakarar á somu verkstovu hevur ein skrivað: “Rúm má gerast fyri fólki til gongu og til uppihald og til súkklur. Nú er plássið til bilar raðfest alt ov høgt í mun til fólk.”

Soleiðis er tað. 

Velur tú at seta harða bilin inn í vakra miðbýarrúmið, og ikki bleyta borgaran, ið skapar lív, trivnað og umsetning í miðbýarlívinum, so velji eg ikki teg. Vel borgaran, og eg velji teg. Tí her ætli eg mær at búgvi longri enn tínar materialistisku verkætlanir. 

Hugsa um tað.