Skip to main content

Tjóðarbyggjandi jólagáva

Í dag varð Eysturoyartunnilin rætta jólagávan til allar føroyingar. Tað syrgdi Teitur Samuelsen fyri í beinleiðis Kringvarpssending, har landstýrismaðurin, Jørgin Niclasen, afturvið horntónleiki slapp at skera snórarnar til allar tríggjar tunlarnar. Myndina av Teiti og Tróndi, niðanfyri, tók eg 3. desember. Hinar eru frá í dag.

Men dagsins orð varð “Frælsissúlan”. Tað orðið átti listamaðurin Tróndur Patursson, sum sipaði til súluna, sum helt øllum uppi í rundkoyringini mitt í undirsjóvartunlinum. Har hava hann og sonurin, Brandur, gjørt ein symbolskan ring við 84 fólkum, sum hond í hond síggjast í skiftandi ljósi afturvið eini ljóðmynd hjá Jens L.Thomsen.

Eyðun Eliasen, arkitektur, lokaliseraði staðin sum “Underberg”. Veit ikki, hvussu sambands- og fráhaldsfólk á hesum leiðum fataðu tey bæði orðini, Frælsissúlan og Underberg, hesa uppbyggiligu hátíðarløtu við tilsipingum í Bíbilsøguna við søgunum um Móses og turrskøddu ferðina um Reyðahavið. Tí varð tað gott, at lokali borgarstjórin, Arthur Johannesen, detroniseraði tey bæði fyrru íbygdu orðini, og á havsins botni kundi rópa tunnilin “Tangasmoguna”.

- Føroyar gerast nú munandi størri - og minni, alt eftir hvussu tú sært uppá verkætlanina, segði Teitur  Samuelsen, stjóri í tunnlinum. Og rætt hevur hann. Tunnilin fer at geva meginpartinum av føroyska fólkinum eitt flytføri, sum er størri enn vit nakrantíð hava upplivað. Helst fara lokaliseringsástøði at fáa eitt nýtt og skilvísari lív eftir hetta størsta inntriv í føroyskari søgu, fyri ikki um at tala huldusliga bygdasligheit, ið nú fer at verða blást burtur, sum froða av bryggi.  

Pliktfulla orðabraskið frá maktpersónum, mest sum bara av potensierandi kallkyni, tað var einans Annika Olsen, ið umboðaði kvennkynið, varð nakað drúgt. Tá jólahandilin nærkast plagar føroyskt orðabrask at verða leiðiligari enn nakrantíð. Eftir Trónd, Eyðun og Jens skuldi verið klipt og liðugt. Ferditt. Men politiskt korrektness krevur, at tað altíð verður so. Umframt mannlig potensierandi seráhugamál av siðsøguligum slag, kanska mest sjónligt á bókahillunum hesa ársins tíð, hava vit eisini alt ov nógvar kommunur, fyri ikki um at tala tvíhaldanina um staðarnøvn, sum eru upp í leypar á hvørjum tanga. Tað sæst skilliga í hesum døgum, nú yvir- og undirskipað skelti eru sett upp og hava sett undirjørðiskan eld í. Tað minnir meg um, tá eitt føroyskt skúlaatlas kom út í 2014. Tá klagaði ein kommuna um, at teirra bygd varð ikki skrivað við eins stórari skrift og helst størri, enn grannakommunan. Svarið um, at fólkatalið ger av, hvør skriftin er, varð skilt, men ikki aksepterað, hóast klagandi kommunan var og er hálvt so stór sum grannakommunan. Verður á sama hátt talt fram við eystara armi á Skálafjørðinum, býr ein rúgva av fólki her. Men býtt út á øll staðarnøvnini, eru alt smábygdir. Í Runavík búgva 586 fólk, meðan 933 búgva á Strondum, sum nú verður býur. Veit, at afturhorvandi siðsøguligi hugsunarhátturin tvíheldur um gomul staðarnøvn og helst finnur enn fleiri gomul úr gloymskuni eisini, so tað er helst óhugsandi at miðsavna staðarnøvn, so tey undir einum fara at umboða tað fólkatal, sum veruliga býr í økinum, og gevur eina meira rættvísandi mynd og karm um lokaliseringsástøði, ið aftur skapar útlit fyri samtíðarsvarandi metropolum, har sosialar verur trívast og vilja búgva við nútíðarfasilitetum, ið ikki verða útloystir og realiseraðir fyrr enn fólkatalið er omanfyri eitt ávíst støði. Í hesum sambandi er vert at peika á, at í skjótt vaksandi økinum Hoyvík, nakrar minuttir hinumegin fjørðin, búgva í dag 4340 fólk, meðan 4971 búgva norðuri í Klaksvík. Kappingin um næststørsta bý í landinum er greið.

Tí var eg serliga spentur at síggja, hvussu ferðslan eftir handilsgøtuni í Runavík fór at arta seg. Bilsin varð eg at síggja, at her var eingin ruðuleiki, men eitt javnt flow av ferðslu, sum tey siga um alt, ið gevur røring í samfelagnum - flow. Fór inn í Berglon og hitti Hallberu Ólavsdóttir, sum fyrr stóð fyri Töting í Götu, men nú er farin undir egið tekstilmerki - Hallbera. Vit tosa eina løtu um nýggja ferðslusambandið, um kvinnur í vinnuni, og um tey tilboð, hon hevur beint nú. - Hetta er besta tilboð, sigur hon og heldur snøggu troyggjuna framm fyri seg. 

Greitt er, at Runavík er ikki bara pitstop til Klaksvíkar, nei, her eru eisini tilboð, ið neyvan síggjast aðrastaðni. Og borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, lovar undirbygdartunnil at bøta um framhaldandi ferðslusambandið úr Eysturoyartunlinum.

- Vit stytta ferðatíðina, sigur norska NCC, sum hevur havt høvuðsábyrgdina av tunnilsarbeiðnum.

Eysturoyartunnilin styttir farleiðina úr Havn til Runavíkar og Strendur úr 55 kilometrum niður í 17. Biltúrurin, sum fyrr tók 64 minuttir, verður nú 16 minuttir, sigur NCC og leggur afturat, at biltúrurin úr Havn til Klaksvíkar verður styttur úr 68 niður í 36 minuttir.

Jógvan Hugo Gardar, sum er úr Klaksvík og arbeiðir sum journalistur í Noregi, skrivar á Facebook í morgun:

“Minnist, tá vit koyrdu norður á Stengurnar, bilurin lyftur umborð á "Gardar", síðani til Fuglafjarðar. So gekk leiðin til Selatraðar - við innløgdum steðgi hjá langommu við Sjógv til drekkamunn og okkurt at bíta í. Síðan til Selatraðar har "Sundaferjan" førdi tey, sum skuldu til Havnar yvir á Hósvík, har leiðin so gekk seinasta teinin til Havnar. Tá roknaði ongin sparda tíð í minuttum. Tað var neyðugt at liggja nátt. Vit kunnu siga nógv um bygdamenningarpolitikkin, tá teir í 70’unum og 80’unum drógu vegir og tunlar til hvønn krók. Í dag njóta vit gott av tí politikkinum.”

Tunnilin knýtur Skálafjørðin saman við tveimum tunlum, ið verða bundnir saman við einari rundkoyring undir havbotninum. Tunnilin er 2,2 kilometrar langur frá høvuðsvegnum við Rókina í Saltnesi til rundkoyringina, og teinurin frá Sjógv á Strondum til rundkoyringina er 1,7 kilometur. Høvuðstunnilin úr Havn til rundkoyringina er 7,5 kilometur og kemur upp í dagsljósið á Hvítanesi. Av trygdarávum er einki hall meir enn 5%. Lægsta stað í tunnlinum er 187 metrar undur vatnskorpuni.

“Pilaren er den største utfordringen” sigur norski arbeiðsformaðurin, Eivind Grøv, í rundkoyringini um “Frælsissúluna” í práti við Jón Brian Hvidtfeldt í Kringvarpinum. Hann hevur fyri NCC verið við í øllum trimum undirsjóvartunlunum, og eisini í komandi Sandoyartunlinum. Hann hevur verið í Føroyum síðan 1988 og hevur eisini fingið fyrispurning um, at verða við í einum komandi Suðuroyartunli. Tað hevur hann játtað, at gera.

So er bara eftir at koyra heim aftur til Havnar. Til lukku við tunlinum, øll í Føroyum!