Skip to main content

Posts

Showing posts with the label byggilist

Opin býur

So varð býurin lýstur at verða opin aftur.  Flott og góð løtumynd, men er tað meir enn bráðvakurt?  Ólavur Frederiksen avmyndar arbeiðsmenn eftir liðugt verk á Vaglinum. Við eini siping til heitið á skjótt fýrs ára gamla italska filminum hjá Rosselini, Róm - opin býur , sum í dag er blivin ein institutionaliseraður kultklassikari, kunnu vit ikki siga annað, enn at Havnin er opin aftur. Ævigi býurin, sum Róm verður kallaður, varð lýstur opin hin 14. august 1943. The most precious moment in film history , sigur Martin Scorsese um filmin. Meðan gomlu bøkurnar siga okkum nógv um at sigla vandasjógv í krígstíð, ein teirra sigst verða til nýggjan føroyskan stórfilm, so eru okkara heimligu nútíðarvandar av heilt øðrum gerandisligum og meira óítøkiligum slag.  Skulu vit brúka nakað italskt samband, so eru vandarnir ein venetiansk maskarada, uttan andlit, tí teir verða útintir við skriviborð langt frá fólkinum, og eru tí truplari at staðfesta, fyri ikki at siga ábyrgda nakran fyri í fólkavaldu

Hvar parkerar tú orðið parkering

Fyri árum síðan var ein viðfevnd og glæsilig frílendisætlan gjørd í Havnini, frá Hvítasandi, har tyrlan lendir, út á Boðanes og allan vegin niðan við Hoydalsá og gjøgnum dalin og grøna økið, sum har er. Vakurt og visjonért, serliga tá gongugøturnar styrkja og styðja upp undir ætlanina, sum ikki bara er ein abstrakt skriviborðstekning, men til borgarans besta at brúka.  Og hvat er sjálvsagdari enn tað.  Borgarin hevur jú sjálvur betalt heila gildið. Tað ger hann altíð. Eisini tá rembingar eru í kommunalinum, har fólk hava sín fulla rætt at stilla upp, hóast avrikini ikki altíð hava verið so burðardygg og framtíðartryggjað, heldur ikki tá umsitingarligu avrikini, móti betrivitandi, ætlaðu at forfjóna søguligar varðveitingar, sum til dømis Skansan. Nú fer kommunalið at gera broytingar í hesi somu frílendisætlan uppi í Hoydølum. Ikki tí, eingin aktivitetur er har, men tað er hitt, tú veit, sum kommunalið elskar og altíð hevur elskað. Tað byrjar við P og er so væl fjalt í fundarfrágreiðing

Innpakkaður býur

Meðan Havnin ger seg summarklára, tita turistar úr hvørjum króki, at fáa eina mynd úr hesum eksotiska miðbýi. Haldi meg síggja, at okkurt myndafólk heldur, at tað munnu vera lokaltlistaligir eftirkomarar hjá bulgarska Christo, ið gera um seg. Tað var hann, sum pakkaði brúgvar og hús inn, so leingi hann livdi.  Pont Neuf í París, ríkisdagsbygningin í Berlin, the Gates í Central Park og Triumfbogan í París, sum øll vórðu pakkað inn, wrapped , sum sermerktu listaverkini hjá Christo vórðu kallað í býarrúminum. Á sama hátt eru bygningarnir í Havn í dag pakkaðir inn í krympiplast, og arbeiðsuppgávur í miðbýnum eru enn fjaldar av kulissum, sum var tað í Hollywood.  Nú er leingi bíðað, at fáa eina fatan av, hvat kommunan skal fáa hetta skattafíggjaða trivnaðarátak at blíva til. Sigst, at í summar verður alt á Vaglinum klárt og liðugt. Í hvussu er á ólavsøku. Livst so spyrst.  Men úti á Bacalao liggja teir báðir russararnir, Melkart 4 og 5, og fáa olju, kanska hina síðstu, frá Magn. Tað velst u

Fremsti varði yvir klippfiskatíðina

Kokkur á Fiskastykkinum og Úti á Gjógv í Sandavági er Sonni Zachariassen, sum eg fyrr havi møtt í Húsagarði á Hotel Brandan í Havn. Sonni hevur verið her síðan august í fjør. Jana Jonhardsdóttir myndprýddi veggin við inngongdina til køkin, har Sonni stendur. Omanfyri sæst inngongdin til restaureraða bygningin Úti á Gjógv, uttanfyri Fiskatykkið, í Sandavági, har William Heinesen gjørdi bumerkið. Avbjóðingin hevur verið at halda eina javnvág millum at skapa nakað nýtt og at varðveita tað gamla, sigur arkitekturin. Nú er hetta eitt mentanarhús við servering. Hóast fiskastykki eru at síggja í til dømis Suðuroy, Fuglafirði og úti við Strond í Havn, er hetta fremsti savnandi varði yvir klippfiskatíðina í Føroyum, eg havi sæð. Hvar eg so ferðist í syðra Evropa, leiti eg á havnalagnum eftir farsporum og ímyndum, sum horva aftur til uppskipingarpláss, sølubúðir og matstovur, ið hava handlað hesa bestu vøru, sum nakrantíð fór og enn fer úr Føroyum. Mest sum óbroytt av tíðarinnar tonn, er hon enn

Ein ljósblettur í Havn!

Henda mynd varð ein lukka og sæla at síggja í skránni hjá Kommununi um ein grønari miðbý , har borgarin í størri mun hómast at fáa gongu- og tilverurættindi, ið sumstaðni yvirhála bilin, sum handilsvinnan ikki kann liva uttan.  Henning Larsen hevur teknað katalogið, sum býráðslimurin Kári í kvøld sigur verða einmælt samtykt. Akkurát hvat tað merkir, veit eg ikki.  Men teldutekningin omanfyri bendir á, at ljós kann hugsast inn í býðarmiðjuna, og at samansetta og ofta skeiklaða byggilagið í miðbýnum kann greipast og teingjast saman, bara ein heppin pennur er til staðar.  Bravo!  Hetta hevði eg ikki væntað, at ein av ljótastu blettum í Havn kann fáast at lýsa so mikið upp, sum á hesi teldutekning. Man fær hug at syngja sálmar í hesum steinsetta ljóstúni. Fleiri blettir av hesum slag, serliga aftanfyri Frelsunarherin og omaneftir, treingja til somu arkitektonisku yvirhaling, uttan at alt skal vindast upp í hæddirnar og skapa skýmaskot hjá teim, ið longu búgva har. Bústaðir, býarrum og rúm