Fyri árum síðan var ein viðfevnd og glæsilig frílendisætlan gjørd í Havnini, frá Hvítasandi, har tyrlan lendir, út á Boðanes og allan vegin niðan við Hoydalsá og gjøgnum dalin og grøna økið, sum har er. Vakurt og visjonért, serliga tá gongugøturnar styrkja og styðja upp undir ætlanina, sum ikki bara er ein abstrakt skriviborðstekning, men til borgarans besta at brúka.
Og hvat er sjálvsagdari enn tað.
Borgarin hevur jú sjálvur betalt heila gildið. Tað ger hann altíð. Eisini tá rembingar eru í kommunalinum, har fólk hava sín fulla rætt at stilla upp, hóast avrikini ikki altíð hava verið so burðardygg og framtíðartryggjað, heldur ikki tá umsitingarligu avrikini, móti betrivitandi, ætlaðu at forfjóna søguligar varðveitingar, sum til dømis Skansan.
Nú fer kommunalið at gera broytingar í hesi somu frílendisætlan uppi í Hoydølum. Ikki tí, eingin aktivitetur er har, men tað er hitt, tú veit, sum kommunalið elskar og altíð hevur elskað. Tað byrjar við P og er so væl fjalt í fundarfrágreiðingini, at tað er sum ein fragdarfylt forðarenning at finna fyri eygunum.
Soleiðis er pennurin førdur í báðum málunum, ið á sama fundi lýsa málið við hesum orðum, har orðið við P verður goymt sum góðgæti til endans:
Lýsing av málinum: Partar av økinum, sum ætlanin er at makaskifta, liggja sum náttúrufriðað øki og sum øki til traðir og velt lendi í serstøku byggisamtyktini fyri øki fram við Hoydalsá. Hóast ætlanin í fyrstu atløgu ikki er at byggja nakað afturat í Hoydølum, so er tørvur á at broyta økið til byggiøki, soleiðis at møguleiki verður fyri at telja økið við uppí byggi- og nýtslustig, um ynskið verður at umbyggja bygningarnar, og soleiðis at møgulig parkering kann skipast á økinum.
Voilà. Sum sæst á tilgjørdu myndini omanfyri, er parkering aftur ovast á kommunala breddanum. Tað sæst eisini í gerðabókini niðanfyri. Bjørgfríð hevur skrivað hana, og Heðin er fundarleiðari.