Skip to main content

Opin býur

So varð býurin lýstur at verða opin aftur. 

Flott og góð løtumynd, men er tað meir enn bráðvakurt? 

Ólavur Frederiksen avmyndar arbeiðsmenn eftir liðugt verk á Vaglinum.

Við eini siping til heitið á skjótt fýrs ára gamla italska filminum hjá Rosselini, Róm - opin býur, sum í dag er blivin ein institutionaliseraður kultklassikari, kunnu vit ikki siga annað, enn at Havnin er opin aftur.

Ævigi býurin, sum Róm verður kallaður, varð lýstur opin hin 14. august 1943. The most precious moment in film history, sigur Martin Scorsese um filmin.

Meðan gomlu bøkurnar siga okkum nógv um at sigla vandasjógv í krígstíð, ein teirra sigst verða til nýggjan føroyskan stórfilm, so eru okkara heimligu nútíðarvandar av heilt øðrum gerandisligum og meira óítøkiligum slag. 

Skulu vit brúka nakað italskt samband, so eru vandarnir ein venetiansk maskarada, uttan andlit, tí teir verða útintir við skriviborð langt frá fólkinum, og eru tí truplari at staðfesta, fyri ikki at siga ábyrgda nakran fyri í fólkavaldu nútíðarkommununi, sum vit javnan hava hoyrt um frá harmum fólki, serliga um parkering, hæddir og skuggar, har miðbýarborgarin sjálvdan kennir seg verða hoyrdan. 

Javnt lúrandi vandarnir eru, at heilt aftur til fimmtiárini, eru smakkloysi og ein dekandentur vilji, til støðugt at ganga móti fólksligum framburðstankum um estetikk og býarplanlegging í miðbýnum, ikki bara optimistisku nýskaparunum Hans Mortensen, Gunnar Hoydal, Mette Skjold og Ósbjørn Jacobsen í Havnin innanfyri Stóragarð í 2012, men eisini tá hildið verður upp ímóti UNESCO og teim vesturlendsku býum og høvuðsstøðum, eg higartil havi vitjað.

Við Wawel kongsborgina í Krakow, sum kann dagførast aftur til 900-talið og hevur livandi søgur um eldgoysandi ormin av Glitraheiði knýtta afturat sær, er beint nú UNESCO framsýning um býin síðan 1978. 

Sagt verður um býarrúmið í hetta 45 ára skeið, at tað er borgarin sjálvur, sum definerar rúmið. 

So hvussu framtíðar Krakow fer at síggja út, er fyrst og fremst upp til okkum sjálvi, býarinnar børn, verður sagt. 

Ein áhugaverdur tanki, sum allar miðbýarfyrisitingar burdu vitjað, granskað og tikið til sín, so tað seyraði út til borgaran.


Nýkomna føroyska Trapbókin sigur á síðu 280, at síðan 1866 hevur kommunan havt ábyrgd av býarskipan. Og at eitt skiftið varð umhugsað, at beina fyri tí mesta av gomlu Havnini, men hetta varð steðgað við byggisamtykt frá 1972.

Mest heilaga prinsippið í okkara ævigi staði er - tilvildin. Takk og lov fyri hana.

Við føroysku Trapbókini, sum verður løgd fram hósdagin í Námi, hevur júst tað forlagið prentað eitt nýtt samanfaldað Føroyakort, sum hoyrir til bókina. Hans Olof Engberg hevur teknað fyri Umhvørvisstovuna, sum upplýsir, at nú kunnu øll prenta og geva út Føroyakortið við egnum búmerki á.

Hóast forstýrað av plastikkteltum, søluvognum og rokkpallum, sum eru blivnir konstantar í summartronganum í Havn, ið er blivin ein ølmagnet fyri allar seljarar, kennist hetta avmarkaða andarhol í løtuni júmen stak gott, men kortini nakað sum hjá Barbie í biografinum har uppi við Degns hús, dýrasta húsi í Havn, sum enn stendur tómt, tí ikki skerðst burtur, at nýggja Havnaropið ikki bara í útsjónd, men eisini í tilfarsgerð er pumpandi syntetiskt og gjørt omaná hina veruligu Havnará, ið fjalir seg í tórshavnsku katakombunum av kloakk, sum í summarlotinum javnan verður borið inn á michelinviðmæltu matstovurnar herumkring. 

Til dagin hevur ein vinkona verið so beinasom at roknað út, at syntetiska miðbýarinntrivið hevur kostað hvørjum byárbarnið sekshundrað og fýra krónur. Tað er ikki nógv at vassa í. Men tilsamans í fólkastýrdu kommununi er tað fjúrtan milliónir menniskjakrónur, kanska nærri seytjan. 

Kenni nógvar grunnar stovnar, sum eina summarløtu sum hesa ynskja sær at anda angan av fjúrtan føroyskum óspiltum milliónum í seg. 

Eg veit ikki um eg skal gráta ella grína um eitt so syntetiskt op fyri fjúrtan milliónir.

Mitt í Havn.

Men hvussu nógvir løgasteinar verða lagdir í grábrúna renslið henda bráðvakra summardag fyri ólavsøku at bjarga ætlanini, so ger tað einki við tann veruleika, at heildin manglar. 

Akkurát sum í trappuni, sum lutvíst kundi verið tikin úr tí mest hugtkandi borgarastýrdu heildarætlanini fyri miðbýin í Havn, henni sum kom í 2012, har eisini Amtmansgarðurin varð rivin niður og skapti ljós og lív á Áarvegnum. 

Tá varð hugsað í heildum, borgarans vegna og uttan at bilar neyðturvuliga skuldu hava fyrsta rættin at taka pláss at grøva seg í gjøgnum fólksliga fyrstarættin. 

- Væntandi verður alt latið upp aftur leygardagin klokkan 13:30, sum Kommunan so lakoniskt sigur við bileigararnar á egnari heimasíðu. So rætt, so rætt. Tá eru myndirnar tiknar.

Við hesum syntetiska miðbýaropi manglar tann heildin enn meir í dag. Men kanska eru tað bara tey tortrúnu, sum siga so. Aðrar skriftir - og grunnar reportasjur í Kringvarpinum - siga okkum, at vit skulu gleðast við teim glaðu. Samgleðast. Tað kunnu vit so gera og klappa í okkara smáu Barbiehendur, ið hvørki kunnu kreppast ella knýtast. 

Far og hygg. 

Eina løtu í æviga staðnum.