Meðan Havnin ger seg summarklára, tita turistar úr hvørjum króki, at fáa eina mynd úr hesum eksotiska miðbýi. Haldi meg síggja, at okkurt myndafólk heldur, at tað munnu vera lokaltlistaligir eftirkomarar hjá bulgarska Christo, ið gera um seg. Tað var hann, sum pakkaði brúgvar og hús inn, so leingi hann livdi.
Pont Neuf í París, ríkisdagsbygningin í Berlin, the Gates í Central Park og Triumfbogan í París, sum øll vórðu pakkað inn, wrapped, sum sermerktu listaverkini hjá Christo vórðu kallað í býarrúminum. Á sama hátt eru bygningarnir í Havn í dag pakkaðir inn í krympiplast, og arbeiðsuppgávur í miðbýnum eru enn fjaldar av kulissum, sum var tað í Hollywood.
Nú er leingi bíðað, at fáa eina fatan av, hvat kommunan skal fáa hetta skattafíggjaða trivnaðarátak at blíva til. Sigst, at í summar verður alt á Vaglinum klárt og liðugt. Í hvussu er á ólavsøku. Livst so spyrst.
Men úti á Bacalao liggja teir báðir russararnir, Melkart 4 og 5, og fáa olju, kanska hina síðstu, frá Magn. Tað velst um, hvat løgmaður sigur. Í meinaleysu undirhaldssendirøðini hjá norðurlendsku public service miðlunum, varð Melkart høvuðsákærdi spióntrolarin hjá russum á øllum Norðurkollinum. Í friðfullu og púra ópolitisku Trivnaðarhavnini hava báðir ligið undir russiskum flaggi í drúgva tíð á Vestaru bryggju, og eisini verið á beding hjá Mest.
Sunnudagsmyndirnar henda sólskinssunnudag í Havn enda við grafitti úti undir Bakka, og myndum av Strúkijarninum á Bakkahellu, sum nú tykist verða tikið niður.