Í dag vóru vit í føðingardagi hjá Hávari í Nólsoy, sum bleiv 19 ár. Hann borðreiddi við alskyns føroyskum mati, ræstari súpan, heimabakaðum breyði og, sum sæst á myndini, við røstum og turrum kjøti, turrari grind og spiki. Góðir bitar hjá Havnarfólki mitt í viku, sum Guðrun og Ivan munnu eiga fittan lut í. Á reyðu hurðini hjá Nólsoyar Sløkkiliði á Malarenda varð ein fleygalisti festur á veggin. Sum sæst á listanum hevur Ivan rætt til 16 dagar á fleyg, umframt ein dag, sum er knýttur at pápanum. Vina hevur til dømis rætt til ein dag. Tey, ið hava rætt til dagar á fleyg, taka lut um sessirnar, so sum talvan sigur, undir einum steini suðuri í Dølum. Har eru lutirnir goymdir og verða bodnir út av tí yngsta, ið letur hin elsta taka fyrst. Summarið 1999, fekk Ivan 2740 lundar á hesum staði, tá hann var á fleyg 2. juli til 7. august. Helst er hetta met í nýggjari tíð í Nólsoy. Meir um fleyg og forvitnisliga siðin at kasta lut um sessirnar kann lesast í bókini Lundafleyg eftir Jens Kjeld J