Tíðindagrein, Dimmalætting 7. mai 2003:
Í dag fyllir Norðulandahúsið 20 ár, men í gjáramorgun helt Norðurlandahúsið ein seinasta tannáringamorgunmat, har hugt varð bæði aftur á søguna hjá Norðurlandahúsinum og frameftir at tiltøkum bæði komandi dagarnar og komandi árini.
Tað var lagt upp til ein hugnaligan morgunmat í Norðurlandahúsinum í gjáramorgun. Ein morgunmatur, sum Birgir Kruse skemtandi segði, tá ið farið varð til borðs, var seinasti tannáringamorgunmaturin, nú húsið fór burtur frá sínum tannárum og upp í tey meira vaksnu 20-ini. Bollarnir, osturin, teið og kaffið smakkaði væl ímillum tað sera fjølbroytta morgunmatarborðið, sum bæði taldi leiðslu úr Norðurlandahúsinum, miðlarnar og eisini listarfólk sum limir úr Gestum, Ólav Hátun og Kristian Black. Modellpallurin av stóra føroyska sangleikinum Skeyk, sum varð framførdur í Norðurlandahúsinum, var enntá eisini sloppin upp í part, har hann stóð mitt á borðinum ímillum miðlablokkar, skráir og bollar.
Stórfingin føðingardagur
Helga Hjörvar, íslendski stjórin í Norðurlandahúsinum, breyt smáprátið við morgunmatarborðið av, tá ið hon bjóðaði vælkomin og gav orðið til Birgir Kruse, sum segði frá føðingardagsskránni komandi dagarnar.
- Hugskotið við skránni er, at hon skal vera ein geografisk umboðan av Føroyum til bæði listarfólk og áskoðarar og til allar aldursbólkar, greiddi Birgir Kruse frá.
Og fjølbroytt er føðingardagsskráin. Byrjað verður klokkan trý hósdagin við einari framsýning kallað Hús millum miðlar, og er hetta ein framsýning um Norðurlandahúsið í Føroyum í tjúgu ár, sum lýst í bløðunum Dimmalætting og Sosialinum.
- Bløðini hava havt sera stóran týdning fyri Norðurlandahúsið og hava lýst og ummælt okkara tiltøk bæði væl og nágreiniliga, greiðir Helga Hjörvar frá hesi framsýning.
- Norðurlandahúsið hevur eisini verið miðlasøguliga spennandi. T.d. hevur Listastevnan fylt oddagreinar, og hesar plaga at hava stóran týdning, greiðir Birgir Kruse víðari frá blaðframsýningini.
Næsta tiltak á skránni sjálvan føðingardagin klokkan fýra er eitt kjak um leiklut Norðurlandahússins á føroyska mentanarliga pallinum tjúgu tey farnu árini og tey komandi árini, sum er kallað Koddi ella avbjóðing. Í hesum kjaki luttaka Eyðun Andreassen professari, Høgni Hoydal, landsstýrismaður við mentamálum, Helga Hjörvar stjóri í Norðurlandahúsinum, og Birgir Kruse verður orðstýrari.
Seinni á kvøldi sjálvan føðingardagin, klokkan hálvgum átta, verður tann stóra gallakonsertin, har Havnar Hornorkestur, eitt Føroyakór, sum Ólavur Hátun stjórnar, og Føroya Symfoniorkestur fara at framføra. Umframt tónleikin fara Helvinn Høst, formaður í Stýrinum fyri Norðurlandanhúsið, Høgni Hoydal og Per Unckel, aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum, at flyta fram røðu. Sum skilst er nærum útselt til konsertina.
Fyllir eisini alt vikuskiftið
Norðurlandahúsið fyllir sum kunnugt í dag, men føðingardagstiltøkini halda tó fram alt vikuskiftið, og eru hesir dagar serliga tilognaðir teimum yngru, men eisini er ein spennandi og øðrvísi álendsk trio á skránni leygardagin. Trioin, sum kallar seg Trio Azur, fer at spæla í Klingruni í húsinum klokkan fýra. Trioin fer at frumframføra Ciel ouvert hjá Henrik Johansson umframt onnur verk fyri floytu, klarinett og slagverk.
- Hendan trio spælir eitt sindur av jazzi. Og er hetta tann einasti jazzurin, sum er við á føðingardagstiltakinum, hóast Jazzfestivalurin hevur havt sera stóran týdning fyri Norðurlandahúsið. Men tað er onki krav, at øll tiltøk, sum hava verið í Norðurlandahúsini ígjøgnum árini, verða umboðað á 20 ára føðingardegnum. Eitt nú er tað elsta tiltakið í Norðurlandahúsinum, barnadansurin, ikki umboðaður. Vit settu okkum fyri, tá ið vit gjørdu hesa føðingardagsskránna, at skráin skal vera ein geografisk umboðan av Føroyum til bæði listarfólk og áskoðarar og til allar aldursbólkar, greiðir Birgir Kruse enn eina ferð frá.
Tórshavnar kommuna fer eisini at heilsa Norurlandahúsinum á føðingardegnum, og tað fer kommunan at gera við Musikkskúlanum, sum fer at framføra í Høllini klokkan 19:30 fríggjakvøldið. Jan Christian, borgarstjóri, bjóðar vælkomin til tiltakið, og síðan verður ballett, sangur og tónleikur á skránni.
Og at enda leygarkvøldið verður veruligt Rokk-O-Rull á skránni, tá ið Gestir, Mind´s Eye, Makrel, Krit og Hatespeech fara at framføra í Høllini klokkan hálvgum átta, har tey ungu kunnu nýta høvi at hátíðarhalda Norðurlandahúsið.
Sunnudagin klokkan trý sleppa børnini framat í Høllini. Tutl fer at leggja barnafløguna Sóljudansir, har úr Alexandur Kristiansen eigur bæði orð og løg, fram. Kinna Poulsen, Unn Patursson, Kári Sverrisson, Herluf Lützen og Eyðun Ásason fara at syngja nakrar sangir av fløguni, og Spælimenninir úr SvF-sendingini Borð um Borð fara at spæla undir.
- Hetta tiltak verður eitt høvi fyri foreldur og børn at koma saman í mentan, og tað er ikki so ofta, at tað høvið bjóðar seg fram. Tað er í hvussu so er nakað heilt serligt, greiðir Birgir Kruse frá.
Og tær allar størstu stjørnurnar úr Stjerne for en aften fara at enda føðingardagshaldið fyri Norðurlandahúsinum. Stjørnurnar fara á pallin í Høllini klokkan 20 og 22, og føroyingar kunnu tá síggja teirra egnu stjørnu Guðrun Sólju Jacobsen framføra saman við Jacob Andersen, Martin Petersen og einum ferðandi orkestri frá stóru sjónvarpskappingini. Harumframt fer Brandur Enni at framføra nøkur løg.
Endurskoða virksemi
Norðurlandahúsið hevur verið karmur um nógv spennandi og øðrvísi tiltøki hesi 20 árini, tað nú hevur verið til. Síðani 8. mai 1983 hevur alt frá symfonikonsertum, Prix Føroyum og ymsum listaframsýningum verið á skránni. Og nú húsið fer um eitt nýtt áratíggju, so verður virksemið í Norðurlandahúsinum øll hesi 20 seinastu árini endurskoðað rundan um hugnaliga morgunmatarborðið, hendan seinasta dagin húsið bert er 19 ár.
- Vit hava altíð endurskoðað virksemið og húsið. Spurt verður ofta ímillum okkum sjálvi sum arbeiða í húsinum, hvørjum vit skulu leggja okkum mest eftir. Men Norðurlandahúsið er ikki farið inn og gjørt tær stóru broytingar, men broytingar hava ment seg í takt við broytandi (føroyska) mentan, og tað fara tær væntandi eisini í framtíðini, so húsið er altíð í støðugari menning, greiðir Helga Hjörvar at enda frá.
Dimmlætting ynskir Norðurlandahúsinum hjartaliga tillukku við teimum 20 árunum og blíðan byr framyvir.
Eyðhild Jacobsen, Dimmalætting 7. mai 2003