
Eftir bókstavaraðnum er Jensen settur millum fyrst Jennings og síðani Jethro. Fullu nøvnini eru Waylon Jennings og Jethro Tull. Mitt millum hesar fløgur, ið kasta langan skugga, stendur Carli. Í mínum savni er tað ikki ein vána staður. Tvørímóti.
Waylon er ein av teim útilagnu á heiðini, meðan Jethro Tull er ein av mentanarligu løðarsteinunum, sum ungir havnamenn sprungu á, tann tíð tað var. Og tá Carli kemur á vitjan, vil hann hoyra Jethro Tull.
Skaldskapur er frálíkur á fløgu. Klassikarin er A Century of Recorded Poetry in their Own Voices, har yrkjarar sjálvir lesa á fýra fløgum. Ein varði og hvør í sínum lagi tíðartinnur eisini. Carli, einsamallur, er ikki verri. Í kvøld heiðra vit honum við teimum fimmti. Tillukku!