Skip to main content

Posts

Showing posts with the label fiskur

Heimlig viðurskifti í undirvísingini

At styrkja næmingar við vitan um heimligt tilfeingi, er drívmegin hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi. Í gjár fekk hann evropeiska virðisløn fyri talgilda undirvísingartilfarið “ Sjófeingi ”, sum Nám eftir stuttari tíð hevur gjørt saman við føroysku vinnuni. Í sambandi við virðislønarhandina í Námi, greiddi Eyðun frá, hvussu nýskapandi tilfarið í náttúru og tøkni bleiv til. - Bakkafrost vendi sær á sumri í 2019 til okkara um ger av talgildum tilfari til miðdeild viðvíkjandi aling. Veturin 2019/2020 samskiftu vit aftur og fram, og gjørdu so av at bjóða tilfarið út á Keypsportalinum hjá Gjaldstovuni í august í fjør, sigur Eyðun. Útboðsheitið, sum varð “talgilt undirvísingartilfar um føðslu og burðardygd”, er ætlað næmingum í 4. - 6. flokki, har føðsla, burðardygd og ábyrgdarfullur matídnaður eru evnið. Í lýsingini varð sagt, at tilfarið skal fevna um leiklutin hjá alivinnuni og fiskivinnuni í Føroyum og at undirvísingartilfarið í vavi skal fevna um 10 undirvísingartímar. Tilfarið skal stuðla

Hvussu Katwijk legði høvini undir seg. Familjufyritøkan Parlevliet & Van der Plas gjørdist heimsmeistari gjøgnum lobbyarbeiði og sølu av fiskirættindum

Mynd av bryggjuni í Klaksvík har stropparnir hjá Parlevliet & Van der Plas úr Katwijk halda einum Strandferðslubáti. Bart van der Pol, sum er útvarpsmaður í Katwijk, hevur fyri føroyingar umsett til enskt eina niðurlendska blaðgrein, sum blaðið Leidsch Dagblad og samtakið Spit hava savnað og givið út í gjár. Henda søgan og aðrar søgur um Parlevliet & Van der Plas í Katwijk eru skrivaðar við stuðli úr Quality Impulse South Holland Journalism.  How Katwijkers conquered the oceans. Family business Parlevliet & Van der Plas became a global player through lobbying and trading in fishing rights The Annelies Ilena, the largest fish trawler of Parlevliet & Van der Plas.© Photo Parlevliet & Van der Plas Bram Logger & Parcival Weijnen, Hielke Biemond 16.10.2021 kl 07:00 KATWIJK Parlevliet & Van der Plas is growing impetuously. The fishing company makes acquisitions all over the world. But the presence of the Katwijkers also meets with resistance. How could t

Aftur til borðs

Koronastongsul og munnbind eru løgd aftur um bak, matummælarar kjakast í Dimmu um spanskt tapas hjá Katrinu, Sjúrður og Jacob eru í øðini um springarar og rættin at drepa súgdjór, og í Danmark eru tey farin at meta um tjóðarrættin, tartelettir, og hvussu tær skulu serverast. Meðan morgunsjónvarpið í sama landi bjóðar mær eftirgjørda steik úr skordýrum, tí dýr skulu ikki nemast, sleppa vit í biograf at síggja norðuritalskar trøflusavnarar heinta soppar í The Truffle Hunters of Piemonte í fullari spælifilmslongd.  Og her siti eg í Barbara Fish House við góðum vinum og gleði meg til bankatosk. Matur er aftur á skránni.  Hvítur og vælsmakkandi, mildur og fínligur leggur hann seg feitur undir góman, tú tyggir hvørja tægr í eina smakkfylta løtu, stórur í hvíta brotinum sum turrur kalvi, men munin smørmjúkari í flísunum, og eftir eini løtu, har norðuratlantiska havmyndin stendur still, skolar tú varisliga við tí perlandi Chablis, franska víninum, sum í hesum føri er dyrkað síðan 1815 og spro

Í Havn smakka tey ikki mun á bankatoski og øðrum fiski

Regin Winther Poulsen, sum er journalistur hjá Al Jazeera í New York, hevur í dag grein í heiðurskrýndu bretsku avísini The Guardian um føroyska bankatoskin, sum hvarv, og hvat føroyskir lyklapersónar halda um júst henda toskin, hvat hann var eyðkendur fyri, og hví hann mundi hvørva. Ein sjáldsama frálík grein, sum við nærlagni førir okkum út í markleysu verð við okkara bestu vøru, uttan at stranda í donskum jabbaríi úr koloniunum, sum vit altíð enda í, tá ein av móðurlandsins synum, helst nýútbúgvin, verður sendur at vitja og rapportera, sum var tað av einum hermóti, har bara reyvin av fimtu división var at finna.  Í so máta er faktamettaða og rapporterandi greinin í The Guardian eitt risa framstig. Flott! Á Facebook hava longu fleiri funnið yndissetningar í greinini. Sjálvur haldi eg, at mest áhugaverdi og avbjóðandi setningur okkum til innvortis tykt og læru, er setningurin frá skiparanum í Klaksvík:  “He says he is not bothered that the fish he used to catch in the Faroe Bank are

Soul food av Bankanum

Í grannahúsinum hjá Hammershaimb borðreiður Teitur Christensen við nýveiddum bankatoski, sum í hesum døgum fæst á førandi matstovunum í Havn. Teitur er høvuðskokkur á fiskamatstovuni Barbara Fish House. Høvuðsrætturin er stoktur bankatoskur við pil pil, sufrito og epli í mojosós. Heimligt og tó fult av sál, altjóða par excellence, ikki minst við Chablis afturvið. Rætturin frammanundan er tó krokettir úr saltfiski, brandada, og saltað og roykt rogn, sum eg ikki havi smakkað fyrr. Framúr og væl sett saman við reyðleyki og súrróma. Óvantað eksotiskt, hóast heimligt. So koma kjálkar í salsa við rognum av rognkelsí við royktum granni omaná í høgru hond hjá John. Raffinerað í smakkinum. Í hinari hondini hevur John høgguslokk í paella rísi væl kryddaður við kili, av Bankanum. Í avmálda køkinum á Barbara Fish House er spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer, tá matgjørt verður í ein fart, tí kundin bíðar. Her eru nakrar myndir frá hóskvøldinum.  Og so er tað tað, hvør hevur heiðurin á mat