Skip to main content

Í Havn smakka tey ikki mun á bankatoski og øðrum fiski

Regin Winther Poulsen, sum er journalistur hjá Al Jazeera í New York, hevur í dag grein í heiðurskrýndu bretsku avísini The Guardian um føroyska bankatoskin, sum hvarv, og hvat føroyskir lyklapersónar halda um júst henda toskin, hvat hann var eyðkendur fyri, og hví hann mundi hvørva.

Ein sjáldsama frálík grein, sum við nærlagni førir okkum út í markleysu verð við okkara bestu vøru, uttan at stranda í donskum jabbaríi úr koloniunum, sum vit altíð enda í, tá ein av móðurlandsins synum, helst nýútbúgvin, verður sendur at vitja og rapportera, sum var tað av einum hermóti, har bara reyvin av fimtu división var at finna. 

Í so máta er faktamettaða og rapporterandi greinin í The Guardian eitt risa framstig. Flott!

Á Facebook hava longu fleiri funnið yndissetningar í greinini. Sjálvur haldi eg, at mest áhugaverdi og avbjóðandi setningur okkum til innvortis tykt og læru, er setningurin frá skiparanum í Klaksvík: 

“He says he is not bothered that the fish he used to catch in the Faroe Bank are now served only in upmarket restaurants in the capital. “They wouldn’t know the difference if you gave them a normal cod,” he claims.” 

Lukkutíð mótsigur meistarakokkurin úr Suðuroy, sum býr i Havn, hesum høpisleysa pástandi í somu grein. 

So leingi okkara egna vinnuliga føðiketa er so lítið ment og hartil visiónsleys, er lítið at gera við mest raffineraða partin í føroysku fiskivinnuni, bankatoskin. 

Tað er trupuleiki nummar eitt, at skiparar í fiskivinnuhøvuðsstaðnum hava so lítla virðing fyri teirra egnu veiðu og marknaðarprodukti. 

Hetta er ein greið avleiðing av, at einki gastronomiskt matstovutilboð er í norðurøkinum, og enn minni nakar sjónligur lokalpolitiskur vilji at stuðla upp undir, at fiskur í minsta lagi verður borðreiddur virðiliga, og helst á hægsta gastronomiska stigi, við teirri søgu, sum útflutningsvinnan hevur sitið á í hundrað ár og meir. 

Enn bíði eg eftir, at fiskivinnuhøvuðsstaðurin skrivar seg inn á altjóða matstovukortið við einari væl undirbygdari fiskamatstovu, ið eisini kann leggja innihald í partapolitiska lokalprátið, sum onkuntíð springur upp sum bollamjólk av grynnu, at ein kokkaútbúgving skal fastbindast til fiskivinnuhøvuðsstaðin.