Skip to main content

Posts

Showing posts with the label foto

Fokus á hin elsta og yngsta í Smiðjuni

Óli Lindenskov og Oddfríður Marni Rasmussen Fríggjadagin klokkan 14:00 letur fotobólkurin Fokus upp hina árligu framsýningina í Smiðjuni í Lítluvík. Sjey limir í Fokusbólkinum hava tikið tilsamans 43 myndir, sum eru komnar upp at hanga, og nakrar er settar fram við vegginum at blaða í, svarthvítar og í litum, flestu í A3 stødd og onkrar størri. Øll Fokusfólkini hava sýnt fram fyrr. - Motivini eru landsløg, portrett og minimalistisk. Eg eri yngstur, og eg haldi, at Óli Lindenskov er elstur, sigur Oddfríður Marni Rasmussen, ið vit eisini kenna sum virknan rithøvund. Óli nikkar og skeinkir kaffi. Haldur Suni Johansen - Vit brúka Canon, Fujifilm og Leica. Vit hava eini seks myndir hvør. Onkur hevur fýra og onkur átta, sigur Óli í Smiðjuni í Líluvík, ella úti í Grind, sum eldri Havnarfólk siga. - Næstu ferð sýna vit fram í maimánað, tí hetta er ov sjaskut, sigur Óli. Hann vísir mær navnalistan: Heri Samuelsen, Jacobina Sigmundsdóttir Niclasen, Jórun á Fløtti Jacobsen, Kristinn Hentze, Haldu

Fotografera, so tú minnist, hvar tú hevur verið

Triða sunnudag í advent vóru vit við Hoyvíkstjørn, at geva dunnunum og svanunum breyð. Um tveytíðina meðan tað enn er ljóst. Tá breyðpakkin er uppi og sólin er um at fara niður aftanfyri Kirkjubøreyn, fer Olaf at sproyta eftir dunnunum. Sindur djarvur, tí tær kundu reist fjarðarnar, serliga stóru svanirnir. Olaf vil hava myndatólið frá abba og sleppa at fotografera dunnurnar, svanirnar og alt, sum er við Hoyvíkstjørn, eisini tunnuflakan, sum er sokkin og rennuna, sum hann pissaði í. "Man skal fotografera, so man minnist, og ikki gloymir, hvar man hevur verið," sigur Olaf. Meir skal ikki til, at abbi er samdur, og letur Olaf sleppa at fotografera. Gott at abbi hevur fartelefonina. Eftir smølu gøtuni millum Tjarnargarð og húsini hjá Føroya Arbeiðarafelag, sær Olaf eitt myndaveni. Tað er múrurin, sum fyrr hevur verið bláur, men nú er hvítur. Málingin er dottin av, so ein bláur blettur kemur fram. Ein greið grafisk mynd, sum sigur søgur. Hann steðgar, siktar og trýstur á knøttin.

Annar sunnudagur í advent

Sólin stendur lágt, munurin á ljósi og skugga verður hárhvassur, og stutt eftir middag liggur Boðanes í litleysum skugga. Innan vit koma so langt, súgva litirnir mettuna í seg. Upp móti bláa fjørðinum er reyði konteynarin eitt mynsturverk, bara brotið av monotona pelanum, sum í kvøld fer at kasta ljós yvir myrka vegin og ljósa gonguteigin. Lívið er ein førningur við mynstrum. Í Hvamminum, uppi í brekkuni, stendur vakstrarhúsið í eins hvassari kontrast undir Lágargarði og minnir okkum á tíðina og ljósið, sum svinna, nú gøtan fer fram við Boðanesheiminum, og sýnið millum Stong og Eystnes manifesterar seg, sum gekk ellisheimsgøtan heilt út í havsbrúnna. Av tóma kampingplássinum sæst til vinstru handar inn í Eysturoynna við teim eyðkendu kavaklæddu tindunum heilt norður í Sundalagið meðan aldan stillisliga brýtur. Á trøðni hjá Júst hava dúgvurnar savnað seg á tekjuni at njóta tær seinastu strálurnar frá lágu adventssólini. Tyrlan kemur úr Dímun og setir seg á pallin við Hvítasand. Skuggarn

Føroyar í amerikanskum optikki

Her er amerikanski fotografurin, Bill Schwab longst til høgru, avmyndaður á Viðareiði við Múla í baksýni, nú tey hava havt fotoskeið í Føroyum í skiftandi heystveðri við Hotel Føroyum og tveimum bussum sum støði. Tey eru frá vinstru Gwenn Rosseau, Amy Acettura, Daniel Bayer, Kerik Kouklis, David Schoenwald, Olivier Boreau, Jim Feller og ferðaleiðarin Bill Schwab. Í eitt tíðggjuáraskeið havi eg kent meistarfotografin, Bill Schwab, sum býr í Harbor Springs í Michigan. Hann hevur lisið fotografi á Central Michigan University, tók prógv í 1983 og seks ár seinni fór hann undir virksemið North Light Press. Í 2005 byrjaði hann, m.a. við fundraising, at byggja eini skeiðsdepil úti í skógini í Emmet County, har norðuri í Michigan. Húsini vórðu liðug í 2014 og eru nú karmur um North Light Workshops .  Tað er við hesum støði at Bill skipar fyri ferðandi fotoferðum víðahvar, eisini til Føroya. Í dag fara tey í Sandoynna at fotografera, fyrst og fremst við analogari útgerð so sum Hasselblad. Heimko

The Optics of the World

Amerikanski fotovinurin, Bill Schwab, kom til Føroya í dag at hava ein workshop kring landið við fotografum, sum vóru komnir higar at vera í eina viku. Tíggju ár eru liðin síðan hann fyrstu ferð var her, eftir at hava hoyrt um Føroyar í Íslandi. Tá kendi ongi av hansara vinfólkum Føroyar. Í dag er annarleiðis. Øll kenna Føroyar.  Tí skeyt eg upp at vit skiftu orð um springaradrápið, sum eingin av berari hampuligheit vildi nevna, men øll høvdu hoyrt um.  Grannin, Hans Jacob Hermansen, var til dystin fús og orðaskiftið var bæði virðiligt og hugvekjandi.  Sum fotografur kundi Bill illa hefta seg við annað, enn "The Optics of the World", heimsins eygu, sum nú eru heft á Føroyar, um vit vilja tað ella ei, eins og Chicago gjørdu á fyrstu LP plátuni í 1969: "The whole World is Watching" innan teir skiftu til sangin "Someday" og sipaðu til studentauppreistur, harðrenda løgreglu og Vjetnamkríggið alt í einum.  Hans Jacob segði frá um at vaksa upp við grindadrápi su