Skip to main content

Fotografera, so tú minnist, hvar tú hevur verið

Triða sunnudag í advent vóru vit við Hoyvíkstjørn, at geva dunnunum og svanunum breyð. Um tveytíðina meðan tað enn er ljóst.


Tá breyðpakkin er uppi og sólin er um at fara niður aftanfyri Kirkjubøreyn, fer Olaf at sproyta eftir dunnunum. Sindur djarvur, tí tær kundu reist fjarðarnar, serliga stóru svanirnir.


Olaf vil hava myndatólið frá abba og sleppa at fotografera dunnurnar, svanirnar og alt, sum er við Hoyvíkstjørn, eisini tunnuflakan, sum er sokkin og rennuna, sum hann pissaði í. "Man skal fotografera, so man minnist, og ikki gloymir, hvar man hevur verið," sigur Olaf. Meir skal ikki til, at abbi er samdur, og letur Olaf sleppa at fotografera. Gott at abbi hevur fartelefonina.


Eftir smølu gøtuni millum Tjarnargarð og húsini hjá Føroya Arbeiðarafelag, sær Olaf eitt myndaveni. Tað er múrurin, sum fyrr hevur verið bláur, men nú er hvítur. Málingin er dottin av, so ein bláur blettur kemur fram. Ein greið grafisk mynd, sum sigur søgur. Hann steðgar, siktar og trýstur á knøttin. Klikk. Fyrra myndin er mín, hin er hansara.


Yviri við Hoyvíkstjørn hevði Olaf funnið út av, at myndin kann verða tætt við og langt frá.


So nærkast klokkan trý og jólamaðurin er komin í Tórsbyrgi, har tey dansa jólatræ og hava sungið tríggjar jólasangir. Øll børnini fáa pakka, eisini Olaf, sum nú er í reyðari húgvu. Aftaná fara vit inn í hitamiðstøðina at fáa kakao og gløgg.