Fríggjadagin klokkan 14:00 letur fotobólkurin Fokus upp hina árligu framsýningina í Smiðjuni í Lítluvík. Sjey limir í Fokusbólkinum hava tikið tilsamans 43 myndir, sum eru komnar upp at hanga, og nakrar er settar fram við vegginum at blaða í, svarthvítar og í litum, flestu í A3 stødd og onkrar størri. Øll Fokusfólkini hava sýnt fram fyrr.
- Motivini eru landsløg, portrett og minimalistisk. Eg eri yngstur, og eg haldi, at Óli Lindenskov er elstur, sigur Oddfríður Marni Rasmussen, ið vit eisini kenna sum virknan rithøvund. Óli nikkar og skeinkir kaffi.
Haldur Suni Johansen
- Vit brúka Canon, Fujifilm og Leica. Vit hava eini seks myndir hvør. Onkur hevur fýra og onkur átta, sigur Óli í Smiðjuni í Líluvík, ella úti í Grind, sum eldri Havnarfólk siga. - Næstu ferð sýna vit fram í maimánað, tí hetta er ov sjaskut, sigur Óli. Hann vísir mær navnalistan: Heri Samuelsen, Jacobina Sigmundsdóttir Niclasen, Jórun á Fløtti Jacobsen, Kristinn Hentze, Haldur Suni Johansen, og so Oddfríður Marni Rasmussen og eg sjálvur, Óli Lindenskov.
Øll í Fokusbólkinum hanga upp
Eg spyrji Oddfríð, hvør drívkraftin er, tá hann kennir á sær, at ein mynd vil í kassan?
- Tað er tilvildarligt. Hon er ongantíð í kassanum fyrr enn eg havi sæð hana á prenti. Tað er sjáldan tað sama, sum sæst í myndatólinum, og tað, sum sæst á einum stórum skíggja ella á prenti. Eg eri ikki ein, sum klikkir tíggju myndir. Eg taki eina, og riggar hon ikki, so er tað tað, sigur Oddfríður.
Men hugsar tú í teksti, tá tú tekur myndina, altso at hon skal illustrera ein tekst, tú hevur í høvdinum, ella liva myndirnar sítt egna fotolív, spyrji eg tekstahøvundan og myndamannin.
- Mær dámar væl at leita eftir einum "poetiskum" motivi, sum fær fólk at støðga á, er svarið, meðan tey hanga heiti sum ”Hommage á Koudelka” og ”Jarðrok á Murrufelli” upp á veggirnar í Smiðjuni, sum Reinsaríið í Tórsgøtu umsitur.
Til gerandis er Oddfríður lærari í Skúlanum á Fløtum. Tí syrji eg hann, hvussu tað visuella, hin myndaligi parturin, hevur tað í skúlanum í dag, nú vit so ofta siga, at vit liva í einum alt meir ágangandi visuellum veruleika og visuellari mentan. Eg spyrji, um vit í nóg stóran mun læra at lesa og gera myndir, til dømis við telefonini, vit altíð hava uppiá okkum, mest tí eg onkuntíð, kanska ofta, fái tann greiða varhuga, at næmingarnir hava ein djúpan visuellan førleika, kanska nógv størri enn alt undirvísingarverkið, sum skúlin í praksis bert sjálvdan sleppur at forloysa. Eru tað tankar, sum lærarin, rithøvundurin og myndamaðurin kennir seg aftur í og kanska hevur hug at deila?
- Tað stendur ikki so væl til við tí. Málningalistin er hampiliga væl fyri. Tað verður undirvíst í henni, men foto er ikki so væl fyri. Tó, Jørgin við Úlvsá hevur fakið foto og livandi myndir. Tað er eitt p-fak í miðdeildini hjá okkum. Tey eru við til at taka upp til heimasíðuna og hava smáar framsýningar. Eg havi eisini havt eitt forløb, har tey hava skrivað eitt portrett av einum, sum tey kenna, ella onkrum kendum. Og til tann partin skuldu tey taka portrett foto av hvør øðrum í ymiskum ljósi. Tað var fínt. Havi eisini undirvíst í donskum í foto. Har er nógv gott tilfar. Sjálvur havi eg undirvísingartilfar, ið eg havi gjørt, sum er til foto, sigur Oddfríður at enda, og vísur til frálíka power point tilfarið, har til ber at læra at taka fotomyndir, og hvussu myndirnar kunnu verða bygdar og skipaðar, og fremst av øllum: hvat skulu tær siga?
Øll hesi árini, Fokus hevur sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, havi eg ikki kunnað sagt annað, enn at fotografering livir sítt fríska lív í almenna rúminum í heimliga gerandisdegnum, kanska sjónligast á Facebook og Instagram. Og tað er bæði frálíkt og vitjunarvert, meðan vit bíða eftir at fotografering í nógv størri mun sleppur inn um skúlagátt, har bókstavurin er óneyðuga einaráðandi.
Góða fotoframsýning, síggjast í Fokus!