Her er amerikanski fotografurin, Bill Schwab longst til høgru, avmyndaður á Viðareiði við Múla í baksýni, nú tey hava havt fotoskeið í Føroyum í skiftandi heystveðri við Hotel Føroyum og tveimum bussum sum støði. Tey eru frá vinstru Gwenn Rosseau, Amy Acettura, Daniel Bayer, Kerik Kouklis, David Schoenwald, Olivier Boreau, Jim Feller og ferðaleiðarin Bill Schwab.
Í eitt tíðggjuáraskeið havi eg kent meistarfotografin, Bill Schwab, sum býr í Harbor Springs í Michigan. Hann hevur lisið fotografi á Central Michigan University, tók prógv í 1983 og seks ár seinni fór hann undir virksemið North Light Press. Í 2005 byrjaði hann, m.a. við fundraising, at byggja eini skeiðsdepil úti í skógini í Emmet County, har norðuri í Michigan. Húsini vórðu liðug í 2014 og eru nú karmur um North Light Workshops.
Tað er við hesum støði at Bill skipar fyri ferðandi fotoferðum víðahvar, eisini til Føroya. Í dag fara tey í Sandoynna at fotografera, fyrst og fremst við analogari útgerð so sum Hasselblad. Heimkomin arbeiða tey við ymsari tøkni og tilfari at framkalla føroysku myndaevnini og pressa tey ymsar vegir á ymsum pappíri.
Í morgin fara tey til næsta stað, sum í flestu førum er Djúpavík í Ísland, hóast Daniel Bayer úr Aspen í Colorado steðgar her í tveir mánaðir at taka svart hvítan film, sum hann segði á baksetrinum í einum bussi til Tjørnuvíkar.
Sjálvandi helt eg tað vera livandi film til eitt ávíst endamál, kanska hin nýggja elektriska Ford Mustang, men bleiv bilsin, tá eg fyrst hoyrdi hann siga, hvussu tænastusinnað Smyril Line hevði verið at hjálpa honum at flyta 350 rullur av analogum filmi heimanífrá og higar.
- Eg skal fotografera svart hvítt í Føroyum hesar vikurnar, bara fyri meg sjálvan og falla til ró her, sigur Daniel, sum er professionellur fotografur í egnum navni.
Tá vit eru í Tjørnuvík gongur upp fyri honum, at tað er her, og í Mikladali at hann skal búgva, umframt aðrastaðni í landinum eisini.
Vit skifta orð um møguleikan at skipa fyri eini kvittandi framsýning í Føroyum, hvussu listafotografar síggja okkum og føroysk myndaevni.
Tað er gamaní, heldur hann. Tankin er sáddur. Eg viðmæli hansara stiliseraðu svørthvitu myndir úr Føroyum, sum longu síggjast á Facebookvanganum.
Bill skipar aftur fyri fotoferð til Føroya 20.-28. apríl næsta ár.
Fartelefon og talgilda tøkni brúka tey bara til at kunngera fyri vinum heima í USA, hvussu føroyski arbeiðsdagurin hevur verið. Her er fyrsta sýnið av hotelkamarinum hjá Kerik Kouklis. Sjálvur haldi eg, at hetta er beint fram Gustave Doré í 1866 umsettur til nútíðar føroyskt foto og heitið kundi verið ”Verði ljós!” sum í Fyrstu Mósebók. Ein tíðarleys fagnaðarmynd yvir Nólsoyarfjørð tikin av Hotel Føroyum.
Her er hin svart hvíti eksperimenterandi Kerik Kouklis í Kirkubø við einum báti fremst fyri, og niðanfyri av einum steini í brimi. The seas were angry, sigur hann um veðrið og uppgangin henda dagin.
- This trip isn't over yet, but I have to say what a fantastic crew this has been. We've toughed it out with wind and rain, but we're still playing and making some great images. Very special thanks to the very Special K (Kerik Kouklis) for having my back and being a great partner in adventure, sigur ferðaleiðarin Bill og tekur eina mynd av teimum báðum á Hotel Føroyum.
Kerik skrivar í dag, dagin fyri fráferðardagin, um fyrstu føroysku mandala fotomyndina: "First mandala from the 2021 Faroe Islands trip. Source image and group portrait by Bill Schwab’s tripod. We’re close to the end of the journey - always bittersweet. It’s been freeing to travel again and feel safe. I had one of the best flying experiences ever on my SAS flight from LAX to Copenhagen. This trip was a chance to see old friends and I’ve have definitely made some new ones for life, I think. We have been treated with weather that challenges you and weather that allows you to make work easily. Staying on your feet in 60-70 MPH gusts with driving rain while also taking care to not drop an expensive camera or lens makes you feel alive! Yet we had a beautifully calm day yesterday that resulted in this photograph and mandala. The 8-minute exposure compresses time and results in a very ethereal image. Finally, the calming turquoise color of the surf gives us the opportunity to relax and contemplate. Life is good my friends. Next stop Djúpavík, Iceland and maybe a peak at an active volcano. It’s going to be much colder than there with temps between 0 and 5 C. Looking forward to being back for the 7th time and seeing the wonderful folks at the Djúpavík Hotel. Stay safe. Get your vaccines. There’s a big world out here waiting for us and I don’t have any time to waste. Peace."
Kerik sæst eisini í landslagslitum av Viðareiði. Hann skrivar "Compressing time with an eight minute exposure. Today was a great day to photograph. No rain or crazy wind. Topped the day off with a COVID test to be ready for the next leg of my trip. I fly back to Copenhagen on Wednesday then on to Iceland on Thursday. Life is good."
Ferðaleiðarin Bill, sum er íspinnarin av Føroyum sum listarligum amerikanskum fotoferðamáli, er fegin um fleiri myndaevni í Føroyum, har kanska Gásadalur, Bøur og Funningur, bæði í svarthvítum og litum, standa ovarlaga. Hann skrivar: "Gásadalur and Múlafossur give it up once again. This place always amazes. In between bursts of 50 mph winds and a driving rain, an angry day becomes serene."