Skip to main content

Posts

Showing posts with the label jól

Týsk jól á Vaglinum

 - Tað verða eini týskt inspirerað jól, tá smátturnar eru lidnar og settar upp her á Vaglinum, sigur Eiler Fagraklett í gamla kommunuskúlagarðinum frammanfyri Ráðhúsunum hjá Tórshavnar kommunu. Uppgávuna hevur hann fingið frá Visit Tórshavn, har Barbara Samuelsen er leiðari til 1. februar, tá Liljan Weihe tekur yvir. Tá fer Barbara aftur í starvið í Kringvarpinum. Stóra jólatræðið hjá kommununi er komið upp at standa á Tinghúsvøllinum. Tað verður tendrað leygardagin men uttan at nakað tiltak verður. Umráðandi er, at fólk ikki savnast og trokast í stórum tali. Kanska er træið minni enn fyrr, men meira harmoniskt enn vit minnast at hava sæð tað fyrr, eru vit samd um á Vaglinum. Niðri í Vágsbotni er fyrsta tekin um radikala broyting, hóast eingin lá eftirá, gjørdist arbeiðsleysur ella varð settur á dyr. Tað var tá Nólsoyar Páll varð tikin niður fyri at rúma eini skoytubreyt, sum nú er koyrd niðan í Gundadal, at geva pláss fyri einum parti av smáttunum, sum til samans mynda jólabýin. Ikki

Til jólaborðið

So er fullur bussur av anga og kjøti til jóla. Í morgun kom starvsfelagin, Sigfríður, norðan av Eiði við árligu veðurlambskrovunum, lembd í Kollinum, og hava gingið í brøttu Skorunum út móti Norðhavinum og á Slætnabrúnni undir Melanum og Sandfelli, sum í báðum førum síggjast merkt við reyðum á kortinum niðanfyri. Um smakkurin verður bara hálvt so góður sum angin, so verður framúr.

Her er fútabannaða samrøðan

Erikur Lindenskov skrivar á in.fo í dag, at hetta er tað, sum Kringvarpið vegna fútabann ikki sleppur at fortelja um Huawei, men sum hann kortini kann endurgeva úr danska blaðnum Berlingske, sum í dag hevur kunngjørt útskrift av samrøðuni, sum Kringvarpið av tilvild fekk upp á band hin 15. november í ár, tá Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, og Herálvur Joensen, aðalstjóri, samskiftu um Huawei og hóttanina frá kinesiska sendiharranum í Danmark, Feng Tie. »Herálvur: Segði eg tær, at kinesararnir vóru her? Helgi: Ja, teir skuldu koma Herálvur: Teir høvdu fund við Jenis tíðliga um morgunini, tí Jenis skuldi av landinum. Og við Bárð og Jørgen. Hann hevði beinleiðis knýtt málini saman. Altso, um... um Føroya Tele undirskrivaði avtalu við Huawei, so stóðu allar dyr opnar fyri fríhandilsavtalu við Kina. Helgi: Okey Herálvur: Men Bárður hevði verið rættiliga kategoriskur og hevði sagt, at vit ikki kunnu blanda... at vit ongantíð blanda okkum í tílíkt. Vit ætla ikki at blanda o

Bach í kertiljósi

Tað eru ikki bara svartir fríggjadagar, nú heimligu handilsjólini eru í hondum. Hóskvøldið 12. desember verður triðja versiónin av Bach í kertuljósi framførd í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Tiltakið er eins og áður alment og ókeypis. Í ár er tað bratsjspælarin Jón Festirstein, mitt fyri í myndini ovast, sum er kvartettstrúkarameastro og skipar fyri tiltakinum. Ovast á manningarlistanum hjá Jón eru sopranin Cinthia Parada, sum er kilensk operasanagarinna, ið býr á Strondum og Dávur Birgisson, sum er úr Hoyvík, og fer at spæla á gittar. Cinthia sæst til høgru og Dávur til vinstru á lýsingamyndini ovast. Strúkaramanningin hjá Jón Festirstein er annars Sámal Petersen, violin, Ragnar Andreasen, violin og Tóri Restorff Jacobsen, cello. Afturvendandi Bach serfrøðingurin, Meinhard Bjartalíð, sum er sóknarprestur í Glyvra prestagjaldi, fer eins og undanfarin ár at hugleiða, nú tiltakið verður aftur í Ólavskirkjuni, sum rúmar 120 fólkum. Aftaná konsertina verður hugnaløta í Stokkastov

Setið prís uppá nissurnar

Myndasnildi starvsfelagin, Árni , tók hesa heystgráu portrettmyndina aftur við morgunkaffinum, beint sum vit høvdu sungið um regn og aftur regn í meistarligu lýsingini hjá Mikkjali á Ryggi, har hann knýtir menniskjað afturat náttúruni hesa ársins tíð, nú eggin er so brúnasíð og alt er grátt um hav og ský. Jú, tað er heyst. Heyst um allan heysin. Orsøkin til kjakevnið afturvið kaffinum var morgunprátið í Útvarpinum um at retusjera myndir. Ein kvinnuligur fotografur, Sunrid í Gong, var í sendistovuni og segði, at persónliga ynskið um retusjering var so útbreitt og vanligt, at hon mintist bara eina ferð í tey ellivu ár, hon hevði virkað sum fotografur, at foreldur høvdu biðið hana um ikki at retusjera eina mynd, har teirra barn var á. Hetta við at retusjera myndir er blivið eitt stórt evni á lørifti og skermi, eftir at Netflix við talgildari de-aging tøkni hevur fíggjað nýggja mafiafilmin hjá Scorsese The Irishman , sum London Film Festival júst hevur víst fyri fyrstu ferð í

Bach á jólum í Kirkjubø

Kirkjubøarkonsertin undan jólum í fjør, sum varð kallað Bach í Kertuljósi , varð so mikið væleydnað, at fyrireikingar til eina líknandi jólakonsert í ár eru longu byrjaðar. Her er ein bloggur frá konsertini í fjør. Leisturin er hin sami við Bach og kertuljósum í ólavskirkjuni, hinari elstu í landinum. Sangsolistur í ár verður Birita Av Sondum, sum lesur tónleik í Berlin. Fyrireikararnir siga, at skráin verður Bach við framur tónleikarum inni í kertuljóslýsta rúminum, har ikki bara Meinhard Bjartalíð fer at hugleiða, men eisini við psykedeliskum ljóssjovi hjá Carsten Arnskov uttan á kirkjuvegginum. Og so fara Jóannes bóndi og Føroya Bjor at taka ímóti i Roykstovuni. Kertuljósakonsertin í Kirkjubø verður 6. desember. Á myndini sæst Birita saman við Ólavi Jakobsen.

Gleðilig jól!

Birkblog ynskir øllum lesarum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, sum fer at verða aktuelt um eina góða viku. Hesa ársins tíð, tá árið rennur út og eitt nýtt stundar til, verður tikið saman um á øllum økjum, so ein ábending og eitt umhvarv kann hómast, hvussu skarst og hvat fekst burturúr, ikki bara fyri íleggjarar, men eisini fyri brúkarar, ið til gerandis skifta orð um nýggj rák og fyribrigdi í tíðindaverðini, sum einaferð var so sára einføld. Ikki minst tá bara eitt útvarp var og einki annað. Jú, kanska norðmaðurin og danskarin á langbylgjusendaranum í Kalundborg, og so Tórshavnsradio á bygd. Ja, og so tey góðu gomlu heimaprentaðu pappírsbløðini. Í dag er miðlamyndin so fragmenterað sum aldri áður. Møguleikarnir eru ovurhonds nógvir. Nógv bjóða sær til, og nú fæst eisini stuðul til miðlavirksemi hjá øðrum enn útvarpinum og sjónvarpinum, sum man einaferð, við høvdinum undir arminum, koyrdi í ein pott og kallaði kringvarpið. So varð kringvarpsgjaldið strikað og kravt inn yv

Fullsett kirkja við Bach og kertum

Ólavskirkjan í Kirkjubø, sum helst er reist í 1200-talinum og tí er Føroya elsta kirkja, var fullsett í kvøld, tá skipað var fyri konsert við klassiskum tónleiki eftir Johann Sebastian Bach (1685-1750). Samskipari var Ólavur Jacobsen, sum spældi klassiskan guitar og var framúr væl upplagdur frásøgumaður við perfektari timing , ikki bara í gittarspæli, men eisini í orðum. Einki orgul er í kirkjuni, so umframt gittarin hjá Ólavi, hoyrdu vit eina strúkikvartett við Moniku Stauss Joensen, Jón Festirstein, Jens Christian Guttesen og Jonu Jacobsen. - Alt samalt í andum hjá Bach, sum skuldi levera tónleik hvønn sunnudag, bæði til vanliga messu og til hámessu, og altíð leggja til rættis eftir høvi og umstøðum, sum til dømis her í kirkjuni, segði ein nærverandi Ólavur. Carsten Arnskov, teknikari í Kringvarpinum, hevði myndprýtt kirkjuna við ljósi upp á veggin í litum, sum vit annan vegin kenna úr litaðu glaslistini hjá Tróndi Paturssyni, men eisini við søguligum portrettmyndum

Bach í kertuljósi

Í Føroya elstu kirkju, Ólavskirkju í Kirkjubø, verður ein sjáldsom konsert hóskvøldið 14. desember klokkan 19:30. - Fyrimyndin er úr St Martin In the Fields kirkjuni í London, har konsert er á hvørjum ári, sum kallast Bach in Candle Light , sigur Jóhan Mortensen. Í innbjóðing ger hann vart við, at konsertin er ókeypis og pláss er fyri 100 áhoyrarum. - Bretska konsertin er hugnalig og sera væl fagnað, og við íblástri frá henni verður nú konsert i Kirkjubøar Kirkju við Bach tónleiki á høgum støði, sigur Jóhan. Aftaná konsertina, sum varar slakan tíma, hevur Føroya Bjór móttøku í Roykstovuni hinumegin túnið, har eitt jólalag eisini verður spælt. Palli Gregoriussen sigur, at kirkjan í Kirkjubø, eisini nevnd Ólavskirkjan, er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki. Hon hevur eitt tíðarskeið verið dómkirkja á føroyska biskupssætinum. Í 1963-1966 fóru fram umfatandi fornfrøðiligar rannsóknir av lendinum undir kirkjuni. Rannsóknin vísti, at kirkjustaðurin er fornur. Komið varð m.a.

Ársins tilboð: Spar alt, keyp einki!

Í dag er fyrsti kavadagur, fyrsti vetrardagur, dagin fyri ársins svartastu brúkarafest, black friday . Men fólk, ið ikki eru so materialistisk, og heldur savna sær immateriell virði hinumegin, hava funnið uppá at spara so mikið, at tey luttaka í einum heilt øðrum tiltaki við ikki at luttaka. "Participate by not participating". Tað er í tiltakinum Buy Nothing Day , sum er allan dagin í morgin fríggjadagin 24. november. Ella sum jólamaðurin sigur, helst við orðum Robert Frosts í huga: Buy Nothing X-Mas - A Path Less Traveled. Gleðilig-keyp-einki-jól. Hvør blakar fyrsta kavablakið?

Reyðir postmenn og royktar apur

Í morgun spurdi ein vinmaður meg, um tað yvirhøvur var tørvur á nøkrum slag av satiru í okkara brúkarastýrdu tilveru. - Er tað ikki so einfalt, at tá eitt samfelag flýtur yvir av hunangi og róma, so gerst einki stuttligt? Øvundsjúka og illgrunasemi um grannarnar og onnur, sum ger, at pláss er ikki fyri satiruni, er tað ikki so? - Tú meinar at vit líða av ótálmaðari sjálv-feit-ismu, spyrji eg. - Nemmeliga, svaraði hann. Tað er akkurát tað. Eftir at hava grundað yvir henda stutta dialog í allan dag, datt svarið í postkassan í kvøld. Ein knallertspitari í túninum, lokið upp og eitt tjums niður í plastkassan. Ein posi við tilboðsbløðum, okkurt fjalt sum redaktionell tíðindi at lesa, men í einu brosjúruni freistist eg sjálvur sum ónøktað brúkaradýr, opið fyri allari merkantilismu, nú tað styttist til fagnað handilsfrelsarans: Ein reyður postmaður fyri 599 krónur og 95 oyru, og ein apa úr royktari eik fyri 899 krónur og 95 oyru. Tilsamans 1.499 krónur og 90 oyru. Fyri ta upp