Skip to main content

Bach í kertuljósi


Í Føroya elstu kirkju, Ólavskirkju í Kirkjubø, verður ein sjáldsom konsert hóskvøldið 14. desember klokkan 19:30.

- Fyrimyndin er úr St Martin In the Fields kirkjuni í London, har konsert er á hvørjum ári, sum kallast Bach in Candle Light, sigur Jóhan Mortensen. Í innbjóðing ger hann vart við, at konsertin er ókeypis og pláss er fyri 100 áhoyrarum.

- Bretska konsertin er hugnalig og sera væl fagnað, og við íblástri frá henni verður nú konsert i Kirkjubøar Kirkju við Bach tónleiki á høgum støði, sigur Jóhan.

Aftaná konsertina, sum varar slakan tíma, hevur Føroya Bjór móttøku í Roykstovuni hinumegin túnið, har eitt jólalag eisini verður spælt.

Palli Gregoriussen sigur, at kirkjan í Kirkjubø, eisini nevnd Ólavskirkjan, er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki. Hon hevur eitt tíðarskeið verið dómkirkja á føroyska biskupssætinum. Í 1963-1966 fóru fram umfatandi fornfrøðiligar rannsóknir av lendinum undir kirkjuni. Rannsóknin vísti, at kirkjustaðurin er fornur. Komið varð m.a. fram á tríggjar gólvfláir úr miðøld. Í hesum fláum vórðu funnir fimm myntir. Tann elsti, ið er enskur, varð sligin í tíðarskeiðinum 1223-1235, og varð hann funnin undir tí elsta gólvinum. Innar í kóri varð funnin ein bispagrøv. Grøvin sjálv var klødd innan við nævur. Kolevnis-14 tíðarfestingar bæði av kistuviðinum og nævrinum vísa, at grøvin man verða frá miðskeiðis í 1200-árunum. So mangt bendir á, at kirkjan er reist einaferð í 1200-árunum, og er sostatt ein miðaldarkirkja, sigur Palli Gregoriussen í bókini Eldru hválvkirkjurnar.