Skip to main content

Týsk jól á Vaglinum

 - Tað verða eini týskt inspirerað jól, tá smátturnar eru lidnar og settar upp her á Vaglinum, sigur Eiler Fagraklett í gamla kommunuskúlagarðinum frammanfyri Ráðhúsunum hjá Tórshavnar kommunu. Uppgávuna hevur hann fingið frá Visit Tórshavn, har Barbara Samuelsen er leiðari til 1. februar, tá Liljan Weihe tekur yvir. Tá fer Barbara aftur í starvið í Kringvarpinum.


Stóra jólatræðið hjá kommununi er komið upp at standa á Tinghúsvøllinum. Tað verður tendrað leygardagin men uttan at nakað tiltak verður. Umráðandi er, at fólk ikki savnast og trokast í stórum tali. Kanska er træið minni enn fyrr, men meira harmoniskt enn vit minnast at hava sæð tað fyrr, eru vit samd um á Vaglinum.


Niðri í Vágsbotni er fyrsta tekin um radikala broyting, hóast eingin lá eftirá, gjørdist arbeiðsleysur ella varð settur á dyr. Tað var tá Nólsoyar Páll varð tikin niður fyri at rúma eini skoytubreyt, sum nú er koyrd niðan í Gundadal, at geva pláss fyri einum parti av smáttunum, sum til samans mynda jólabýin. Ikki eru øll so samd um, at hetta er eitt betri inntriv enn skoytubreytin, hvørki fyri fólk ella handlar. Og røddir eru, sum harðliga rópa eftir at fáa Nólsoyar Páll aftur á pláss og tað í stundini. Og einasta rætta plássið er onga aðrastaðni enn beint her, siga fólk, hóast støð sum úti í Bakka, á Skinnaraskeri, í Nólsoy og á Biskopstøð í Klaksvík hava verið nevnd. Nei, hon skal aftur á sama stað, siga fólk, eg tosi við.


Ein onnur broyting, sum longu er fráboðað eftir kommunvalið, hóast nýggja samgongan ikki tekur við fyrr enn eftir ársskiftið, eru ivasomu húsini í Hoydølum, sum studentaskúlin og HF skeiðið hava hildið til í alla okkara tíð og nú eru púra forfallin. Tey skulu setast í stand og verða lestraríbúðir og eldraíbúðir, sigur ein miðvísur Tróndur Sigurðsson í miðlunum, og hevur longu eydnast at fáa undirtøku fyri tankanum frá Jenisi av Rana. 


Hetta boðar frá góðum og setur røring í miðbýin og ger nakað aktivt við tað óskipaða kjak, sum hevur verið millum fólk í langa tíð og kanska bara botnar í ónøgd við at so lítið hendur og at tað, sum hendur, ikki fellur í borgarans smakk. Tað er blivið ov langt millum borgaran og býráðið, spyrt tú meg. Og her er tað, at endurkosni býarkongurin, Heðin, aftur sleppur at fylla skógvarnar, sum hann sjálvur fyrr hevur skapt, traðkað og formað. Og skal eg taka í ein gamlan tráð, sum í øðrum endanum hevði júst bygningarnar í Hoydølum, so er tað gamli tankin, sum meir enn so eisini var eitt projekt, har samkoman Ebenezer og bygningur teirra við Glade Hjørn var í hinum endanum á einum spennandi tankaspinni í miðbýnum. Kanska er vert at almannakunngera tað uppskotið aftur, nú kapping er útskrivað um nýtt tjóðleikhús. Væl liggur tað fyri, hugsaða tjóðleikhúsið in spe, um gerðabýti kundi hugsast at verið gjørt millum hesi bæði, Hoydalar og Ebenezer, og møguliga onnur støð eisini, so bústaðir, samkomur og sjónleikur fullu á pláss, øllum til fragdar í einum livandi býi, har kjak gevur meining.


Men alt er opið, soleiðis tykist støðan, nú eitt nýtt býráð um skamma stund fer til verka. Sjálvt miðbýartalvan hjá Sjónleikarhúsinum er opin. Kennist gott at ganga gjøgnum ein miðbý, har talvan enn er óskrivað. Livst so spyrst. Góða eydnu við góðum miðbýi.