Skip to main content

Ársins tilboð: Spar alt, keyp einki!


Í dag er fyrsti kavadagur, fyrsti vetrardagur, dagin fyri ársins svartastu brúkarafest, black friday. Men fólk, ið ikki eru so materialistisk, og heldur savna sær immateriell virði hinumegin, hava funnið uppá at spara so mikið, at tey luttaka í einum heilt øðrum tiltaki við ikki at luttaka. "Participate by not participating". Tað er í tiltakinum Buy Nothing Day, sum er allan dagin í morgin fríggjadagin 24. november. Ella sum jólamaðurin sigur, helst við orðum Robert Frosts í huga: Buy Nothing X-Mas - A Path Less Traveled. Gleðilig-keyp-einki-jól. Hvør blakar fyrsta kavablakið?