Skip to main content

Posts

Showing posts with the label mál

Savdi ella Saudi, arabia ella arábia?

Illa gongst at fáa almennar myndugleikar í pinkulingalandinum Føroyum at samstarva. Eitt er bókstavaraðið, ið gevur rúm fyri øllum ljóðum á føroyskum, annað er at fylgja teim einføldu ráðum, sum Málráðið við lóg hevur skotið upp, og sum sama lóg hevur álagt almennum stovnum í størst møguligan mun at fylgja og halda. Sagt verður í grein 5 stykki 2, at: Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðum Málráðsins.   Tað ger Kringvarpið ikki. Hví, veit eg ikki. Men tjekk. Tveir feilir í einum orði. Sindur pínligt, tá yvirskriftin er so feit, og at skeivt stavaða orðið kemur seks ferðir fyri, og - belivitornott - rættstavaða orðið kemur tríggjar ferðir fyri í sama teksti um sama evni í einasta almannamiðilinum við tveimum høvundum. Tað er ikki so ringt at finna orðalistan hjá Málráðnum. Hann hevur eitt uppskot um at stava Saudiarabia á føroyskum, og sigur eisini frá, at har búgva saudiarabisk fólk, eisini kallað saudiarabar við langum a og ongum á. Er tað so

Netbit og klikkokrati

Eitt av 37 nýggju orðunum hjá svenska Málráðnum í ár Hesa ársins tíð verður gjørt upp á øllum livandi økjum. Eisini á norðurlendsku málstovunum, sum eru systirstovnar hjá Málráðnum, ið eru alt annað enn deyðir. Eins og føroyska málið livir, og fleiri og fleiri brúka tað í almenna rúminum, har eingin reyður lærarapennur røkkur longur, so er sama lagið í grannalondunum. Málið livir og broytingar í gerandisviðurskiftum síggjast skjótt aftur í málinum. Úr mínum sjónarhorni eru fleiri enn nakrantíð, ið brúka málið akkurát soleiðis, sum tey vilja. Tað er bæði gott og ringt. Meðan fyrr var vanligt at hoyra reyðpennaða føroysktlæraran øsa seg upp um danismur, er føroyska málið nú flutt longur út í heim. Men meðan danisman er horvin, eru nýggjar avbjoðingar, ið ikki eru minni. Hetta sæst aftur í nýggju orðunum, sum svenska og danska Málráðið kunngjørdu um dagarnar. 37 og 36 vóru nýggju orðini. Hefti meg við nýggja svenska orðið  klickokrati og danska clickbait.  Bæði orðini vór

Gøtudanskt er framtíðin

Fyrstu ferð eg var í USA, skuldi eg keypa eina Pepsi í eini sodavatnsautomat í durðinum á motellinum. Eg dugdi ikki at velja røttu myntirnar og spurdi eina konu, sum í morgunljósinum rullaði vaskivognin framvið. Hon hugdi í lógvan og tók myntirnar, stakk tær í automatina og hugdi uppá meg, sum var eg minni mentur. Retarderaður. Suffandi tungan á sponskum fór hon víðari, ristandi á høvdinum og tosaði inneftir, sum eg bara helt at føroyskar og álendskar konur dugdu. Eg bleiv illa við og royndi eftir hetta at leggja nógva luft millum meg og tað enska. Hvør skal siga, eg dugi enskt, men tað er ikki mítt móðurmál. Av almakt mátti eg leggja eitt fríhold av einum fremmandum ljóði ímillum. Ein farra av fjarum leiðum, kanska eksotiskum eisini. Harðbalnar føroyskar útróðrarkrúllur millum amerikansku ljóðini, sum vit best kenna frá Desperate Housewives, ið helst sniffa heroin til døgurða, so nasalar tær eru í dagligari talu. Sama ger íslendska Björk, sum í áratíggju hevur búð og arbeitt í Bret

Móðurmálsdagur og móðurmálsvirðisløn

25. mars er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Tá verður móðurmálsdagurin hildin. Tað eru Miðlahúsið, Dimmalætting, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið og Nám , sum skipa fyri degnum og virðislønini. Fyriskipararnir heita í hesum sambandi á skúlar , stovnar, fyritøkur og arbeiðspláss í síni heild í landinum at leggja sær henda dag í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini í skúlunum, men í øllum viðurskiftum, soleiðis at bæði næmingar og fólkið alt verða kunnað um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti. Sama dag, móðurmálsdagin 25. mars, verður ein móðurmálsvirðisløn handað. Virðislønin verður í ár handað fyri tað góða málið í lýsingum og handilsligum teksti. Seinnapartin móðurmálsdagin vera fleiri stuttir fyrilestrar og framløgur um móðurmálið í Norðurlandahúsinum. Um kvøldið verður Móðurmálsvirðislønin handað í Nýggjustovu í Gongini í Havn, har Hammershaimb vaks

Móðurmálskærleiki politikarans

Her sæst eitt púra ópolitiskt bókstavarað til øll at brúka uttan kostnað, hóast tað er sett á prent av einum kendum peningastovni. Ikki bara peningalig, men eisini politisk sjónarmið hanga uppi við, tá vit tosa um bókstavir. Summi góð, summi ring. Tí hava vit lukkutíð løgtingsval fjórða hvørt á. Ungdómstingið skapti fyrr í vikuni nýyrðið móðurmálskærleiki . Tað var, tá átta næmingar úr níggjunda flokki í Venjingarskúlanum skutu upp í Løgtinginum, at móðurmálskærleiki verður settur inn í grein eitt í lóg um fólkaskúla, soleiðis: “Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði, fólkaræði og móðurmálskærleika.” Dagin eftir kollveltandi kærleiksuppskotið frá uppfinnsama ungdóminum, hevur ein valdur politikkari úr kjøti og blóði verið í skúla og gjørt málsligar førleikakanningar. Við framsøgumanninum Henrik Old kann Javnaðarflokkurin á tingi nú staðfesta, at í skúlanum er føroyskt ov trongt, og at føroyskt í skúlanum ikki røkkur.

Norra, Nirri og Muammedanien

Borað verður eftir olju í Norra. Ikki Noregi, tí tað er kvæðamál, segði ein privatur vinnulívsmaður um dagarnar. Kanska hevur hann rakt tað rætta oktantalið. At tað er eitt skisma millum alment og privat, ið ger av, um tú frá barnsbeini, sum í sanginum niðanfyri, verður disponeraður fyri Norra- ella Noregssmittuni. Arbeiðsmenn í hópatali fara til Norra, ja Norra, at vinna sær til lívsins upphald í Førjun, ja Førjun, har tey snakka førist. Sådan er tæ. Ikki bara í privata vinnulívinum, men eisini í framherjandi privatu ítróttini, dribla tey í dag við Norra. Í talu verða nógv orð og heiti brúkt, uttan at hin talandi gevur sær stórvegis far um, hvat er rætt, ella bara borðbart til givna høvið. Og soleiðis hevur verið og fer ivaleyst framhaldandi at vera í øllum heimsins málum. Høgur og lágur stílur, og natúrligt ósamsvar millum talaða og skrivaða orðið. Á Læraraskúlanum í fýrsunum, sum onkur rópar áttitárini, segði føroysktlærarin, at tað var blaðstjórin á Tíðindablaðnum

Armslongdarprinsippið

KLUMMA Starvsblaðið 4 2013 Við árslok gera vit upp á ymsu økjunum og spyrja, hvussu skarst. Eg fari at leita til okkara orðafeingi, eftirsum vit í hesum ári á fyrsta sinni fingu eitt alment føroyskt Málráð . Tó, hetta orðið, sum eg javnan havi fingið høvi at hefta meg við og grunda yvir í hesum orðaríka ári, er enn ikki komið í nakra orðabók. Orðið er armslongdarprinsippið . Tá eg leiti í talgildu orðabókunum hjá Sprotanum, sum allar eru undir fingrasnippunum, er nærmasta orðið arm’s length , sum á føroyskum verður til armslongd. Kanska er tað ein ávísur trekleiki, obstacle , at fáa hetta orðið inn í føroyskt gerandismál. Ikki tí, tað munnu vera meir enn tíggju ár síðan eg fyrstu ferð hoyrdi Jóannes Dalsgaard (f.1940) greiða frá hesum hugtaki, armslongdarprinsippinum, í Mentamálaráðnum fyri okkum, sum tá sótu í Mentanargrunninum. Um enn hon var gomul, vitanin, tóku vit fegin og forvitin við hesi nýggju vitan um mentanarpolitikk úr okkara grannalondum, sum í ritinum Menta

Tvö fallegustu hugtök veraldar sett í eitt

Ikki dugi eg íslendskt, men við eitt sindur av vegleiðing, so ber ofta væl til at lesa tað, ið skrivað er. Blaða vit í yrkingasøvnunum hjá Poul F. Joensen (1898-1970), so lesa vit í endanum á seinasta ørindi í vøkru yrkingini Tú lýsti   soleiðis: men sjólátist eg, er títt kæra navn seinasta orðið, eg nevni. Kanska er hetta vakrasta orðasavn, yrking, ella ljóð á íslendskum, sum vit eiga. Tað veldst sjálvandi um høvið og huglagið. Well, í morgun læs eg, at íslendingar í trimum aldursbólkum, hava kosið vakrasta orðið, sum eru í málinum. Úrslitið sæst á heimasíðuni hjá Ríkisútvarpinum, RÚV, har sendingin Kastljós  síðani 24. september hevur fingið 8500 uppskot um vakrasta orðið, sum fólk so hava fingið høvi at atkvøða um. Úr trimum aldursbólkum hevur ein úrvalsnevnd tikið 30 orð og sett tey á heimasíðuna við tilmælinum, ella frágreiðigini, hjá onkrum teirra, ið sendu orðið inn. Eftir at 14.000 høvdu atkvøtt, er greitt at  ljósmóðir  er vakrasta orðið í elsta bólkinum, tað eru tey, sum