Skip to main content

Armslongdarprinsippið


KLUMMA Starvsblaðið 4 2013

Við árslok gera vit upp á ymsu økjunum og spyrja, hvussu skarst. Eg fari at leita til okkara orðafeingi, eftirsum vit í hesum ári á fyrsta sinni fingu eitt alment føroyskt Málráð.

Tó, hetta orðið, sum eg javnan havi fingið høvi at hefta meg við og grunda yvir í hesum orðaríka ári, er enn ikki komið í nakra orðabók. Orðið er armslongdarprinsippið. Tá eg leiti í talgildu orðabókunum hjá Sprotanum, sum allar eru undir fingrasnippunum, er nærmasta orðið arm’s length, sum á føroyskum verður til armslongd.

Kanska er tað ein ávísur trekleiki, obstacle, at fáa hetta orðið inn í føroyskt gerandismál. Ikki tí, tað munnu vera meir enn tíggju ár síðan eg fyrstu ferð hoyrdi Jóannes Dalsgaard (f.1940) greiða frá hesum hugtaki, armslongdarprinsippinum, í Mentamálaráðnum fyri okkum, sum tá sótu í Mentanargrunninum. Um enn hon var gomul, vitanin, tóku vit fegin og forvitin við hesi nýggju vitan um mentanarpolitikk úr okkara grannalondum, sum í ritinum Mentan og menning (2002) nú skuldi koma og greiða vegin hjá teimum, ið liva av mentan og list í Føroyum.

Minnist, at armslongdarprinsippið rakti okkum beint í hjartakulluna, tí hetta var einki annað enn okkara persónliga hjartamál, umsitið fyri almenningin, at taka dagar ímillum innkomnar umsóknir um stuðul, uttan at gera nakað tilætlað skeivt.

Jóannes lærdi okkum um tvær áskoðanir, sum eru galdandi, tá vit seta spurningin, hvat slag av politikki, fólkaræðislig lond eiga at reka á mentanarøkinum.

Onnur áskoðanin byggir á ta grundreglu, at uttan politiska uppíblanding eigur øllum listafólkum at verða tryggjað eitt frælsi, har denturin eisini eigur at verða lagdur á margfeldni. Alt alment stuðlað listaligt arbeiði skal vera eina armslongd frá politiska myndugleikanum. Í minsta lagi. Tí mentan og list eiga ikki at verða stýrd politiskt. Tað hava politikarar ikki skil fyri, og tað fáa teir heldur ikki løn fyri. Hetta er armslongdarprinsippið.


Hitt slagið av mentanarpolitikki, sum ikki er kent í fólkaræðisligum londum á okkara leiðum í nýggjari tíð, vil hava nógva almenna stýring, sum er í føstum kørmum. Svarið uppá eina hugsaða stuðulsumsókn verður hareftir, um tú ert so mikið virkið listafólk, at tú yvirhøvur dittar tær at søkja almennan stuðul til títt virksemi í einum sovorðnum landi, har tað at fáast við list og mentan verður vigað millum persónliga náði og eitt alment tolsemi. Hetta er tað øvugta av armslongdarprinsippinum.

Hetta kom mær til hugs, nú nývalda Málráðið ikki fekk arbeiðsnáðir at viðgera teirra lógligu ørindi, tí politiskt valdi mentanarnevndarformaðurin á Tingi valdi at sáa iva um ráðið og ætlaði at taka tey av ræði. Longu í føðingini eiga vit at hjálpa honum at hjúkla um hetta orð, so tað verður lýtaleyst í mentanarligum virksemi. Armslongdarprinsipp. Sig tað spakuliga. Armslongdarprinsipp.

Vit eiga í øllum okkara strevi á hesum øki at varðveita tær røtur, sum franski André Malraux (1901-1976) og danski Julius Bomholdt (1896-1969), ið báðir vóru mentamálaráðharrar, umframt so mangt annað, elvdu til her heima um túsundáraskiftið: at tað almenna skal stuðla uttan at stýra.


Úr sernámsfrøðini fann eg um dagarnar sama heiti, armslongdarprinsippið, sum tó gongur beint hin vegin. Tí vil eg lata hesa klummu verða stuðul og vegleiðing til politisku skipanina, sum av omanfyrnevndu ávum heilt greitt hevur brúk fyri sernámsfrøðiligari ráðgeving.

Sambært donsku sernámsfrøðingunum Susan Tetler og Kirsten Baltzer, ið fleiri føroyingar kenna, eigur sernámsfrøðin altíð at bera so í bandi, at ein og hvør hjálp, ið er fyri neyðini, aldri skal vera longri burtur enn eina armslongd frá brúkaranum.

Við árslok haldi eg at politiska skipanin skuldi fingið fólksins lyfti um sernámsfrøðiliga hjálp, sum altíð er í nánd, eina armslongd ella so. Aldri longuri burtur.

Tað er so eitt heiðurligt sernámsfrøðiligt mál og nýggjárslyfti.

Um politiska skipanin vil røkkast, er upp til hana sjálva at taka dagar ímillum, nú valskeiðið er hálvrunnið. Men tilboðið er har. Livst so spyrst.

Gleðilig jól og gott nýggjár!

(Klumma í Starvsblaðnum 4 2013)