25. mars er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Tá verður móðurmálsdagurin hildin. Tað eru Miðlahúsið, Dimmalætting, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið og Nám, sum skipa fyri degnum og virðislønini.
Fyriskipararnir heita í hesum sambandi á skúlar, stovnar, fyritøkur og arbeiðspláss í síni heild í landinum at leggja sær henda dag í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini í skúlunum, men í øllum viðurskiftum, soleiðis at bæði næmingar og fólkið alt verða kunnað um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti.
Sama dag, móðurmálsdagin 25. mars, verður ein móðurmálsvirðisløn handað. Virðislønin verður í ár handað fyri tað góða málið í lýsingum og handilsligum teksti. Seinnapartin móðurmálsdagin vera fleiri stuttir fyrilestrar og framløgur um móðurmálið í Norðurlandahúsinum. Um kvøldið verður Móðurmálsvirðislønin handað í Nýggjustovu í Gongini í Havn, har Hammershaimb vaks upp.
Fyriskipararnir siga, at nú skal móðurmálið setast í miðdepilin ein fastan dag, móðurmálsdagin, sum er føðingardagur Hammershaimbs. Forløgini Sprotin og Bókadeild Føroya Lærarafelags stuðla eisini tiltakinum.
Nám hevur gjørt eina heimasíðu til móðurmálsdagin. Á søguligu myndini niðanfyri sæst Nýggjastova til vinstru.