Skip to main content

Netbit og klikkokrati


Eitt av 37 nýggju orðunum hjá svenska Málráðnum í ár

Hesa ársins tíð verður gjørt upp á øllum livandi økjum. Eisini á norðurlendsku málstovunum, sum eru systirstovnar hjá Málráðnum, ið eru alt annað enn deyðir.

Eins og føroyska málið livir, og fleiri og fleiri brúka tað í almenna rúminum, har eingin reyður lærarapennur røkkur longur, so er sama lagið í grannalondunum. Málið livir og broytingar í gerandisviðurskiftum síggjast skjótt aftur í málinum.

Úr mínum sjónarhorni eru fleiri enn nakrantíð, ið brúka málið akkurát soleiðis, sum tey vilja. Tað er bæði gott og ringt.

Meðan fyrr var vanligt at hoyra reyðpennaða føroysktlæraran øsa seg upp um danismur, er føroyska málið nú flutt longur út í heim. Men meðan danisman er horvin, eru nýggjar avbjoðingar, ið ikki eru minni.

Hetta sæst aftur í nýggju orðunum, sum svenska og danska Málráðið kunngjørdu um dagarnar. 37 og 36 vóru nýggju orðini.

Hefti meg við nýggja svenska orðið klickokrati og danska clickbait. Bæði orðini vóru í ár frammi í føroyskum miðlum, clickbait í Morgunsendingini í Útvarpinum og klickokrati í greinarøð hjá Mortani Østerø í Sosialinum.

Rúni Jákupsson upplýsir, at í Morgunsendingini varð innihaldið í clickbait diskuterað, og at fleiri heimlig orðauppskot komu fram, teirra millum trýstagn, lokkaslóð og netbit.

Danska Málráðið sigur soleiðis um nýggja orðið clickbait, sum óbroytt er flutt úr enskum og inn í danskt gerandismál:

overskrift i netavis el.lign. der skal lokke internetbrugere til at klikke på et bestemt link

Svenski formurin er klickbete ella länkbete. Hóast norska fiskivinnan enn stendur sterk, sæst hon ikki aftur í journalistiskum orðasmíði, har tey siga og skriva klikktittel.

So til hugtakið klikkokrati.

Svenska Málráðið er tolið og krøkir orðið klickokrati í tvær staðfestingar, har hin fyrra er longu í 2007:

Ett samhälle där journalistik och politik styrs av vad internetanvändarna föredrar, till exempel genom att klicka på gilla- och delaknappar på nätet


Í ár skrivaði svenski journalisturin Ulrika Kärnborg reportasjubókina Klickokratin - mediekrisens första offer är sanningen. Helst er tað úr hesi bók, at orðið klickokrati er komið í umfar. Svenska Málráðið lýsir orðið sum:

klickjaktens inverkan på journalistiken

Svenska Málráðið vísir eisini til eitt lesarabræv í Linköpings-Posten 23. september í ár, har sagt verður soleiðis um klickokrati:

Med webb-tv går det att titta på dagens alla nyheter med ett enda klick och jag tror att det kan få fler unga och personer som inte kan eller orkar läsa att konsumera mer nyheter. Men kulturredaktionerna blir lidande av klickokratin och risken är att betydelsefulla nyheter blir förenklade. Även om jag är en kattklippälskare av rang är seriös journalistik det allra viktigaste för mig.

Niðanfyri er seinna av tveimum drúgvum greinum í Sosialinum, sum Mortan Østerø skrivaði í februar í ár um at fáa lesaran at klikkja:


Samstundis sum sosialu miðlarnir heilt greitt hava styrkt um fólkaræðisliga grundsjónarmiðið í málinum sum samskiftismiðil, tykist sum um tíðindamiðlarnir heldur leggja seg eftir at skapa klikkvinarlig tíðindi, ið leiða til lýsingar. Úrslitið er ein útarming av journalistikki og redaktionellum arbeiði.

Í einum ummæli av áðurnevndu svensku bókini Klickokratin, endar ummælarin í Dagens Nyheter at eftirlýsa, hví miðlarnir eru so illa fyri, tá eigararnir í øllum londum dusa sær í pengum og avkasti:

Jag tänker i första hand på ytterst komplicerade frågor som varför journalistiken befinner sig i kris när ägare till flera stora medieföretag gör betydande vinster, på de amerikanska IT-jättarnas dominans speciellt när det gäller annonsmarknaden, på telekomsektorns enorma vinster som är större än hela innehållsindustrins omsättning, eller på public service komplicerade roll där innehåll ges bort gratis när andra mediebolag kämpar för överlevnad.

Men sum hann sigur, tað er ein onnur søga.

Gott málsligt nýggjár, alt Føroya fólk!