Skip to main content

Posts

Showing posts with the label matur

Vetrartíð og jólafrokostar

So er summartíðin av og klokkan vísir vetrartíð. Fyri matstovurnar er tað ein nýggj avbjóðing. Summarið við nógvum ferðafólki er definitivt av, og nú daga jólafrokostarnir fram í kalendarum, tilboðum og borðbíleggingum.  Hetta er tíðin tá arbeiðsgevarar vilja takka starvsfólki fyri væl útint arbeiði, og tí skipa fyri jólaborðhaldi.  Samstundis er hetta tíðin, tá sølufólk ferðast at selja vín til borðhaldið. Ein teirra er Anders Regout, sum ferðast í Grønlandi og Føroyum fyri danska handilin Juul's. Í dag er hann í Húsagarði á Hotel Brandan. Næsta vikuskifti er tað vínserfrøðingurin Emil Gamrath, sum í Hallartúni á Hilton fer at bjóða portugisisk vín og portvín frá Nieeport Vinhos í Porto, sum Theis Vine umboðar. Vetrartíðin er hátið fyri smakkir, ið liggja tyngri á enn summarborðið vanliga bjóðar. Perspektivið flytir seg til eina størri dýpd og kompleksari smakkir, ofta accentuerað við søtum úrvalsvíni, auslese, sjerry og portvíni. Í kvøld er tað Riesling, sum er søtmetiskongurin.

Seafood á Hilton

  Toskur á hvítkáli undir tapioca og við brúnaru sós. Fróði Otthamar er kokkur og Jákup úr Hvalba er tænari á altjóða matstovuni, sum einsvæl kundi verið mitt í New York. Vit smakka seafood skránna í Hallartúni á nýggjasta hotelli í Føroyum, Hilton Garden Inn Faroe Islands, uppi á Hálsi, sum er blivið nýggja vakstrarøkið í Havn. Í niðara endanum hava vit Hotell Brandan, beint omanfyri er endurreista Bowlinghøllin og Ítróttarhøllin, sum enn er hinumegin vegin, uttanfyri ringvegin er nýggja Etika í Á handlinum, og fara vit inn aftur um ringvegin og enn eru uppi á Hálsi, síggja vit bryggjaríið OY, sum við køki og nýskapandi servering er flutt inn í goymslubygningin hjá Timburhandilinum. Í meðan koyra bilarnir við ræstkjøtaburgara og fish & chips javnt og samt í økinum, har nógv fólk arbeiða, og góðir burgarar, kanska teir bestu, fáast frá Knas uppi á hjá PE Kolonial. Og í eina tíð hevur verið sagt, at enn eitt hotell verður bygt við Posta, so útsýnið verður yvir Nólsoyarfjørð. Men tað

Barbara Fish House letur upp aftur

  Spanski kokkurin, Eli Gonzáles Roda, verður køksleiðari, nú Barbara Fish House letur upp aftur í Havn. Hann hevur arbeitt á Roks og í Áarstovu, hinumegin túnið heima í Havn, har størsta konsentratión av matstovum er í Føroyum. Eli, sum er úr Alicante í Spania, og kom til Føroya úr Cork í Írlandi, hevur ellivu ára royndir sum kokkur. Men innan vit koma so langt, er hin væl royndi indiski Norman Savio de Souza kokkur júst í kvøld. Fyrsti føroyingur, hann møtti, var Eivind í Gongini í Goa í India. Hann var altíð klæddur í hvítum og eg veit, hann var úr grannahúsunum her í Gongini, sigur Savio. Ikki færri enn 103 tjóðir eru umboðar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Ein teirra er Paula, sum er úr Patagonia har suðuri í Kili, og elskar runnarnar Araucaria og blómurnar Chilco úr heimliga Eldlandinum, sum vaksa so væl her. Hon borðreiðir í Barbara Fish House undir leiðslu av John Mikkelsen.  Vit kundu leitað frá Patagonia til India, uttan at blíva heimsmeistarar í fótbólti fyri menn og kvinnur.