Skip to main content

Barbara Fish House letur upp aftur

 

Spanski kokkurin, Eli Gonzáles Roda, verður køksleiðari, nú Barbara Fish House letur upp aftur í Havn. Hann hevur arbeitt á Roks og í Áarstovu, hinumegin túnið heima í Havn, har størsta konsentratión av matstovum er í Føroyum. Eli, sum er úr Alicante í Spania, og kom til Føroya úr Cork í Írlandi, hevur ellivu ára royndir sum kokkur.

Men innan vit koma so langt, er hin væl royndi indiski Norman Savio de Souza kokkur júst í kvøld. Fyrsti føroyingur, hann møtti, var Eivind í Gongini í Goa í India. Hann var altíð klæddur í hvítum og eg veit, hann var úr grannahúsunum her í Gongini, sigur Savio.

Ikki færri enn 103 tjóðir eru umboðar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Ein teirra er Paula, sum er úr Patagonia har suðuri í Kili, og elskar runnarnar Araucaria og blómurnar Chilco úr heimliga Eldlandinum, sum vaksa so væl her. Hon borðreiðir í Barbara Fish House undir leiðslu av John Mikkelsen. 

Vit kundu leitað frá Patagonia til India, uttan at blíva heimsmeistarar í fótbólti fyri menn og kvinnur. Men í rávørum eru vit best. Tað segði kokkurin Marcelus, sum í 2014 kom higar frá matstovuni la Bulli, sum einaferð hevði tríggjar Michelinstjørnur í Costa Brava í Katalonia.  

Tað var í 2014 at Barbara Fish House lat upp í Baianstovu, sum Eirikur Lindenskov og Ingun Schiller høvdu restaurerað og vit hoyrdu um í Útvarpssendingini Vágskálin í dag. Tann tanki, at øll hesi hús, sum onganting, kundu forfallið og hvørvið úr søguni, er altíð nærverandi og minnir meg á, hvussu stutt er millum minni og gloymsku. Men við til upplatingina í 2014 og fyrstu máltíðina í matstovuni Barbara Fish House, vóru Nils Malmros, sum í filmsvinnuni er óloysiliga knýttur at ikoniska Barbara-navninum hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, stjørnukokkurin av Oyrarbakka, Jákup Sumberg, sum kom frá Michelinmatstovuni Matsalen í Stockholm, borgarstjórin Heðin Mortensen, arkitekturin Albert Isfeld, kokkurin og kavarin Birgir Enni, Jóannes Jensen frá Gist & Vist - og matstovuleiðarin, John Mikkelsen, ið tá eins og nú er borðstjóri og skipar fyri, so alt gongur væl í hond, og tað rætta altíð stendur á borðinum.

Tað brakar í gólvinum sum ein fullriggari, so man fær hug til pípu og snaps, og so at leggja frá landi í flaggandi vónini um, at á teim sjey høvunum verður føroyska matgerðarlistin hin vinnandi vinnan. Tað er sankta Frans dagur og kanska skuldu vit havt eitt landstýrisfólk í og við matvørum, í hvussu er føroyskan saltfisk til katólsku londini.

Fyrst eru boblur skonktar í glasið. Afturvið er breyð við aoli og grovum salti. So kemur fyrsti rættur, sum er feit friturustokt lodna í romesco sós, sum er rørd úr katalonskari tomat, og so kræklingur í sitrus- kanska beint fram leimkendari eschabene sós. Eitt væleydnað spenn av smakki, sum feita vínið møtir til fulnar.

Annað umfar er toskur og purra, og so hin langi og myndavakri jomfrúhummarin omanfyri. Smakkfult, himmalskt mjúkt og ikki minni lagaligt undir gómanum við víninum sum avsluttara.   

Triða umfar er fyrst vín, sum hevur hin besta smakk av nýslignum grasi, síðani hoyggjhúslofti og leðri, tað mest áhugaverda hvítvínið, ið til er, og so kemur fiskasúpan, har tú sjálvur kanst stoyta omanyvir havtaskubitar og jákupsskeljar. Spennandi interaktiv súpan í søguligum umhvørvi. John, sum er fantastiskur, skeinkir spontant eina belgiska blond øl afturvið.

Fjórða umfar er lippur, tað mjúkasta av toski, sum er listarliga borðreitt á sublima markinum millum tað fasta og kvapsuta, sum er signaturrætturin av Bankanum, í salsa verde.  

Fimta umfar er høvuðsrætturin, ið er bankatoskur í púra óvæntaðari tjúktsvartari høgguslokkasós, beint frá náttúrunnar hond, við bønum afturvið. Eg eri málleysur, at eta tosk á so dramatiskum borðiski. Eftir liggur ikki brúna, men svarta sósin. Dramatiskt og tíðarleyst í Baianstovu.

Omaná er jólaligur rísingreytur við kaneli og svartari saltøl frá OY. Aftur eitt fantastiskt smakkspenni. So er kaffi og brandy omaná. Hetta eru jól á Bankanum.

Festa vit okkum við matgerðarlist, sum verður ikonisk og eitt livandi og umsetiligt eyðkenni fyri eitt øki, kunnu vit sum eitt tankaeksperiment bera saman hin hvítasta Bankatosk úr Føroyum og milt óbeiska Bláfjallakaffið frá Jamaika. Meðan vit leysliga kenna umhvarvið av søguni um aldargamla útflutningin av saltfiski, sum enn stendur við til katólsku londini, kunnu vit læra nógv av, hvussu Nation Branding verður brúkt at dyrka, klassifiserað og skeinkja heimsins besta kaffi. Størri parturin av kaffimongdini varð í 1967 løgd upp í Japan hin 9. januar, og síðan hevur hesin dagur verið Jamaica Blue Mountain Coffee Day um allan heim, men við Japan í oddinum. Droymi um, at vit ein givnan dag fara at hátíðarhalda tann munnbesta fisk av øllum høvum, hin hvítasta bankatoskin, eftir at rannsóknarbáturin við gastronomiskt sertifiseraðum navigatøri hevur lagt upp, kanska í Klaksvík, sum í framtíðini eigur at verða fiskamatstovumiðstøð Føroya, tí har er kokkaútbúgvingin og fiskiflotin. Hann eigur at traðka í karakter nú og byrja at leggja lunnar undir altjóða fiskamatstovuvirksemi og upplivingar á Klaksvíksdekki í tí sambandi. Tað vóru mínir tankar eftir matstovuvitjan Heima í Havn. Roger and out.