Skip to main content

Seafood á Hilton

 

Toskur á hvítkáli undir tapioca og við brúnaru sós. Fróði Otthamar er kokkur og Jákup úr Hvalba er tænari á altjóða matstovuni, sum einsvæl kundi verið mitt í New York. Vit smakka seafood skránna í Hallartúni á nýggjasta hotelli í Føroyum, Hilton Garden Inn Faroe Islands, uppi á Hálsi, sum er blivið nýggja vakstrarøkið í Havn.

Í niðara endanum hava vit Hotell Brandan, beint omanfyri er endurreista Bowlinghøllin og Ítróttarhøllin, sum enn er hinumegin vegin, uttanfyri ringvegin er nýggja Etika í Á handlinum, og fara vit inn aftur um ringvegin og enn eru uppi á Hálsi, síggja vit bryggjaríið OY, sum við køki og nýskapandi servering er flutt inn í goymslubygningin hjá Timburhandilinum. Í meðan koyra bilarnir við ræstkjøtaburgara og fish & chips javnt og samt í økinum, har nógv fólk arbeiða, og góðir burgarar, kanska teir bestu, fáast frá Knas uppi á hjá PE Kolonial. Og í eina tíð hevur verið sagt, at enn eitt hotell verður bygt við Posta, so útsýnið verður yvir Nólsoyarfjørð. Men tað verður av ongum. Her verða skrivstovur í staðin.

Men her uppi eru eisini arbeiðspláss, ið hava kantinu, sum til dømis í bygninginum hjá Effo, har útsýnið er meinlíkt tí hjá Hilton, sum aftur vitnar um góðan og væl brúktan arkitektur, og at virksemið er hugsað í og við tí lendi, har fólkið skal arbeiða. Framúr faklig fyrimynd.

Og júst hetta við útsýni er ein av heilt góðu kappingarfyrimununum hjá Hilton, tá vit í dagsljósi sita í matstovuni Hallartúni og skoða oman í Hoydalar og tann partin av frílendisavtaluni, sum við gøtum og livandi virksemi røkkur niðri av Hvítasandi undir tyrlupallinum og heilt niðan undir Svartafoss, sum er tann parturin vit síggja higani. Hóast skiftandi veður í dag, nú vit fara um veturnætur og vetrarhálvan byrjar - vátaslettingur, heglingur og sólarglottar - er neyvan nakað hotell, ið frá hesi síðuni hevur eina so aktivt innbjóðandi grøna útsikt í landinum sum hesa.

Atlantsflog og Lív eiga hotellið, sum í kraft av altjóða samstarvinum við Hilton ketuni, hevur on line samband við øll heimsins viðskiftafólk hjá Hilton, eins og samstarvið hjá Atlantsflogi við KLM og Air France altíð hevur eyðsýndar fyrimunir, tá umræður customer loyality. Stóri umheimurin, og hvussu vit vilja hava hann á tal, og vilja definera atkomu hjá ferðafólki, hevur nógv at siga í tílíkum føri.

Tí greitt er, at vit eru ikki ikki einsamøll í verðini at taka móti ferðafólki, men mugu støðugt hugsa okkum sum part av alheiminum og tí ráki, sum er úti í heimi, skal ferðavinna mennast í skipaðum stigum. Ikki eitt orð á hesum sinni um, at nú verða ferðafólk meldað til danska politiið fyri at ganga í Norðoyggjum uttan loyvi frá lokala bóndanum. Tað er brot á lógina, sum er frá tíðini fyri kríggið. Tað er ikki akkurát James Bond rakettvísund, eg hugsi afturvið morgunkaffinum, tá eg hoyri hesi enn óloystu frustratiónstíðindi í føroyska Útvarpinum í morgun.

Men haldi, at Hilton og matstovan, tá tú ert komin inn í hana, umsitur hesi altjóða viðurskifti, ið ferðafólkið instinktivt krevur, heilt væl. Tú ert inni í einum ljósum norðurlendskum rúmi, organiskt og lætt, sum í brekkuni oman móti Hoydølum andar náttúru og umhugsni, kanska beint fram vernd, fyri umhvørvinum. Borðini og sitiplassini eru komfortabul, her er gott at sita, og tú ert væl skermaður frá næsta borði, hóast yvirskipaði stílurin er nærri tí strangt spartanska, vit kenna frá nordic noir krimifilmum í sjónvarpinum, heldur enn tí djúptpolstraða og søguliga luksuriøsa, sum eyðkendu kolonialu hotellini og matstovurnar.

Alt hevur sína tíð. Matstovurnar heima í Havn hava teirra tættbygda stíl í føroyskari hevd við lonum kring túnið og unikkum smálutum, sum blámálaðum veggjaflísum úr Niðurlondum, Skeivapakkhús hevur umframt stórviðin og bróstini á vegginum í sjáldsama trapetz skapta bygninginum, eisini útsýnið yvir vágna, meðan Brandan sær yvir á alt ítróttarøkið í kulluni í Gundadali, og Hotel Føroyar, sum krúnan, yvir alla Havnina, fjørðin og Nólsoynna. Alt hevur sín stíl. Alt hevur sín funktionalitet.

Kokkteylurin, eg havi bílagt, vekir meg úr William Heinesensku tíðartankunum um føroyskar matstovur í tíðarinnar alin av heimsins enda og inn til Havnar. Noyaux Sour er navnið, nú Phil úr Avstralia, sum hevur búð her í fimm ár, kemur við honum. Ikki fyri landið, men eina gentu, sigur hann, meðan vælvaldur disco tónleikur frá 1980 ljóðar út í matstovuna, allarbestur tá hann rakar negroida Barry White segmentið, um ein so kann siga í dag. 

Jákup úr Hvalba, sum til gerandis gongur í øðrum g á Glasir, er tænarin, sum vit eru sannførd um er útlærdur í yrkinum og reiðiliga tað. Hann bjóðar sum undirkast franskt rosé vín úr Provance og tveir rimmaðar laksabitar, crustadir, við rogni omaná. Lætt og frískligt. Breyð við hvítleyks aoli og aktiveraðum trækoli í smørinum, verður sett á borðið. Kundi verið mitt í New York, semjast vit aftur um, nú myrkrið legst á.

So kemur fyrsti rættur eftir matskránni. Tað er svartkalva ceviche við lime, heslinøt, bótarurt og deymkorru. Framúr, kanska besta servering, serliga við Riesling víninum, sum matchar súrliga rættinum perfekt afturvið.

So er ein millumrættur við ravioli, sum vitnar um ein køk, ið hugsar um gestir og viðskiftafólk. Framúr.

So skeinkir Jákup eina feita italska chardonnay, sum er goymd í amerikanskum eikitunnum og ber navnið Father’s Eyes. Orsøkin til skeinkin er føroyskur hummari og grønlendskur snjókrabbi, sum norðmenn kalla hin søti lítli beiggin hjá kongakrabbanum. Perfekt paring við italska eikivíninum.

Nú koma stór kúput gløs á borið til høvuðsrættin. Hóast hann er toskur, er vínið reytt og úr Bourgogne. Spennandi. Men tað riggar, tí sósin er brún, ikki heilt tunn, og omaná er poppkornslíknandi tapioca úr Japan, og niðast liggur saltað og tunt skorið hvíttkál. Timian og ingifer hómast í smakkinum. Spennandi delikatur toskur, sum er varisliga bakaður í ovni.

So er dessertin, sticky toffee pudding, komin á borðið í Hallartúni við pórtvíni og kaffi afturvið. 

Ein altjóða matuppliving av allar besta slagi í Havn, sum fyrst og fremst leggur seg upp at ferðandi segmentinum, er komin at enda. Matstovurnar niðri í býnum og heima í Havn hava tó støðugt teirra sjarmu og topp plasering á Trip Advisor. Men hetta var gott.

Havnin er ein góður matstovubýur.