Skip to main content

Posts

Showing posts with the label minningarorð

Efteråt är allting för sent

Í dag tók eg í hondina á eini mammu, pápa og systkjum, sum høvdu mist ein son og bróður, Jón Gaasedal, sum 47 ára gamal druknaði í vanlukku í Filipsoyggjum fyri jól. Í verðini, sum vit kenna hana, er ikki størri sorg enn at jarða eitt barn. Og í kvøld endursendi sjónvarpið Tá lívið gerst ov tungt . Ein sending, har Heini í Skorini meistarliga og virðiliga lýsir trý fólk, sum sjálvi valdu at fara úr tíðini. Eins og Jón, sum andaðist fyri jól, kendi eg ein teirra, Gudmund Lindenskov Joensen. Fór í hillina og fann nakrar bøkur, sum hann, trúfastur sum altíð, sendi mær fyri fimtan árum síðani. Bøkur um filmsanalýsu og myndagreining, dagfestar 5/5 1997. Millum annað Wim Wenders, sum á Rævens Sorte Bibliotek sigur frá um Billedernes logik . Vit sótu í nevnd saman í Filmsfelagnum og kjakaðust nógv um film. Meðan eg blaði í bókunum frá Gudmundi, kom mær til hugs stuttsøguna hjá Stig Dagerman Att döda ett barn frá 1948. Tað er úr hesi filmisku stuttsøgu at orðini í yvirskriftini eru tiki

Deyðin á Facebook

Í realskúlanum á Oyrarbakka var ein skilagóður lærari, sum í føroyskum lærdi okkum at hava eina ironiska frástøðu til flest allar tekstir, og serliga boð frá vegleiðandi øvrigheitini í Havn. Hetta var langt innan postmodernaði stílurin, um aldri at taka nakað fyri fult, bleiv móti. Ein dagin í 70’unum fóru vit at síggja Woytjek í høvuðsstaðnum. Ørminnist, at Olivur Næs, sum var høvuðsleikari, kvað upp í saman “Deyðin kemur, deyðin tekur øll!”, meðan hann, gangandi aftur og fram, snaraði kastinum í lívsins stóru spælidós á pallinum í Sjónleikarhúsinum. Útvið fjøruti ár eftir leikin um Woytjek , er mangt broytt, tá um samskifti ræður. Við interneti og tráðleysum telefonum í hvørjum húsi, er sjálvsagt at andlát og jarðarferðir, fyrr ella seinni, gerast partar av samskiftinum. Í einari lýsing í bløðunum fyrr í ár, varnaðist eg fyri fyrstu ferð, at Facebook-vinir fingu tøkk fyri sýnda samkenslu eftir andlát og jarðarferð. Tað var beiggi hin deyða, ið takkaði. Eins og hjá Woytjek go

Minnismentan

So er, at enda eru minnini alt. Bæði í bø og grøv... Mentan er eitt, og minni nakað annað. Ella er tað nú so? Er føroysk mentan ikki heldur ein samanrenning av minnum, sum vit vilja halda fast í, tí tey eru attraktiv og løtt at selja? Fyrr í ár varð eg boðin at siga nøkur orð í Norðurlandahúsinum um Norrøna Felagið í Føroyum og, hvørt tað hevði nakran tilverurætt í nútíðarsamfelagnum. Henda seinasta provokativa snaringin var teirra egna. Svarið var eitt rungandi ja , men innan vit komu so langt, varð farið í skránna at hyggja eftir virkseminum hjá felagnum. Jú, her sást skjótt, at høvuðsvirksemið í fleiri ár var at vitja avtoftaðar bygdir. Síðani kom undan kavi, at limaskarin eldist og fækkaðist. Hví so er, var mett sum ein natúrlig avleiðing og vitnisburður um almindeliga menniskjansliga degenerering. Vit blóma og følna. Tað er øllum beskorið. Nú kundi verið hugvekjandi, um onkur sá sær áneyðir at umseta og geva út søguna um lívsins urtagarðsmann, Mister Gardiner, sum Jerzy Ko

Tá sól er sett her

Í bili til Eiðis at fylgja Símuni Jóhan Wolles til gravar. Niðri undir sæst 3. real í 1975. Jóhan er triði í aftastu røð og eg hin fjórði, frá vinstru. Jóhanna Oluffa, dóttir Símun Jóhan, er onnur frá vinstru í fremstu røð (Mynd: Birgir og Skolefoto) Eins og fólk flest á Facebook, so ger eisini landsverkfrøðingurin status í hesum døgum. Status fyri mín leygardag er felags rudding í Tórsbyrgi, Rót og Rútma í Útvarpinum, jarðarferð í gomlu heimbygdini, Eiði og so føðingardagur um kvøldið. Lánt frá Ulf Lundell kunnu vit siga at tíðin gongur, og vit við henni; skjótt fellir kavin, og vit við honum. Í góðveðrinum fór Símun Jóhan Wolles til gravar í dag, 77 ára gamal. Jarðarferðin var úr Mizpa á Eiði, har Símun Jóhan alt lívið hevði prædika og livandi manað fram føroyskar lívsmyndir úr Halgubók fyri børnum og vaksnum. Og í kjallaranum smíðaði hann bátar og niðanfyri, í Miklagarði, livdu hann og familjan. Har vísti hann mær einaferð plátuna Tá sól er sett her , sum Gudmundur Gudmundsson s

Hann gav alt hann átti

Michael Jackson er farin úr tíðini og tey, ið hava keypt sær atgongumerki til mongu konsertirnar í London fáa onga uppliving. Soleiðis er deyðin. Hagar røkka hvørki atgongumerki ella sølumaskinur. Einki kann sum bráður deyði í poppheiminum fáa okkum at hugsa um lívið og tilveruna. Tí bestu poppstjørnur bera okkum boð um lív og virkni uttan íhald. Vit kunnu lurta, hyggja og uppliva, tá vit vilja. Seta fløguna í spælaran, ella leggja gomlu fornisku plátuna undir nálina. Altíð er hann har, tónleikurin, ið ríkar okkum dagin og lívið. Samstundis er henda persónliga uppliving kjarnin í poppídnaðinum. Og fyri at fáa avkast skal upplivingin hvørt ár gerast størri og betri enn hon var í fjør. Tí er poppídnaðurin besta ímyndin av náðileysa kapitalistiska marknaðinum. Sum stjørna skalt tú møta teim krøvum, marknaðurin setir. Eins og fleiri undan honum møtti Michael Jackson hesum beisku krøvum. Sum ein annar Peter Pan hjá Disney ella Oskar í týsku søguni um Blikktrummuna, noktaði Michael Jackson s

Ólavur og linjurnar

Úr: Teknarin og vinurin Ólavur, Eli Smith ritstj., november 2007, bls. 188: Fyrstu ferð, eg var í Århus, var saman við Ólavi. Tað mundi vera í 1977. Vit vitjaðu klaksvíkingar og ótu í kantinuni, ið seinni bleiv kend, tá ein studentur skeyt frá hond og tók seg sjálvan av døgum. Einki vistu vit tá. Hvørki um morð ella journalistikk. Henda frávera av dramatikki hugtók meg altíð við Ólavi. Hann hvíldi í sær sjálvum og hevði ikki tørv á at skapa dramatikk uttan um seg, hóast meiningarnar vóru har, djúpar og markantar. Sum Streymoyarsyllin, ið sæst best, har eingin kemur og fæst búgva. Vit lurtaðu eftir tónleiki á plátu, djúpasta basssangaranum hjá Elvisi og monumentalu Imperials, og vóru til konsert við Andrae Crouch, sum spældi so hart, at vit mundu fingið heilaskjálvta. Men altíð vóru linjurnar har, basslinjurnar, sum millum svarta og hvíta hevd rukku úr Memphis, um Abbey Road og heim til Føroya. Í hesum listarliga lendi var Ólavur hin besti at fylgjast við. Stevfastur og vitandi um linju