Í dag tók eg í hondina á eini mammu, pápa og systkjum, sum høvdu mist ein son og bróður, Jón Gaasedal, sum 47 ára gamal druknaði í vanlukku í Filipsoyggjum fyri jól. Í verðini, sum vit kenna hana, er ikki størri sorg enn at jarða eitt barn. Og í kvøld endursendi sjónvarpið Tá lívið gerst ov tungt. Ein sending, har Heini í Skorini meistarliga og virðiliga lýsir trý fólk, sum sjálvi valdu at fara úr tíðini. Eins og Jón, sum andaðist fyri jól, kendi eg ein teirra, Gudmund Lindenskov Joensen. Fór í hillina og fann nakrar bøkur, sum hann, trúfastur sum altíð, sendi mær fyri fimtan árum síðani. Bøkur um filmsanalýsu og myndagreining, dagfestar 5/5 1997. Millum annað Wim Wenders, sum á Rævens Sorte Bibliotek sigur frá um Billedernes logik. Vit sótu í nevnd saman í Filmsfelagnum og kjakaðust nógv um film.
Meðan eg blaði í bókunum frá Gudmundi, kom mær til hugs stuttsøguna hjá Stig Dagerman Att döda ett barn frá 1948. Tað er úr hesi filmisku stuttsøgu at orðini í yvirskriftini eru tikin. Aftaná er alt ov seint. Tað er kenslan, ein situr við, tá ung fólk doyggja. Aftaná er alt ov seint. Seks ár eftir at Dagerman hevði skrivað stuttsøguna bleiv lívið honum ov tungt og hann gav upp andan bara 31 ára gamal. Gudmundur bleiv 34.
Ærað verið minnið um Jón og Gudmund.