Skip to main content

Minnismentan

So er, at enda eru minnini alt. Bæði í bø og grøv...

Mentan er eitt, og minni nakað annað. Ella er tað nú so? Er føroysk mentan ikki heldur ein samanrenning av minnum, sum vit vilja halda fast í, tí tey eru attraktiv og løtt at selja?

Fyrr í ár varð eg boðin at siga nøkur orð í Norðurlandahúsinum um Norrøna Felagið í Føroyum og, hvørt tað hevði nakran tilverurætt í nútíðarsamfelagnum. Henda seinasta provokativa snaringin var teirra egna.

Svarið var eitt rungandi ja, men innan vit komu so langt, varð farið í skránna at hyggja eftir virkseminum hjá felagnum. Jú, her sást skjótt, at høvuðsvirksemið í fleiri ár var at vitja avtoftaðar bygdir. Síðani kom undan kavi, at limaskarin eldist og fækkaðist. Hví so er, var mett sum ein natúrlig avleiðing og vitnisburður um almindeliga menniskjansliga degenerering. Vit blóma og følna. Tað er øllum beskorið.

Nú kundi verið hugvekjandi, um onkur sá sær áneyðir at umseta og geva út søguna um lívsins urtagarðsmann, Mister Gardiner, sum Jerzy Kosinski skrivaði í 1971, og sum Peter Sellers gjørdi ódeyðiligan í virðislønta filminum í 1979, Being There. At vera har, at vera til staðar, at vera mitt í lívsins blómandi aldingarði.

Men so er ikki. Beining There er ikki evnið, so slettis ikki. Tað er beint øvugt. Not being there, er líkasum rættara evnið, fyri ikki at siga sjálv ambisjónin. Hin totala fráveran og avnoktanin av øllum. At søkja upp støð, har eingin er og einki fæst at liva. Goodbye, Mister Chance.

Endaliga staðfestingin av hesum varisliga varhuga av føroyskum mentanarsýni og tvíhaldni um eina afturhorvandi minnismentan varð sementerað í dag, tá eg sá eina lýsing frá Føroya varðhundi nummar eitt, Dimmalætting.

Í staðin fyri at byggja uppá ta journalistisku borg, sum Brynhild, og hendingaferð onkur annar har í húsinum, lagar, so fer Føroya elsti og nýkeptasti miðil í andlátini at tryggja framtíðina. Vit minnast tey – Minningarorð um føroyingar er nýggjasta spunaspæl av Borgini. Eg meini tað.