Skip to main content

Ólavur og linjurnar


Úr: Teknarin og vinurin Ólavur, Eli Smith ritstj., november 2007, bls. 188:

Fyrstu ferð, eg var í Århus, var saman við Ólavi. Tað mundi vera í 1977. Vit vitjaðu klaksvíkingar og ótu í kantinuni, ið seinni bleiv kend, tá ein studentur skeyt frá hond og tók seg sjálvan av døgum. Einki vistu vit tá. Hvørki um morð ella journalistikk. Henda frávera av dramatikki hugtók meg altíð við Ólavi. Hann hvíldi í sær sjálvum og hevði ikki tørv á at skapa dramatikk uttan um seg, hóast meiningarnar vóru har, djúpar og markantar. Sum Streymoyarsyllin, ið sæst best, har eingin kemur og fæst búgva.

Vit lurtaðu eftir tónleiki á plátu, djúpasta basssangaranum hjá Elvisi og monumentalu Imperials, og vóru til konsert við Andrae Crouch, sum spældi so hart, at vit mundu fingið heilaskjálvta. Men altíð vóru linjurnar har, basslinjurnar, sum millum svarta og hvíta hevd rukku úr Memphis, um Abbey Road og heim til Føroya. Í hesum listarliga lendi var Ólavur hin besti at fylgjast við. Stevfastur og vitandi um linjur í søgum og løgum.

Meðan Ólavur lærdi at tekna og syngja í Danmark, gekk eg sjálvur á studentaskúla har í landinum. Tiltiknir vóru túrarnir í Keypmannahavn at keypa morgunbreyð. Við eitt kundi Ólavur, sum altíð murraði eina basslinju, raka við eitt afturljóð úr einari smogu, sum ikki slapst fram við uttan at kvitta við einum sangi. Fleirraddaðir føroyingar, langtandi í fremmandum túni, svangir og við anganum av nýbakaðum breyði í nasunum. Tað vóru løtur.

Heima hetta summarið arbeiddu vit hjá Landsverkfrøðinginum inni á Sundi. Hin góðsligi Jógvan Isaksen legði okkum lag á. Saman við McKay úr Funningi skuldi Ólavur koyra dumparan, og eg skuldi seta av saman við Hansi, sum las í Horsens. Úrslitið var svingið oman til bryggjuna á Sundi, har stór havn skuldi verða. Sumt bleiv og sumt ikki. Soleiðis síggjast linjurnar enn í lendinum. Linjurnar, sum vísa aftur til Ólav, ið alt ov tíðliga fór úr tíðini.

Birgir Kruse í: Teknarin og vinurin Ólavur, Eli Smith ritstj., november 2007