Skip to main content

Posts

Showing posts with the label tøkni

Kann mann siga

Hesi orð eru tey mest brúktu hjá løgmanni. Ja, tað nærkast hábrøgdum, tá hann støðugt og altíð stingur hesi orð sum klípi inn í millum setningar, sum annars kunnu vera fornuftigir. Kann mann siga.  Tað løgna er, at tá fólk í sendingini Á Breddanum hjá Kringvarpinum í dag og aftur í Degi og Viku í kvøld tosa um sosialar miðlar, brúka tey somu vending. Kann man siga. Men tað var ikki tað mest interessanta, hóast evnið var júst tað - hvat kann mann siga.  Tvey viðurskifti vóru áhugaverd í Breddanum í Útvarpinum. Fyrra er, at í menningini av tøkni og miðling eru sosialu miðlarnir enn so nýggir. Eru komnir til mitt í nullunum, sum sagt varð. Tað er ikki meir enn fimtan ár. Tað er einki, mett eftir eini alin, ið røkkur heilt aftur til Gutenberg. Tí er greitt, at enn kenna vit ikki nær námindi útbreiðsluna og tær funkur, bindingar og møguleikar, sum sosialu miðlarnir fara at bjóða okkum uppá gott og ilt í komandi árum. Vit eru ongan veg komin enn. Seinna er, at sosiala miðlalandslagið á net

Tríggir steðgir stytsta dag

Her stendur hann, originalurin, og kikar eftir ljósinum, stytsta tunnilsdag í 2020. Vit eru í túninum í garðinum hjá Nólsoyar Páll, sum Archibald Black fór undir at endurreisa á Biskupstøð í 2014. Og eg skal skunda mær at siga, at tað er ikki ein gittari, ið stendur við hansara vinstru lið. Tunnilin inn í Eysturoynna hevur víðkað okkum rásarúm og virkisøki. Eftir lítlari løtu, og uttan at møðast av leiðiligari koyring norður gjøgnum Sundalagið, inn millum Fjarða, undir Valaknúkum og til Skipanes, kanst tú nú taka teg beint inn í Runavík, og hendingaløtu troyttast av smáteinum av Glyvrum til Gøtueiði, so tú fært tann futuristiska tankan, at nú er bara eftir at stytta Skálafjørð. Og innan tú hevur hugsað tann tankan lidnan, ert tú niðri í Syðrugøtu, og tekur inn í teg angan og ljóðið av havi, so allar porur standa opnar. Nú manglar bara G! festivalurin og eitt navn av Robert Plant kalibri at vekja okkum úr kovidskum mentanardvala og fáa okkum at trúgva uppá framtíðina aftur. Fotostopp ei

Tjóðarbyggjandi jólagáva

Í dag varð Eysturoyartunnilin rætta jólagávan til allar føroyingar. Tað syrgdi Teitur Samuelsen fyri í beinleiðis Kringvarpssending, har landstýrismaðurin, Jørgin Niclasen, afturvið horntónleiki slapp at skera snórarnar til allar tríggjar tunlarnar. Myndina av Teiti og Tróndi, niðanfyri, tók eg 3. desember. Hinar eru frá í dag. Men dagsins orð varð “Frælsissúlan”. Tað orðið átti listamaðurin Tróndur Patursson, sum sipaði til súluna, sum helt øllum uppi í rundkoyringini mitt í undirsjóvartunlinum. Har hava hann og sonurin, Brandur, gjørt ein symbolskan ring við 84 fólkum, sum hond í hond síggjast í skiftandi ljósi afturvið eini ljóðmynd hjá Jens L.Thomsen. Eyðun Eliasen, arkitektur, lokaliseraði staðin sum “Underberg”. Veit ikki, hvussu sambands- og fráhaldsfólk á hesum leiðum fataðu tey bæði orðini, Frælsissúlan og Underberg, hesa uppbyggiligu hátíðarløtu við tilsipingum í Bíbilsøguna við søgunum um Móses og turrskøddu ferðina um Reyðahavið. Tí varð tað gott, at lokali borgarstjórin, A