Skip to main content

Tríggir steðgir stytsta dag

Her stendur hann, originalurin, og kikar eftir ljósinum, stytsta tunnilsdag í 2020. Vit eru í túninum í garðinum hjá Nólsoyar Páll, sum Archibald Black fór undir at endurreisa á Biskupstøð í 2014. Og eg skal skunda mær at siga, at tað er ikki ein gittari, ið stendur við hansara vinstru lið.

Tunnilin inn í Eysturoynna hevur víðkað okkum rásarúm og virkisøki. Eftir lítlari løtu, og uttan at møðast av leiðiligari koyring norður gjøgnum Sundalagið, inn millum Fjarða, undir Valaknúkum og til Skipanes, kanst tú nú taka teg beint inn í Runavík, og hendingaløtu troyttast av smáteinum av Glyvrum til Gøtueiði, so tú fært tann futuristiska tankan, at nú er bara eftir at stytta Skálafjørð. Og innan tú hevur hugsað tann tankan lidnan, ert tú niðri í Syðrugøtu, og tekur inn í teg angan og ljóðið av havi, so allar porur standa opnar. Nú manglar bara G! festivalurin og eitt navn av Robert Plant kalibri at vekja okkum úr kovidskum mentanardvala og fáa okkum at trúgva uppá framtíðina aftur. Fotostopp eitt.


Stytsta dag at ganga um Eiðisá í Norðragøtu eftir tekjuni á býráðshúsinum, sum Henning Larsen partaeigarin, Osjørn Jacobsen, teknaði fyri Eysturkommunu, ið bygdi húsini í 2018, er so sjáldsamt, at tað verður fotostopp nummar tvey.

Triða og seinasta fotostopp í dag, nú vetrarsólstøðan er so, at longsta nátt og stytsti dagur hava verið og sekundini, sum skjótt verða minuttir, stigvíst bera okkum ljós, og greitt leiðir okkum móti ljósari tíðum, so vit av røttum burdu brent heksina á báli í kvøld, heldur enn á hásumri - men kanska er tað júst tað, vit gera á jólum, kynda undir eini higartil ókendari brúkarafest, har alt verður brent av - er á Biskupstøð hjá Archie Black og Nólsoyar Páll í Klaksvík.


Ný skýmingin sýgur um landið, fáa vit eitt eyka fotostopp á Klaksvíkar Sleipistøð á Kósini í Klaksvík, har Ternan hjá Strandferðsluni stendur á beding, og skjótt fer at gleða ótolnar nólsoyingar, ið ikki hava fingið tann ágóða av flytføri, mobility, sum vit á meginlandinum hava fingið seinastu dagarnar. Takk fyri hesuferð!